týsdagur 6. desember 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 234 - 6. desember 2005
Sakarmálið móti
einum manni, sum
í august mánað í ár
saman við einum
øðrum koyrdi kapp í
„røntguni“ í Havn og
rendi saman við ein
annan bil, tá ið hann
koyrdi móti ferðsluni,
fær mánadagin at
vita, hvør revsingin
hjá honum verður.
Kappkoyring
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tann nú 30 ára gamli maðurin
er ákærdur fyri fleiri brot á
ferðslulógina, og harafturat
er hann ákærdur sambært
grein 252 í revsilógini, sum
snýr seg um á skilaleysan
hátt at seta lív og førleika hjá
øðrum í vanda.
Játtaði seg sekan
Málið var fyri í Føroya
Rætti í gjár, og tann ákærdi
bilførarin játtaði seg sekan
í brot á ferðslulógina, men
hann játtaði seg ikki sekan
í at hava koyrt kapp. Hann
segði, at tað var ikki nøkur
ætlan um at koyra kapp, men
tað bleiv til tað nakað, sum
minti um tað.
Bilførarin greiddi frá, at
hann hevði staðið parkeraður
á parkeringsøkinum við
Havnagøtu. Síðani koyrdi
hann út frá parkeringsøkinum
yvir móti rundkoyringini
við Eystaru Vág, áðrenn
hann vendi heim aftur móti
býnum. Beint framman fyri
hann koyrdi eitt sysktinabarn
hjá honum. Bilførarin royndi
at yvirhála sysktinabarnið,
sum tó setti ferð á, og teir
báðir koyrdu tí lið um lið
heim eftir Havnagøtu.
Tá ið teir báðir nærkast
Café Natúr, varnast bilførarin,
at hann ikki megnar framvið
sysktinabarninum og heldur
ikki sleppur aftur um hann
aftur. Hann fer tí vestur
um Café Natúr, hóast
hetta er ímóti ferðsluni.
Bilførarin segði í Føroya
Rætti, at hann ikki helt
nakran bil kom ímóti, tí at
hann ikki sá ljósglæmu frá
nøkrum lyktum í vegginum
hinumegin caféina. Men ein
bilur kom koyrandi, og tí
gjørdist talan um ein harðan
samanstoyt. Tíbetur hendi
eingin stórvegis fólkaskaði,
men báðir bilarnir fingu
stóran skaða.
Í rættinum segði Linda
Hesselberg, ákæri, at tað
var eitt undur, at fólkaskaðin
ikki var størri, og tað kundi
eins væl enda við, at onkur
lá eftirá. Hon helt ikki, at
tað var bilføraranum fyri at
takka, at skaðin ikki gjørdist
størri, og hon kravdi tí harða
revsing.
Harmaðist tilburðin
Ákæruvaldið kravdi, at bil
førarin verður dømdur í
minsta lagi 40 daga treytaleysa
fongsulsrevsing, og at hann
verður dømdur at missa
koyrikortið í hálvtannað til
tvey ár treytaleyst. Linda
Hesselberg segði í rættinum,
at hon fegin vil hava Føroya
Rætti at revsa bilføraran
hart og harvið geva eina
greiða ábending um, at slík
skilaleys koyring ikki verður
góðtikin.
Verjin hjá tí ákærda,
Poul Hansen, helt ikki, at
tað var neyðugt at døma
ákærda treytaleysa revs
ing, tí maðurin ikki er
revsaður áður. Somuleiðis
helt verjin, at tað eigur at
ávirka revsingina, at ongin
stórvegis fólkaskaði var í
sambandi við tilburðin.
Dómur fellur í málinum
komandi mánadag.
Kappkoyrari fær dóm mánadagin
Bilurin hjá tí ákærda
bilføraranum fekk stóran
skaða, tá ið stoytti saman við
ein mótkoyrandi bil uttan
fyri Café Natúr náttina til
mánadagin 8. august í ár.
Mynd: Eirikur Lindenskov
Eitt yvirlit frá
Landsverki um
vetrarferðsluna
vísir, at nýtslan av
píkadekkum og
summardekkum er
fallandi, meðan talið
av vetrardekkum er í
støðugum vøkstri.
Ferðsla
Snorri Brend
Dekk: Hetta er tíðin tá
nógvir bilførarar skifta - ella
kanska longu hava skift - til
vetrardekk.
So skjótt sum fyrsti kavin
kom høvdu dekksølurnar
meiri enn úr at gera við
tænastuni at skifta dekk.
Og onkustaðni hevur ein
eisini fingið sær eitt serstakt
dekkhotell.
Tað eru kortini ikki
allir bilførarar sum skifta
frá summardekkum til
vetrardekk: Yvirilitið frá
Landsverki vísir nevniliga,
at tað vóru 27 % av bilun
um sum koyrdu við summar
dekkum seinasta vetur.
Einki verður sagt um
hvagani júst hetta talið stavar,
men tað er tó ein sannroynd
at vegirnir verða rættiliga
væl saltaðir í Havn.
Hinvegin so vísir yvir
litið, at flestu bilarnir við
píkadekkum finnur ein
í Norðstreymoy, meðan
flest vetrardekk eru at
finna á bilum í Vágum og
Eysturoynni.
Kanningin hjá Landsverki
varð gjørd í desember mánaði
í fjør og eisini í februar og
apríl í ár. Kannaðir vórðu
28 % av teimum íalt 20.367
persónbilunum í landinum.
Hugt varð eftir bilum á
støðum kring alt landið,
har nógv akfør eru, t.d. við
stór parkeringsøkir, skúl
ar, fiskavirkir, stórar hand
ilsfyritøkur og aðra staðni.
Salting
Henda forvitnisliga kann
ingin vísir greitt, hvussu
føroyingar hava skøtt bilar
sínar tey seinastu 15 árini.
Hyggur ein t.d. eftir nýtsl
uni av píkadekkum, so er
henda lækkað úr 44% í 1997
niður í 38% seinasta vetur.
Hetta sama ger seg
galdandi fyri nýtsluna av
summardekkum, sum í sama
tíðarskeiði er farin úr 40%
og heilt niður í 27%.
Hinvegin so hevur nýtslan
av vetrardekkum verið
alsamt hækkandi í sama
tíðarbili - úr 16% í 1997 til
heili 36% farna vetur.
Sagt verður, at hóast nógvir
føroyingar skøða bilar sínar
við píkadekkum, so er talið
kortini munandi lægri enn í
grannalondum okkara. - Og
hetta hendir, hóast vit eisini
salta minni enn grannalond
okkara, sigur Landsverk.
Flest
píkadekk í
Norðstreymoy
Føroyskir bilførarar skøða bilar sínar
væl. Flestu píkadekk eru í Norðstreymoy,
meðan flestu vetrardekkini eru í Vágum og
Eysturoy
(savnsmynd)