týsdagur 6. desember 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 234 - 6. desember 2005
Messias II. Synd
drepur Guð er fyrsta
bókin eftir unga
skaldið Elias Askham.
Hann hevur áður
gjørt vart við seg sum
stuttsøguhøvundur,
men hevur nú av
álvara latið sítt fyrsta
íkast til føroyska
bókaútgávu.
Skaldsøga
Skaldsøgan er dagbók eftir
Ádam Guðmundsson, eitt
neyðardýr, ið líður av bæði
lívsleiði og stórlætisørskapi;
hann kennir seg sum fremm
andan í tilveruni, og tó hevur
hann sæð sannleikan aftan
veruleikan: at lív okkara eru
meiningsleys.
Meistaraverkið
Hansara søga leggur fyri
við tí, at hann støkkur upp
úr svøvni – eftir at hava havt
eina so andstyggiliga marru,
at hann gerst ræðslusligin
fyri sær sjálvum – og so
við og við læra vit hann og
hansara marrur og óttar at
kenna. Men tað er ikki tað
einasta – nei, hartil er hann
nívdur av sorg. Tí tá hann fór
undir at skriva dagbókina,
hevði Eva, hansara tvíbura
systir, ið hevði beint fyri
sær sjálvari, longu ligið
undir grønu torvu í næstan
eitt hálvt ár. Men sum søg
an líður, avhyljast okkum so
spakuliga, hvør er atvoldin
til sjálvmorðið hjá Evu, og
Ádam sannkennir, hvussu
hann skal bera seg at fyri at
koma sær undan síni fremm
andagerð: at hann noyðist at
ríva sjúkuna upp við rót; við
einum so andskræmiligum
ilskubragdi, ið heimurin
aldri hevur skoðað fyrr, skal
Ádam taka burt upphavið.
Sum hann sjálvur tekur til:
“Men bíða tú bara, og tú
fært heiðurin av at hoyra
Mítt verk; Mítt myrka og stór
sligna meistaraverk, ið fer at
runga í hvørjum avkróki av
heiminum – og skaka hvørt
mansbarn, ið her livir.”
ave
Hann vil helst
ikki líkjast øðrum
málarum og sær
hvønn málning sum
eitt nýtt eksperiment.
Ungi listamaðurin
Ingi Suni Jacobsen
sýnir í løtuni 11
málningar fram í
Mentamálaráðnum
Listaframsýning
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hetta seinasta árið hevur 29
ára gamli listamaðurin Ingi
Suni Jacobsen verið serliga
virkin. Hann hevur longu
havt fleiri frámsýningar í ár,
sýnir í løtuni fram í Menta
málaráðnum og arbeiðir
harumframt við enn eini
framsýning, sum verður at
síggja á Café Jinx fyrst í
komandi ári.
Litir og kenslur
Málningarnir hjá Inga Suna
eru abstraktir og óvanliga lit
sterkir. Sjálvur sigur hann,
at hann roynir at útrykkja
vitalitet og styrki í sínum
málningum, sum hann ann
ars letur verða opnar fyri
øllum tulkingum.
- Áskoðarin skal kunna
leggja sínar egnar kenslur í
málningarnar, tí eg vænti, at
tey flestu kenna seg aftur í
kenslunum, eg royni eg fáa
fram, sigur Ingi Suni.
Hóast Ingi Suni viðurkenn
ir sín íblástur frá Salvador
Dali og van Gogh, leggur
hann seg ikki eftir at líkjast
øðrum málarum. Slíkt gevur
lítla meining, heldur hann,
tí tá talan er um list, verða
ongir málningar eins. Held
ur leggur hann seg eftir
at menna sín heilt egna,
eksperimenterandi stíl, har
tað spontana og improviser
aða sleppa at stýra gongd
ini.
- Hesin málihátturin hevur
við sær, at eg alla tíðina
royni umaftur, og at nógvir
málingar fara burtur, tí teir
ikki kunnu brúkast, sigur
Ingi Suni.
