Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 234 - 6. desember 2005 Í seinastu viku fekk altjóða samfelagið tvær áminn­ ingar. Hesa var bæði altjóða AIDS dagur og altjóða dagur hjá rørslutarnaðum. Taka vit síðstnevnda evn­ið fyrst, so vórðu vit her Føroyum mint á, at enn er langt eftir á mál, tá tað ræður um at tryggja rørslu­tarnaðum góðar atkomumøguleikar í almenna rúminum. Allastaðni, har tann rørslutarnaði vendir sær, eru forðingar. Trappur og høgar gáttir, ongar lyftur, vánalig toalettviðurskifti og trupulleikar við almennum fluttningsførum á sjógvi og landi. Í fleiri ár hevur verið funnist at hesum vánaligu viðurskiftum, men sama ger. Her hendir alt ov lítið. Her má nú henda nakað heilt skjótt, tí henda vána støðan er stór skomm fyri tær almennu Føroyar. Eisini vit her á blaðnum mugu taka í egnan barm. Tað er alt annað enn lætt hjá einum persóni í koyristóli at koma inn í Miðlahúsið. Vit fara tí í næstum at bøta um hetta, og vit vóna, at vit um ikki alt ov langa tíð kunnu fáa hesi viðurskifti í rættlag. Hin áminningin, sum heimurin fekk, snúi seg um eyðkvæmi ella AIDS, sum flestu fólk nú siga. Vána­ liga støðan úti í heimi bara stendur við og versnar. Serstakliga í Afrika fyri sunnan Sahara er støðan heilt út av lagi vánalig. Milliónir eru smittað, 3 milliónir av børnum hava mist foreldrini. Eitt heilt ættarlið er um at hvørva. Her er ikki bert talan um ein ómetaligan menniskjansligan sorgarleik. Her er eisini talan um eina búskaparliga vanlukku. Tá tað mesta av einum ættarliði í arbeiðsførum aldri hvørvur, fær hetta ógvus­ ligar fylgjur fyri framleiðsluna. Úrslitið er kreppa og hungur. Hartil kemur, at eingin er at uppala børnini tíansheldur at uppihalda børnunum. Sorgarleikurin er mestsum fullkomin. Altjóðasamfelagið hevur higartil ikki megnað at hjálpt so mikið til, at sjúka er steðgað. Hetta er tó ikki bert t.d. ST fyri at lasta. Hetta hevur eisini nakað at gera við mentanarlig og politisk viðurskifti í Afrika. Stjórnirnar í harðast raktu londunum hava ikki viljað sæð veru­ leikan í eyguni. Tað er tískil alt ov lítið gjørt fyri at upp­ lýsa um smittuvandar og um fyribyrging. Nú tykist tó, sum vend er komin í og serstakliga suðurafrikanska stjórnin er av álvara farin í hernað móti AIDS og HIV. Men vesturheimurin hevur eisini sína ábyrgd av sorgarleikinum. Fátæku londini høvdu ikki ráð at keypa heilivág og heilivágsfyritøkurnar vildu í fyrstu atløgu ikki loyva framleiðslu av bíligum kopiheilivági. Tað eydnaðist til endans ST at noyða risafyritøkurnar at loyva søluni av bíligum vælvirkandi heilivági til menningarlondini. Hetta hendi bara so seint, at skaðin var hendur í hvussu so er í Afrika. Nú eru tó glottar at hóma, men enn er langt á mál. Vesturheimurin hevur her eina stóra moralska ábyrgd og vónandi fara ríku londini at liva upp til hesa ábyrgd. DAGSINS MEINING Sosialurin Tvær áminningar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hans David Nielsen Sørvágur Vit hava bæði sæð og hoyrt tað so mangan fyrr, hettar her at okkara fólkavaldu ikki tora at taka eina rætta avgerð tá trýst kemur á teir. Nú hendan antidiskrimi­ neringslógin ella hvat man nú einaferð skæl kalla tað, er so framm­ar­laga í kjak­i­n­um, so sita nógvir av okk­ara fólka­ valdu og skattasúgvarum og venda høvdið burtur, alt meðan teir eru skorreyðir í fjesinum, ikki av illsinni men av ótta fyri, hvat lagnan hjá teimun verður til næsta val, og um teir fáa 4 ár meira til at súgva lummarnar hjá tí einstaka skattgjaldaranum, ella um ein uppøst kristilig samkoma fer at forkoma teim­um hesa góðu inntøku. Nú diskrimineringslógin kom á tingborð, og ikki sýn­ ist at blíva samtykt í ting­ inum, munnu mong hugsa aftur á kanningina, sum ein av fjølmiðlunum gjørdi fyri ikki so langari tíð síðan, har hvør einstakur tingmaður varð spurdur, hvat hann hevði at­kvøtt, um lógin kom á ting­borð, og minnast vit øll, at lógin tá hevði kom­ið spæl­ andi ígjøgnum í tinginum. Men nú álvara skal vera í, hvønn knapp trýstast skal á, stinga summir høvdið í sandin og tora ikki at standa við tað, sum teir søgdu við fjølmiðlarnar fyri kortum. Allarhelst er sperðil komin