mánadagur 5. desember 2005síða 40
Tekstur á síðuni
40
Nr. 233 - 5. desember 2005
Hvat er tað besta við
jólunum?
Tað besta er familjuhugnin.
At sita saman við sínum kæru
og njóta jólafriðin.
Hvat er tað keðiligasta
við jólunum?
Eg haldi at materialisman á
jólum er sera ókjekka og lítið
í trá við jólaandan.
Hvussu helt tú jól sum
barn?
Eg helt jól saman við mammu
og babba og einari rúgvu av
systrum og beiggjum. Træið
bleiv pyntað lítla jólaaftan,
men eg slapp ikki at síggja
tað fyrr enn jólaaftan. Vit
ótu góðan mat, dansaðu um
jólatræið og fingu gávur. Ikki
so nógvar og dýrar sum vit
síggja í dag, men gleðin var
minst líka stór um tað vit
fingu.
Hvussu heldur tú jól í ár?
Á Tvøroyri saman við familju
og svigerfamilju. Har er av
sonnum hugnaligt at vera á
jólum. Maturin er heilt eina
standandi og vit plaga at
hava tað sum blomman í egg
inum. Eg gleði meg serliga
til at vera saman við dóttrini,
sum ikki er fylt 2 ár enn. Hon
gevur jólunum nýtt innihald
aftur fyri okkum øll somul.
Hvat heldur tú um
jólaresið í desember?
Tað er ikki nakað fyri meg.
Sjálvandi er tað nógv fólk
sum vinna sær kærkomnan
pening í jólamánaðinum og
tað er teimum væl unt. Sum
tónleikari eru jólini eisini ofta
hásesong. Eg eri bara ikki
typan sum trívist í hesum
gávumeldrinum, havi hug at
goyma meg burtur til tað er
yvirstaðið.
Hevur tú nakrantíð hildið
jól uttanlands?
Ja tað havi eg nakrar ferð,
men ikki longur burtur enn
í DK.
Keypir tú sjálv/ur tínar
jólagávur?
Ja onkrar, t.d. til damuna.
Annars er hon ófør at taka
sær av hasi uppgávuni og
takk fái hon fyri tað!
Hvat ynskir tú tær í
jólagávu?
Eg ynski mær kærleika, eina
familju í blóma, góðar vinir
og ein lekran feitan Audi!!
Um eg fái 3/4 av ynskjun
um uppfylt eri eg sera væl
nøgdur:)
8 spurningar um jól
Eyðun Nolsøe
,
,
//
CÌÌ>ÀÊLÖÃÌ>s>À?
+OM INN TIL OKKARA ELLA RING OG HOYR UM TÓNAR MGULEIKAR
PETUR PETUR s
-ÛiÀÀÊ
ÀÊ
`ÛÃÃ]ÊÕ`>À?s}iÛ
Telefon: 317620 • Telefax: 317699 • Heimasíða: www.tt.fo
Prísur úr kr. 575,-
Laser mýs ið lesa yvirflatuna 20 ferðir betri enn
vanligar optiskar mýs, kunnu fáast tráleysar ella við
kápli, hava ymiskar funktiónir..
Logitech optisk laser mús