týsdagur 6. desember 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 6. desember 2005
9
Barnabókin, ”Ein
hundur, ein ketta og
ein mús”, er innstillað
til bókavirðisløn
Útnorðurráðsins
2006. Hetta avdúkaði
føroyska ummælis
nevndin alment á
tíðindafundi í Miðla
húsinum í Vágsbotni
mánakvøldið
Innstilling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er Bókadeild Føroya
Lærarafelags, ið hevur givið
út barnabókina, sum 33 ára
gamli, Bárður Oskarsson,
hevur skrivað og prýtt við
myndum.
Bókin kom út í 2004 og
ummælisnevndin, sum er
mannað við Helenu Dam
á Neystabø, Oddfríði Ras
mussen og Oddvør Johansen,
heldur, at barnabókin hjá
Bárði bæði í teksti og mynd
um er nýskapandi í føroysk
um bókmentum.
Vent á høvdið
- Tað er klassiskt, at hundurin
er óvinur við kettuna, og at
kettan er óvinur við músina
– og enntá etur hana, um
hon er svong. Bárður Osk
arsson hevur viðgjørt hetta
klassiska evnið og hevur vent
tí á høvdið, sigur ummælis
nevndin.
Tað var í 1999, at Útnorð
urráðið samtykti at stovna
eina barna-og ungdóms
bókavirðisløn í útnorði
– Føroyum, Íslandi og Grøn
landi.
Annaðhvørt ár verður
soleiðis besta bara-ella
ungdómsbókin vald í Føroy
um, Íslandi og Grønlandi, og
millum hesar tríggjar bøk
urnar, sum verða innstillaðar,
verður ein vinnari valdur.
Virðislønin er 60.000 krón
ur, og haraftrat vil Útnorð
urráðið hjálpa til at skipa fyri
útgávu av vinnarabókini í
útnorði og í norðurlondum.
At kveikja
Endamálið við virðislønini
er at menna og kveikja
áhugan hjá rithøvundum at
skriva bókmentir fyri børn
og ung.
Eisini vil Útnorðurráðið
menna samband og eina
kenslu av felagsskapi millum
londini í útnorði og slóða
fyri, at børn og ung í hesum
londum fáa meira at vita um
bókmentir og mentan hjá
hvørjum øðrum, bæði innan
og uttan skúlagátt.
- Virðislønin ber vónadi
í sær, at fleiri bøkur verða
umsettar til íslendskt, før
oyskt og grønlendskt mál
eins og til skandinavisk
mál.
Ummælisnevndin vísir á,
at ein fyritreyt fyri, at ein
vinnarabók kann finnast
er, at handritið verður týtt
til bæði grønlendskt og
íslendskt.
- Hesi handrit eru sjálvsagt
til taks, um tað eydnast feløg
unum at fáa forløg í øðrum
londum at geva bøkurnar
út.
Íslendskar bøkur
Virðislønin er higartil latin
tvær ferðir, og báðu ferðirnar
hava tað verið íslendingar,
sum hava vunnið prísin. Ís
lendsku bøkurnar eru eisini
komnar út í Føroyum.
Ummælisevndin sigur, at
í ár skuldi besta barna-og
ungdómsbókin veljast mill
um bøkur, sum eru útkomnar
í tíðarskeiðnum, 1. januar
2003 til 1. januar 2006.
- Talan skal vera um upp
runabók, og tað merkir, at
endurútgávur av eitt nú ævin
týrum ella søgum ikki verða
tiknar við í metingini.
Men hví eru so hesar reglur
staðfestar í reglunum?
- Jú, endamálið við hesum
er at eggja høvundum at
skriva nýggjar bøkur, sigur
ummælisnevndin, sum hevur
innstillað bókina hjá Bárði
til virðislønina fyri 2006.
Framsýning
Føroysku bøkurnar, sum
áður hava verið innstillaðar
til virðislønina, eru Kuffi
eftir Brynhild Andreassen
og Loppugras eftir Sólrun
Michelsen.
Saman við innstillaðu bók
ini hjá Bárði Oskarsson, ”Ein
hundur, ein ketta og ein mús”,
vórðu nógvar aðrar barna-og
ungdómsbøkur vístar fram í
Miðlahúsinum mánadagin,
eitt nú hesar báðar, sum áður
eru innstillaðar.
- Tað er okkara vón, at
bókavirðisløn Útnorðurráð
sins kann eggja føroyskum
rithøvundum at taka táttin
upp at skriva barna-og ung
dómsbøkur, sigur ummælis
nevndin.
Tað var Helena Dam á
Neystabø, sum førdi orðið
vegna ummælisnevndina
á tíðindafundinum í Miðla
húsinum mánadagin.
Hendrik Old, løgtings
maður, sum í løtuni er formað
ur í Útnorðurráðnum, var eis
ini við á tíðindafundinum,
og tað vóru foreldrini hjá
høvundanum, Hermann og
Anna Maria, eisini.
Um giraffar
Niels Jákup Thomsen á
Bókadeild Føroya Lær
arafelags var eisini við á
tíðindafundinum, og hann
visti at siga, at bókin hjá
Bárði um hundin, kettuna
og músina verður umsett til
eitt nú franskt.
Hann visti eisini at siga,
at Bárður arbeiðir við eini
nýggjari bók, sum kemur
út komandi ár, og hendan
bókin er um giraffar.
- Í løtuni er heitið á bókini,
”Poul – hin kuli giraffurin”,
segði Niels Jákup Thomsen,
sum ikki duldi, at hann
heldur nógv um avrikini hjá
unga høvundanum.
Helena Dam á Neystabø
greiddi eisini frá, at umframt
at verða við í kappingini um
virðisløn Útnorðurráðsins,
kunnu bøkur, sum verða
innstillaðar til virðislønina,
nú eisini prýðast við einum
merki, sum sigur frá, at
bókin er innstillað til hesa
virðisløn.
Í Føroyum, Íslandi og Grøn
landi situr ein trímannað
ummælisnevnd og nevndin,
sum tekur støðu til virðisløn
Útnorðurráðsins, er mannað
við einum umboði úr hvørj
um landi.
Barnabók hjá Bárði
Oskarsson innstillað
til virðisløn í útnorði
Í føroysku ummælisnevndini sita Oddfríður Rasmussen, Helena Dam á Neystabø og Oddvør
Johansen. Ein av teimum trimum verður við í nevndini, sum skal taka støðu til, hvør fær
virðisløn Útnorðurráðsins
Mynd: Vilmund Jacobsen
Rithøvundurin, Bárður Oskarsson, var ikki við á tíðindafundinum, tí hann er ikki heima. Men
tað vóru foreldur hansara, Hermann og Anna Maria, í staðin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hendrik Old, formaður í Útnorðurráðnum, var eisini við á
tíðindafundinum í Miðlahúsinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Niels Jákup Thomsen, Bókadeild Føroya Lærarafelags, visti at
siga, at barnabókin hjá Bárði nú verður týdd til franskt
Mynd: Vilmund Jacobsen