týsdagur 6. desember 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 6. desember 2005
Meir enn 80 børn
tyrptust um borðini
at klippa jólapynt
og eta piparnøtur, tá
Klaksvíkar Bókasavn
aftur í ár skipaði fyri
jólahugna
Jólahugni
Fríggjadagin var allur dag
urin settur av til rættan
jólahugna á bókasavninum
í Klaksvík. Byrjað var kl.
10 fyrrapartin, og tað var
bara um at fara í gongd,
tí saksar, lím og pappír í
alskyns litum var lagt fram
til børnini. Knípti tað við
hugflognum, var tað heldur
ongin trupulleiki, tí ein rúgva
av ymsum skabelónum lógu
frammi, og tær, sum starv
ast á bókasavninum, løgdu
fegnar børnunum lag á. Sum
fyrraparturin leið, sótu meir
enn 80 børn undir skúlaaldri
hugagóð við saksi og pappíri
í ferð við evna ymiskt jóla
pynt, sum tey sjálvandi
sluppu at taka heim við.
Út á seinnapartin helt jóla
hugnin fram fyri foreldrum
og børnum. Tá høvdu børn
í øllum aldri tikið foreldrini
við á bókasavnið, har hildið
var á at klippa og líma og eta
piparnøtur. Eisini las Annika
Egholm, bókavørður, eina
spildurnýggju jólasøguna
“Tær horvni jólagávurnar” úr
nýggju bókini Mín Jólabók
2005. Og tey, ið høvdu hug
at halda á, kundu bara verða
sitandi, tí bókasavnið lat ikki
aftur fyrr enn klokkan ellivu
hetta kvøldið.
ave
Jólahugni og jólasøga á bókasavninum
Sára og Karin hildu tað vera óført at hava so nógv ymisk sløg av
pappíri at velja ímillum
Vindeyga á bókasavninum var pyntað sum í einum røttum
jólaævintýri til jólahugnan fríggjadagin
Allan fríggjadagin sótu børn
í øllum aldri hugagóð og
kliptu jólapynt á Klaksvíkar
bókasavni
Til rættan jólahugna hoyrir
sjálvandi ein jólasøga. Annika
Egholm, bókavørður, hevði
valt eina spildurnýggja søgu
úr Mín Jólabók 2005, sum
júst er útkomin