í, tí hesir polittikkarar eru bebbaræddir fyri fólksins dómi til næsta val, eru helst hóttir av andaligum fanat­ ikarum, at taka teir ikki ann­að skinn um bak ja so rík­ur ein trygg inntøka av sveitt­andi skattapengum hjá mill­um annað teimum sam­ kyndu, sum jú eru líka fyri lógini, tá tað ræður um at at rinda skatt. Haldi annars at tey samkyndu burdu fing­ ið ein slags frádrátt í inn­ tøkuni, tí tey spara land og kommunur fyri hópin av út­reiðslum fyri millumannað barnagarðspláss, sum jú ikki hanga á trøunum í hesum døgum. Eg dugi ikki í mínum vill­ asta fantasi at síggja, hví uppskoti já Finni og Anitu er so ringt at taka undir við hjá tingfólki. Tað snýr seg jú bara um at verja ein minnilutabólk frá at vera úthongdur og niðurgjørdur av millum annað ávísum ting­­monnum. Tað skuldi ikki veri so ringt at svølgt, ting­ menn eru jú sjálvir vardir av bæði einum og øðrum, so tað er ikki lukkuligt at traðka teir ov fast á tærnar. Ja, sjálvt løgregluna kunnu teir biðja ríða og reisa, um hon skuldi komið á gátt. Tosað hevur verið nógv um at liva rætt og at liva eft­ir tí, sum várharra vil hava okkum at gera og ikki gera, og ofta hevur Bíblian verið brúkt at duka fólk í høvdið við, tá tey av eini ella aðrari orsøk ikki passa inn í tað samfelag, sum ávísir andaligir bólkar halda seg hava fingið sum gávu frá skap­aranum. Eg haldi, at hesi, sum eru kristin, skuldu heldur apað seg meir eftir høvuspersóninum í Bíbliuni, tí hann var ikki nakað haturfult ella dømandi menniskja, tá hann gekk her á foldum fyri góðum 2000 árum síðani. Hann tók øll fólk til sín, óansæð um tey vóru samkynd, drankarar ella skøkjur fyri tann sak skuld. Øll skuldu hava loyvi at liva, og øll vóru vælkomin at fylgj­ast við honum, har var ikki gjørdur mannamunur á nøkrum. Til seinast fari eg inniliga at heita á tey, sum velja hes­ ar bangnu og følsku pro­fetar inn á ting, um at hugsa seg væl um til næsta val, og held­ ur velja menn og kvinnur inn á ting, sum tora at standa við tað, sum tey siga uttan fyri tingsins gátt, og ikki velja vattnissur sum bara hugsa un atkvøður og ta feitu lønina, sum tey heysta hvønn mán­ að. Bangnir polittikarar Jenis av Rana Lat meg sleppa at berjast - soleiðis ljóðar yvirskriftin til hugleiðingar, sum skyld­ maðurin og rithøvundin Stein­bjørn B. Jacobsen ber fram í Dimmu leyg­ar­dag­ in. Har viðger hann m. a. ym­iskar støðutakanir til homo­­sexualitet, Bíbliulesan og tung­u­talu. Millum annað nevnur hann bíbliukøn fólk, ið meta, at Bíblian ongantíð skuldi verið deild sundur í vers - og síðani viðger hann tungutalu. Hann greiðir frá lestri sínum av fyrra Korintbrævi kap. 14., og bráddliga velur høv­ undin eitt ørindi burturúr mong­um, ið Paulus skrivar um hesa náðigávu Andans. Orðarætt skrivar hann: … jú, Paulus umtalar sanni­­liga tungutalu, hann for­døm­ir tað ikki, helst tí at fleiri í Korint brúktu henda sið í teirra heidnu guds­dyrk­ an, men hann sigur eis­i ni í sama brævi, at hann heldur vil tala fimm orð við skili sínum enn tíggju túsund orð í tungu. Lat niðurstøða Steinbjørns um heidnu guðsdyrkan Korint­­manna fara, men fyri rætt­leikans skuld loyvi eg mær at endurgeva onnur ør­indi úr sama kapitli, sum vísa okkum greiðu hugsan Paulusar um tungutalu og hvønn týdning hendan hevði fyri hann. Vit lesa: … tann, sum talar í tung­ um, uppbyggir seg sjálvan.. … eg vildi væl, at tit allir talaðu í tungum, men fyrr, at tit profeteraðu. … eg takki Gudi - eg tali meiri í tungum enn tit allir.. … tá ið tit koma saman, hevur hvør tykkara sítt: Sálm, læru, opinbering, tungu­talu, útlegging - latið alt vera til uppbygging! … nú, brøður mínir, tráið tá eftir at profetera, og forðið ongum at tala í tungum! Lat meg bert leggja afturat, at ikki bert eg, men óivað øll, sum kenna til at tala í tungum, munnu skilja, hví Paulus takkar Gudi fyri, at honum untist at tosa ”meira í tungum enn teir allir”. p.s. Til umhugsunnar viðvíkjandi tí at taka einstøk ørindi burt­ ur úr heildini. Tá Jesus í synagoguni í Nazaret endur­ gav úr bók Esajasar kap. 61, tá steðgaði Meistarin mitt í ørindi 2!, legði bókina saman og flutti fram røðu sína. Ræðst ikki tungutalu - Steinbjørn!