Frumevni
Myndevnini hjá Inga Suna
taka ofta støði í teimum
fýra frumevnunum: eldur,
luft, vatn og jørð, men
íblásturin kann koma nógva
staðni frá. Til dømis var tað
lagið “Suzanne” hjá Leo
nard Cohen, sum kveikti
málningin “Sólin og basalt”.
Ì lagnum hjá Cohen er tað
havið og sólin, sum ganga
aftur, meðan Ingi Suni hevur
valt at lata basaltið geva
málninginum ein føroyskan
dám.
Ein av teimum meir
kendu málningunum hjá
Inga Suna, “Lívsins Træ”
ímyndar eisini tað alfevnda
og grundleggjandi. Hesin
málningurin verður um ikki
so langa tíð at síggja sum
jólakort.
Í løtuni gongur Ingi Suni á
listaskeiði, har hann serliga
tekst við at blanda litir. Eisini
er hann farin at royna seg
við at mála við spartli fyri
at geva listarliga strokinum
ein lættari dám. Fleiri av
málningunum, sum eru at
síggja í Mentamálaráðnum
eru málaðir við spartli.
Um sínar framtíðarætlanir
sigur Ingi Suni, at hann
áhaldandi roynir at menna
seg sum málari við at mála
hvønn dag.
- Dreymurin er framvegis
at fáa mína egnu málistovu,
har eg kann royna meg í friði
og náðum. Og so sjálvandi
at gerast ein viðurkendur
málari, sigur Ingi Suni við
einum speiskum smíli.
”Læknar
í 1800-
árunum”
Í kvøld heldur Elin
Súsanna Jacobsen,
søgufrøðingur, fyri
lestur í Býráðssalin
um í Klaksvík undir
heitinum “Læknar
í 1800-árunum, ein
embætismannastætt
í menning”
Setrið á ferð
Um aldaskiftið 1800 var
ansurin fyri fólkaheils
uni vaksandi. Í Norð
urlondum eins og aðra
staðni í Evropa vóru karm
ar lagdir fyri miðvísum
heilsupolitikki, m.a. við
at seta fleiri alment løntar
læknar og ljósmøður, og
tað almenna gekk á odda
við at byggja sjúkrahús
og skipa fyri sjúkufyri
byrgjandi tiltøkum. Eisini
í Føroyum varð um hetta
mundið roynt at samskipa
og økja tær almennu heilsu
tænasturnar. Landsins
lækni fekk ábyrgd og
myndugleika til at hava
umsjón við fólkaheilsuni
í víðari merking.
Í hesum fyrilestri verð
ur evnið, hvørja ávirkan
henda heilsupolitiska
stevna fekk á lækna
tænastuna í Føroyum, á
týdning læknanna í sam
felagnum og menning
av læknaembætum fram
gjøgnum 1800-árini.
Elin Súsanna Jacobsen
er lektari í søgu á Søgu-
og Samfelagsdeildini.
Hon hevur skrivað bók
ina “Slóðir í heilsuverk
søguni”, sum Føroya
Fróðskaparfelag gav út í
fjør. Elin Súsanna fekk
í 1996 Ph.D. heiti við
Århus Universitet fyri
ritgerðina “Rúsdrekka -
siðir og ósiðir”.
Fyrilesturin er almennur
og byrjar kl. 20 týskvøldið
6.desember.
ave
Elin Súsanna Jacobsen
Stórlætisørskapur og lívsleiði
Elias Askham: Messias
II. Synd drepur Guð,
Mentunargrunnur
Studentafelagsins, 2005
Eksperimenterandi listamaður
Listamaðurin Ingi Suni Jacobsen leggur eg eftir at menna sín
heilt egna spontana og improviseraða stíl
Málningurin “Sólin og basalt” er kveiktur av
lagnum “Suzanne” hjá Leonard Cohen
Ætlandi verður málningurin “Lívsins Træ” nú
gjørdur til jólakort
“Hurðin inn til ævinleikan”