týsdagur 6. desember 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 6. desember 2005
Tað verður ikki rætti
liga enn, at lands
stýrið fer at kanna
møguleikarnar fyri
at finna eina skipan
so at skipini hjá
Strandferðsluni ikki
aftur verða rakt av
arbeiðssteðgi
Strandferðsla og
arbeiðssteðgur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað verður ikki heilt enn, at
landsstýrið fer at taka stig til
at kanna møguleikarnar fyri
at finna eina skipan, so at
skipini hjá Strandferðsluni
ikki verða rakt av arbeiðs
steðgum.
Bárður Nielsen, landsstýr
ismaður í fíggjarmálum,
sigur, at í løtuni eru nógvar
sáttmálasamráðingar
og
Landsstýrið fer ikki at taka
spurningin um Strandferðsluna
og arbeiðssteðgir upp, fyrrrenn
sáttmálasamráðingarnar eru
av.
Hann sigur, at Fíggjar
málaráðið hevur einar 30
sáttmálar eftir at gera tær
komandu vikurnar og hann
vil hava hesar avgreiddar,
áðrenn hin spurningurin
verður tikin upp.
Í hvussu so er heldur hann,
at tað hevur týdning, at fáa tey
størstu sáttmálaøkini avgreidd.
Serliga heldur hann at tað hevur
týdning, at sáttmálarnir við
feløgini, sum hava samband
við Strandferðsluna, verða
avgreiddir, áðrenn onnur
viðurskifti verða tikin uppí.
Hann sigur, at sáttmáli
er longu gjørdur við Starvs
mannafelagið, uttan at
hesin spurningurin var við
gjørdur og tí heldur hann
at tað er skeivt at taka hann
við í samráðingunum, sum
nú eru við Skipara- og
Navigatørfelagið og Maskin
meistarafelagið.
– Eg haldi, at tað er rætt
at fáa sáttmálarnar frá
hondini, so at spurningurin
um Strandferðsluna og
arbeiðssteðgir kann verða
viðgjørdir í fríðartíð.
Men Bárður Nielsen er
ivaleysur í, at spurningurin
verður tikin upp skjótt.
Hetta er ein spurningur,
sum samgongan hevur tosað
nógv um og tí er onki at ivast
í, at hann verður tikin upp, tá
ið friður verður aftur.
Fløktur spurningur
Spurningurin um Strand
ferðsluna og arbeiðssteðgir
er umfatandi, tí hann umfatar
bæði
Fíggjarmálaráðið,
sum hevur ábyrgdina av sátt
málunum, vinnumálaráðið,
sum hevur ábyrgdina av
arbeiðsmarknaðarmálum
og partvís eisini innlend
ismálaráðið, sum hevur
ábyrgdina av Strandferðsluni.
Og júst innlendismálaráðið
hevur fingið nýggjan lands
stýrismann, Jacob Vestergaard.
Hann er suðuroyingur og hann
hevur dúgliga tosað fyri, hvussu
neyðugt tað er at finna eina
skipan, so at Strandferðslan
ikki verður løgd, hvørja ferð
arbeiðssteðgur er.
Hann hevði sín fyrsta
arbeiðsdag mánadagin og
hann sigur, at hann fer at
hava málið í huganum og at
hann fer at gera sítt til, at ein
loysn fæst á málinum.
Men hvør loysnin skal
vera, hevur hann onki boð
upp á nú.
–Hevði Jógvan við
Keldu bara sett sína
undirskrift á semjuna
við donsku stjórnina,
hevði tað ikki verið
sovorðin ruðuleiki
um útlendingamálini,
sum tað er nú, sigur
Høgni Hoydal
Útlendingamál
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tann ruðuleiki, sum er í
útlendingamálunum, er ein
ruðuleiki, sum samgongan
sjálv hevur skapt.
Tað sigur Høgni, Hoydal,
sum var landsstýrismaður á
økinum í fleiri ár.
Nú Jógvan við Keldu
varð koyrdur frá sum
landsstýrismaður, var út
lendingapolitikkurin nevndur
sum eitt málsøki, sum lá í
órøkt, men sum hann hevði
fingið sett á skinnarar. Men
sambært fólkaflokkinum og
samgonguni, var hetta við til
at slíta landsst‡rismannin so
illa, at hann mátti skiftast út.
Høgni Hoydal hevur ikki
annað enn eitt skeivt smíl
til yvirs fyri hesi grund
gevingini.
– Hetta er beinleiðis ósatt!
Veruleikin er tvørturímóti,
at tá ið seinasta samgonga
slitnaði, var útlendingamálið
sett á skinnarar.
Upprunaliga
umsat
vinnumálaráðið tann partin
av
útlendingamálunum,
sum hevði við arbeiðs- og
uppihaldsloyvi at gera, men
familjusamanføringar hoyrdu
undir løgmálaráðnum, sum nú
eitur innlendismálaráðið.
Ì tryggum hondum
Høgni Hoydal vísir á, at
fyrst fekk han savnað øll
útlendingamálini á einum
stað undir løgmálaráðnum.
Síðani fekk hann samgong
una at játta tvær milliónir
eyka til umsitingina av
útlendingamálum fyri at
styrkja málsviðgerðirnar.
