týsdagur 6. desember 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 234 - 6. desember 2005
Hans Jacob Justesen,
Klaksvík, andaðist í
heiminum leygardagin
3. desember, 93 ára
gamal. Farið verður úr
kapellinum týskvøldið
klokkan 18 heim í Bet
esda. Jarðarferðin verður
mikudagin klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast
Hans Jacob kunnu
lata Akrinum eina pen
ingagávu. Konto í pen
ingastovunum.
Axel Haraldsen, Tórs
havn, ættaður úr Sørvági
andaðist 5. desember, 59
ára gamal. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Anders
Mosbjerg
Christensen í Vági
andaðist 4. desember á
Ellisheiminum á Tvør
oyri, 78 ára gamal. Kist
an fer úr kapellinum hós
dagin klokkan 17.30.
Jarðarferðin verður úr
Vágs kirkju fríggjadagin
klokkan 13. Sungið
verður úr sálmabókini.
Marjun
Skaale
Dánjalsdóttir fór til
gravar úr Berøa og út
í kirkjugarðin á Nesi
týsdagin kl. 13. Tey,
sum
vilja
minnast
Marjun, kunnu geva
eina peningagávu til Før
oya Felag Móti Krabba
meini.
Ole Johannes Olsen,
vanliga nevndur Jóannes,
ættaður úr Skopun,
búsitandi í Nyker á
Bornholm, andaðist 5.
november í Hantsholm,
39 ára gamal.
Jarðarferðin verður
leygardagin 10. des
ember kl. 11.00 úr kapell
inum í Rønne.
Andlát og jarðarferðir
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvss etanir o.t.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at okkara elskaði pápi, sonur og beiggi
Ole Johannes Olsen
Vanliga nevndur Jóannes
Ættaður úr Skopun, búsitandi í Nyker á Bornholm,
andaðist í Hanstholm 5. november, 39 ára gamal.
Jarðarferðin verður leygardagin 10. desember
kl. 11.00 úr kapellinum í Rønne,
Sønder Allé 22, 3700 Rønne.
Fyri tey avvarðandi
Børnini, mamma, pápi og systkin
Blái Kross ur Føroya hevur
sett Sjúrð Johannesen í
starv frá 1. januar 2006, har
hann kemur at arbeiða við
fyribyrgjandi og upplýsandi
arbeiði.
Sjúrður er útbúgvin sosial
ráðgevi í Århus í 1989. Hann
hevur síðan arbeitt fýra ár á
Almannastovuni og 10 ár hjá
Barnaverndini í Tórshavnar
komm unu. Í hesum sambandi
hevur Sjúrður verið nógv úti
og havt fyrilestrar á skúlum
og øðrum stovnum.
Sjúrður er 44 ára gamal,
føddur og uppvaksin í Havn.
Hann er giftur og eigur trý
børn.
Í desember 1975 kom
nýggja bilferjan SAM II
til landið. Tað var Alfred
Olsen í Vestmanna, sum
hevði latið ferjuna byggja
til ferðafólka- og bilflutning
um Vestmannasund - millum
Vestmanna og Oyrargjógv.
SAM II avloysti SAM I,
sum tá hevði siglt um Vest
mannasund síðan 1969.
SAM I varð síðan seldur til
Orknoyar.
SAM II, ið tekur 20 bilar
og 150 ferðafólk, var 1. apríl
1976 yvirtikin av Føroya
Landss týri. Keypsprísurin
var 6,2 mill. krónur.
Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór
1976
Sjúrður Johannesen, Hoyvík:
Settur í starv hjá Bláa Krossi Føroya
Fyri 30 árum síðan:
Nýggj bilferja til sigling
um Vestmannasund
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum við gávum,
blómum, telegrammum og uppringingum
gleddu meg á 70 ára føðingardegnum.
Somuleiðis tøkk til tykkum øll, sum komu
inn á gólvið og gjørdu mær dagin so
hugnaligan.
Bestu heilsur
Søster Olsen