týsdagur 6. desember 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 6. desember 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðarpørum,
sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis
Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsanir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
Dagurin í morgin
7. desember. Agaton, deyður ár 250. Rómverskur her
maður, sum var kristin og varð tikin av døgum, tá ið
Decius var keisari. Grikska navnið merkir góður.
Hesir vóru konfirmantarnir í Havnar kirkju 4. oktober 1908:
Hans Nicolaj Flemming Christiansen, David Einar Djurhuus, Emil Christian Martin Frits Rubeksen, Hans Pauli Hansen,
Johannes Sofus Olsen, Thomas Edvard Frederik Joensen, Marie Arge, Anna Cathrine Elisabeth Arge, Alvilda Vægter,
Johanne Petersen, Dania Einarsson, Billa Johanne Pouline Hansen og Frida Juline Udbø, (øll úr Havn), Andrea Marie
Eide, Inga Susanne Magdalene Hansen, Hans Pauli Danielsen (øll úr Nólsoy), Johannes Theodor Jacobsen (Borðan),
Kleafanie Svanhilda Dagmar Reinert (Norðradalur), Rachel Frederikke Marie Petersen (Kaldbak), og Marna Marie
Hansen (Syðradalur). 20 vóru konfirmantarnir, meðan 19 eru á myndini.
Einastu konfirmantarnir vit kenna eru: Nr. 3 (standandi aftast) Andrea Marie Eide (Nólsoy), gentan (t.h. frá Mariu
Eide) er Inga Susanne Magdalene Hansen (Nólsoy) og drongurin (beint aftan fyri Ingu) er Johannes Theodor Jacobsen
á Borðuni.
Vónandi kunnu lesararnir hjálpa okkum við at fáa restina av nøvnunum upp á pláss. Vinarliga ringið til Birgar Johannessen
á tlf. 314647 ella 214647.
Sóknast eftir konfirmantamynd frá 1933
Er tað nakar sum hevur myndina av konfirmantunum um heysti 1933?
Hesir vóru konfirmantarnir. Arnóra Evensen, Inge Lützen, Helga Julia Skarðhamar, Ása Valborg Christiansen, Anna Juline
Thomassen, Turid Elisabeth Thomsen, Sofie Helene Egholm, Marta Olevine Julie Viðstein, Anna Fríðrika Rasmussen,
Dagny Elise Hansen, Nancy Petersen, Ingolf Daniel Jacobsen, Meinert Sofus Andreasen, Joen Pauli Joensen, Poul Harry
Rubeksen, Gunnar Waagstein, Johannes Joensen, Júst Djurhuus, Christian Ludvig Sigurd Samuelsen, Charlie Arnold
Vilhelmsen Adelhardt Telling, Árni Finnur Árnason Helmsdal, Peter Hans Sørensen, Evald Sibil Arne Joensen (øll úr Havn),
Johan Esberg Simonsen (Hoyvík), Regin Dahl (Sandagerði), Poul Frederik Poulsen, Jens Ferdinand Poulsen, Christen
Severin Holm og Gudmundur Danielsen (øll Nólsoy), og Henni Oline Kristine Marie Simonsen (Norðradalur).
Um onkur hevur ella veit um onkran sum eigur myndina av hesi konfirmatiónini, verða tey biðin um at ringja til Birgar
Johannessen á tlf. 314647 ella 214647.
Tórshavnar alfrøði:
Konfirmantar í oktober 1908
Danska fakblaðið
"Fagbladet 3F" hevur
í fleiri greinum
víst á, at nógvir
pensionistar, sum fyrr
hava arbeitt í øðrum
Norðurlondum,
ikki fáa ta pensión
teir hava rætt til.
Spurninurin er, um
føroyingar eisini hava
hendan rætt
Eftirløn
Lena R. Guttesen
Magnus Gunarsson
Í 1946 gjørdu Danmark og
Svøríki eina skiftisavtalu í
samband við arbeiðsmegi í
báðum londunum, og í 1954
samdust Danmark, Svøríki,
Norra, Finland og Ísland um
at seta á stovn ein opnan
arbeiðsmarknað.
Sambært hesi avtalu
hava pensionistar, sum
fyrr hava starvast í øðrum
Norðurlondum í trý ár,
rætt til hesa eyka eftirløn.
Tó gloyma, ella lata tey
vera við at koma við upp
lýsingunum, tá tey søkja um
fólkapensión.
Mánaðarligar upphæddir
upp á 1.000 kr ella meira
vera ikki útgoldnar tí at
pensjónistarnir ikki hava
upplýst, at teir hava arbeitt
í einum øðrum Norðurlandi
sum t.d. Svøríki ella Norra.
Í 1949 arbeiddu 18.000
danir í Svøríki, stendur í 100
ára minnisritinum hjá LO. Í
tíðarskeiðinum frá 1964 til
1980 fóru gott 25.000 danir
av landinum til Svøríkis at
arbeiða sambært donskum
hagtølum. 5.200 danir fáa
sum nú er eftirløn frá Svøríki,
upplýsir ein stovnur undir
danska heilsumálaráðnum.
Óiva hava fleiri føroyingar
verið við í hesum arbeiði
uttanlands.
Í
Danmark
skulu
umsóknirnar koma frá
pensiónsskrivstovuni hjá
lokalu kommunum og
sendast til Den Sociale
Sikringsstyrelse.
Í Fagbladet 3F er eitt dømi
um 67 ára gamla Leif Jensen,
sum býr norðan fyri Køge.
Umframt sína donsku
efturløn fær hann umleið
400 krónur um mánaðin í
svenskari efturløn. Hetta
kemst av, at hann sum ungur
starvaðist í Svøríki í 1950-
inum.
Tá Leif Jensen í november
2004 fekk umsóknarblaðið
til sína fólkapensión, helt
hann tað ikki vera neyðugt
at siga frá tíðarskeiðnum, tá
hann sum ungur arbeiddi í
Svøríki. Hann hevði jú rætt til
fulla efturløn frá heimlandi
sínum, og ivaðist hann tí í,
um tað fór at fáa negativa
ávirkan á hansara donsku
pensión, um hann segði
nakað um hetta tíðarskeið.
Men tað gjørdi tað ikki.
Síðan 1. januar 2005
hevur Leif Jensen fingið
mánaðarliga efturløn frá
Svøríki, sum eitt ískoyti,
afturat hansara donsku
efturløn. Afturat tí kom
við afturvirkandi kraft
ein
eingangsupphædd,
roknað frá tí hann bleiv
pensioneraður til 1. januar.
Áhugavert kundi verið
at vita um føroyingar,
sum hava arbeitt í øðrum
Norðurlondum, hava somu
rættindir. Nógvir føroyingar,
sum nú eru pensioneraðir,
arbeiddu í t.d. í Íslandi. Sum
skilst verður fyrispurningur
reistur í løgtinginum í hesum
sambandi.
Á heimasíðuni www.dss.
dk fæst meira at vita um
hesar pensiónirnar.
Ískoyti til eftirløn
veitst tú ikki tað?