– Men tað lá alla tíðina
í kortunum, at føroyingar
skuldu yvirtaka økið og eg
fekk eisini eina greiða avtalu
við donsku stjórnina um,
hvussu útlendingamálini
skuldu umsitast, til tey vóru
yvirtikin.
Avtalan segði greitt, hvussu
umsóknir skuldu viðgerðast.
Hon hevði eisini greiðar
reglar fyri, hvussu mál um
ólóglig uppihaldsloyvi skuldu
handfarast.
Somuleiðis stóð í avtaluni,
hvussu málsviðgerðin kundi
gerast smidligari fyri at
stytta hana.
Harafturat hevði avtalan
eina serliga skipan fyri
ítróttarfólk. Hetta bar í
sær, at útlendsk ítróttarfólk
kundu vera í starvi hjá
einum ítróttarfelag. Men
harafturat kundu tey hava
tveir arbeiðsgevarar afturat
og tilsamans skuldu tey hava
eina løn, sum svaraði til eina
arbeiðsmannaløn.
Høgni Hoydal heldur at
hetta var ein frálík avtala.
Avtalan var liðug, men
sama dag, sum hon skuldi
vera undirskrivað, sendi
løgmaður, Anfinn Kallsberg,
landsstýrismenninar hjá
tjóðveldisflokkinum til hús
og útskrivaði nýval.
Gera mun á fólki
Høgni Hoydal staðfestir sostatt,
at tá ið hendan samgongan tók
við, lógu útlendingamálini í
ógvuliga tryggum hondum.
– Men síðani hevur tað
verið fullkomiligur ruðuleiki
á útlendingaøkinum og tað
hevur ikki bara Jógvan við
Keldu, men øll samgongan
skyldina í.
Formaður Tjóðveldis
floksins sigur, at orsøkin til
ruðuleikan, sum nú valdar
á útlendingamálinum, er,
at samgongan hevur álagt
landsstýrismanninum
í
innlendismálum at umsita
útlendingamálini á ein hátt,
sum ikki letur seg gera.
– Jógvan við Keldu fekk
boð um, at teir útlendingar,
sum longu vóru í Føroyum,
skuldu sleppa at verða verandi,
men fleiri útlendingar skuldu
ikki til landið, fyrrenn greiðar
reglar vórðu gjørdar.
Høgni Hoydal sigur, at
hetta er brot á allar fyri
sitingarreglum tí grundarlagið
undir rættartrygdini er, at øll
skulu hava somu viðferð.
– Men ístaðin fyri at gera
reglar, so at øll fingu somu
viðferð, gjørdi samgongan
eina politiska loysn, sum
staðfesti, at øll ikki skulu
viðfarast eins og tað er orsøkin
til ruðuleikan, tí embætisfólkið
í innlendismálaráðnum kann
ikki umsita eftir eini politiskari
loysn har øll ikki eru javntsett
fyri lógini.
Hann heldur, at tað er her,
hundurin liggur grivin.
– Grundarlagið má vera, at
greiðar reglur mugu gerast,
sum allar umsóknir skulu
viðgerast eftir.
Høgni Hoydal sigur, at
harafturat hendi so tað, at
samgongan skarvaði tær
báðar milliónirnar, hann hevði
fingið afturat til fyrisitingina
í innlendismálaráðnum, av
aftur, og meiri afturat, so at
fyrisitingin nú er veikari enn
hon var.
– Og ístaðin fyri at vit
fingu avtaluna um ítróttarfólk,
setti samgongan prosent á
fyri, hvussu nógva løn, eitt
ítróttarfelag minst skuldi betala
og tað var ikki ein avtala, sum
gagnaði ítróttinum.
Kunnu yvirtakast fyri
tríggjar milliónir
Høgni Hoydal mælir tí
framvegis staðiliga til, at
útlendingamálini
verða
yvirtikin.
– Verða tey ikki yvirtikin,
er skipanin, sum nú er, heilt
burturvið. Skulu vit ikki
yvirtaka útlendingamálini,
sum er heldur ongin orsøk
til at umsita tey, ella ein part
av teimum, sum vit gera nú.
So er bara at lata donsku
stjórnina umsita tey.
Hinvegin sigur Høgni
Hoydal, at tað kostar ikki
meiri enn tvær, tríggjar
milliónir um árið at yvirtaka
útlendingamálini, umframt
eina eingangsútreiðslu til at
gera neyðuga lógarverkið.
Strandferðslan skal viðgerast í friðartíð
Manglaði bara undirskriftin
frá Jógvani við Keldu
Jacob Vestergaard hevði
sín fyrsta arbeiðsdag
mánadagin og hann byrjaði
við morgunmati saman við
løgmanni og starvsfólkinum
í Innlendismálaráðnum.
Her er tað aðalstjórin, Rúni
Joensen, sum handar nýggja
landsstýrismanninum blómur
– Útlendingamálini lógu í tryggum hondum, tá ið vit fóru úr
landsst‡rinum, men síðani hevur hendan samgongan skapt
ruðuleika á økinum. Men tað kostar ikki meiri enn tvær,
tríggjar milliónir um árið at yvirtaka útlendingamálini og at
gera okkara egnu lógir og treytir og tað haldi eg, at vit skulu
gera, sigur Høgni Hoydal