Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 6. desember 2005 7 Tele­fon­ prís­ir í botni Íslendska Ringo Spar eru nú á føroyska marknaðinum við metlágum telefontakstum tá talan er um samrøður til útlandið. Fyri at nýta skipanina krevst bara, at serligt talutíðarkot verður keypt. Á talutíðarkortinum, sum er áljóðandi 100 ella 200 krónur, er eisini loynital, og hetta skal nýtast, tá ringt verður uttanlands. Ringjast skal umvegis telefon-støðina hjá Ringo Spar, og síðani verður loynitalið tøppað inn. Eftir at hava ringt til útlendska nummarið verður upplýst, hvussu nógv talutíð nú er eftir á kortinum. Og so kann leggjast afturat, at prísirnir á útlendsku samrøðnum eru sera lágir. Av faldaranum, sum felagið hevur gjørt, framganga prísirnir til hópin av londum, og úr rúgvuni kunnu nevnast, at 100 krónur í talutíð røkka til 270 minuttir talutíð til Danmark ella Týskland. 130 minuttir til Íslands ella hvat við 40 minuttum til Bahama? Talan er í øllum førum um sera lágar prísir. Hartil hava kortini tann fyrimun, at eitt kort, sum er keypt í Føroyum, eisini kann brúkast í Íslandi og Danmark. Íslendska IpNet, sum stendur fyri Ringo Spar kortunum, hevur gjørt avtalu við Kall um sølu av talutíðarkortunum. Kortini verða sostatt til sølu á øllum støðum, sum framman undan eisini selja Kall-talutíðarkort. -mørk Fríggjakvøldið varð jólatræið í Klaksvík á fyrsta sinni tendrað niðanfyri Gamla Kirkjugarð. Har er nú eitt rættiliga snøgt og rúmligt flísalagt øki gjørt við vøkrum blómukassum runt um. Hópin av folki var samankomið hesa løtuna, jólatræið varð tendrað, har Ungdómshornorkestrið spældi jólaløg og Gunvá við Keldu, formaður í Mentanarnevndini, helt røðu. Aftaná bjóðaðu jóla­ menninir karamellur, og borð var dekkað við kaffi og køkum. Ein sera hugnalig løta við dýrdarveðri og hópin av fólki í røttum jólahýri. Fólk vóru øll samd um, at nýggja staðið tekur seg væl út og er sera hóskandi, tí træið nú sæst nógv betur frá Biskopstøðgøtu, Gerða­ gøtu og Klaksvíksvegi, og kemur tað sostatt nógv betri til sín rætt. Nú er bert at skunda sær at fáa alt økið liðugt rundan um Gamla Kirkjugarð, so hetta staðið í Klaksvík kann vera byrjanin til ein rættiliga miðbý. ave Jólatræið á nýggjum stað Klaksvík GBOB Tá bólkurin Life’n’Joy, ið umboðar Russland í GBOB finaluni, lendi í Heathrow stóð løgreglan fyri teimum, og gittarleikarin Andrev Efimenko varð lagdur í hondjørn og koyrdur í geglið, fyri at hava gjørt seg inn á eina flogternu. Hann slapp tó leysur morgunin eftir, tá løgreglan gjørdist varug við, at tey høvdu tikið galnan mann. Hann er nú til reiðar, saman við bólki sínum at kappast ímóti okkara egna Marius. nud Tá Marius úr Føroyum skal kappast við 23 aðrar bólkar um heiðurin heimsins besti nýggi bólkur í The Global Battle Of The Bands í London Astoria mikukvøldið frá 19-24. Hava eisini tey, ið ikki eru í London møguleika at fylgja við. Á heimasíðuni www. livegigsonline.com ber til fyri 4 £ at síggja finaluna í GBOB. Hon verður send beinleiðis, men um tú einaferð rindar tey 4 £, kanst tú hyggja eftir finaluni so ofta, sum tú vilt, umframt hetta kemur sjálvandi gjaldið til alnetveitaran fyri at taka sendingina niður. Hevur tú ikki hug til ella møguleika fyri at síggja finaluna á heimasíðuni, verður planet. fo eisini á staðnum, og vit skriva sjálvandi frásagnir frá finaluni. nud Russ iskur gittar­ leikari endaði í geglinum Fylg við í GBOB finaluni á alnetinum Myndir: Dávur Winther