týsdagur 6. desember 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 234 - 6. desember 2005
Triðja konsertferðir
í røðini av FO/DK
konsertferðum,
verður í næstu viku,
tá The Dreams taka
donsku The Royal
Highness við sær
á eina konsertferð
kring Føroyar
FO/DK
konserstferðir
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í næstu viku verða konsertir
við The Dreams og danska
bólkinum
The
Royal
Highness í Kagganum,
Atlantis og Ítróttarhøllini á
Kambsdali. Konsertferðin er
liður í konsertrøðini FO-DK
Konsertferðir.
The Royal Highness
The Royal Highness er ein
danskur tónleikabólkur á veg
fram við rúkandi ferð. Teir
spæla rokk við íblástri úr
góðum
amerikanskum
rokki frá 70-unum. Sjálvt
um bólkurin bert hevur 1
ár á baki, hevur hann longu
fingið bjóðað og tikið av ein
útgávusáttmála við heimsins
stórsta útgávufelag, EMI
Music Publishing.
Umboðsmaður hjá bólk
inum er Jonathan Morley,
sum eisini umboðar nøvn
sum Tina Dickow og Hush,
hetta er báðir bólkar, ið hava
hitað upp fyri Teitur.
The Royal Highness hevur
eisini fingið eitt samstarv í lag
við fløguframleigararnar Alain
Johannes og Natashu Shneider,
sum hava arbeitt saman við
millum øðrum Queens of the
Stone Age og Chris Cornell.
Bólkurin var umboðaður
á Spot-festivalinum í ár,
og hevur eisini verið á eini
umfatandi konsertferð í
Danmark í ár. Í september og
oktober var bólkurin harafturat
á konsertferð í USA, har
hann bleiv sera væl móttikin.
Tónleikararnir í The Royal
Highness eru Dennis Kasten
(gittar og sang), Thomas
Broge-Starck (bass), Mads
Valther Jensen (trummur)
og Fridtjof Nilsen (gittar og
kór). Harafturat hava teir egnar
ljóð- og ljósmenn við sær til
Føroyar.
The Dreams
The Dreans gjørdu rættuliga
vart við seg, tá teir gjørdust
nummar 3 út av 3.000
tónleikabólkum úr øllum
Evropa í sendingini The A
Cut, sum bleiv send á MTV
Europe. Tey, sum valdu
bólkarnar út vóru kenda
songkvinnan Anastasia og
ein A&R umboðsmaður
hjá plátufelagnum Sony.
The Dreams vóru so væl
umtóktir, at teir í januar eru
bodnir yvir aftur til London
til eina showcase fyri Sony
og øðrum plátufeløgum har.
Bólkurin spælir popp-punk,
og løgini eru sera melodiøs
og fangandi. Limirnir í The
Dreams eru Hans-Edward
Andreasen (sang og gittar),
Eirikur Corfitz Andersen (bass
og kór) og Heini Mortensen
(trummur).
Triðja konsertferðin
Hetta er triðja konsertferðin í
røðini FO-DK Konsertferðir,
sum eru fyriskipaðar av
Norðurlandahúsinum,
FUT, DJBFA og Dansk Art
istforbund. Konsertirnar
eru stuðlaðar av Atlantic
Airways. Konsertin hesuferð
í Ítróttarhøllini í Kampsdali er
tó eisini fyriskipað saman við
Showtime Sound Lightning
við Mark Joensen.
Konsertirnar við The
Dreams og The Royal High
ness verða í Kagganum hós
kvøldið 15. desember kl.
20.00, Atlantis fríggjakvøldið
16. desember kl. 19.00, og
Ítróttarhøllini á Kambsdali
leygarkvøldið 17. desember
kl. 23.30. Í Kambsdali spæla
eisini Páll Finnur Páll, og aftan
á ta konsertina verður Super
Diskotek við DJ Switch. At
gongumerki fáast við dyrnar.
Meira kann lesast um
hesa konsertferðina á www.
nlh.fo, www.atlantis.fo,
og www.kaggin.fo. Til ber
at lesa um The Dreams og
The Royal Highness og lurta
eftir tónleiki hjá bólkunum
á www.the-dreams.com og
theroyalhighness.dk.
The Royal Highness eru eitt
av teimum mest lovandi
nýggju donsku nøvnunum.
Dreymurin um eina kongavitjan
www.almannastovan.fo
Høvuðsbarnaverndarnevndin
Nevndin tekur avgerðir sambært barnaverndarlógini
um m.a.:
. Umsorganaryvirtøku í málum, har samtykki ikki er
fingið frá foreldrunum.
. Samverurætt foreldranna í sambandi við umsorganar-
yvirtøku og skipan av hesi.
. Rætt til ókeypis umboðan í málum um umsorganar-
yvirtøku og samverurætt, og um familjuviðgerð o.a
fyribyrgjandi fyriskipanir og skal m.a. góðkenna
avgerðir hjá barnaverndarnevndum.
. Familjuviðgerð á stovni hjá landinum og tilboði um
serdagstovn til børn, sum ikki kunnu integrerast í
vanligan dagstovn.
. Kanning og viðgerð av einum barni, ið er sett í verk
uttan samtykki foreldranna.
. Forboð ímóti flyting heimaftur av einum barni, sum
er sett heiman við samtykki foreldranna.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
unum, sum liggja í tíðini og í
framtíðini.
Okkara ynski er, at viðkomandi,
ið verður settur, er virkin og nær-
lagdur, hevur góð samstarvsevni,
dugir at leggja tilrættis og arbeiða
sjálvstøðugt við at loysa settu upp-
gávurnar, og annars arbeiða í sam-
svari við endamál og málsetningar
stovnsins.
Starvið verður sett og lønt sam-
bært sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Búskapar- og
løgfrøðingafelagið.
Løgfrøðingurin hevur til uppgávu
at fyrireika mál og skal tryggja, at
málini eru væl lýst, áðrenn tey
verða løgd fyri Høvuðsbarna-
verndarnevndina.
Harumframt hevur løgfrøðingur-
in ábyrgdina av at skipa og leggja
til rættis arbeiðið á skrivstovuni.
Løgfrøðingurin verður við til at
avgera førleikakrøv, arbeiðstíð
o.a. hjá tí/teimum starvsfólki/um,
ið verða sett á skrivstovuni afturat
løgfrøðinginum.
Løgfrøðingurin verður partur av
einum stovni, sum alla tíðina má
tillaga seg broytingarnar í sam-
felagnum og taka við avbjóðing-
Fleiri upplýsingar fáast við
at venda sær til Petru
Johnsdóttir Joensen,
stjóra, á telefon 21 54 80.
Skrivlig umsókn skal vera
Almannastovuni í hendi í
seinasta lagi 20. desember
2005 kl.12.
Send umsóknina til
Almannastovuna,
Smyrilsvegur 20,
postboks 3096,
110 Tórshavn.
Løgfrøðingur til skrivstovuna
hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini
Starvið sum løgfrøðingur á skrivstovuni hjá Høvuðsbarnaverndar-
nevndini, sum er undir stovnan, er fulltíðarstarv. Skrivstovan verður
sjálvstøðug eind á Almannastovuni.