Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 234 - 6. desember 2005 Nr. 234 • týsdagur • 6. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Tjóð­sang­ ir­nir fara ongan veg Tú alfagra land mítt fer eisini í framtíðini at verða spældur, áðrenn føroyska fótbóltslandsliðið skal í altjóða eldin. FIFA-forsetin, Sepp Blatter, loypti annars ein ordans hvøkk á fleiri, tá hann herfyri mælti til, at tjóðsangirnir verða strikaður sum upptakt til fótbóltslandsdystir. Fyrst og fremst, so helt Blatter, at tjóðsangirnir hava mist so nógv av tignini, tí nógv viðhaldsfólk ikki virða hesar. Eitt nú, tá Sveis fyri stuttum spældi play-off dyst til HM-endaspælið í Turkalandi. Men enn verður so einki broytt hesum viðvíkjandi. Og føroyski 12. maður sleppur framvegis at syngja við, tá Tú alfagra land mítt verður spælt. -mørk Solskjær aftur á vøllinum 32 ára gamli Ole Solskjær spældi ein hálvleik, tá eykaliðini hjá Manchester United og Liverpool dystaðust í gjárkvøldi. Eini 3.000 viðhaldsfólk hjá Manchester United vóru komin at hyggja at dystinum, og tað er óvanliga nógv fyri slíkan dyst. Solskjær hevur í drúgva tíð verið plágaður av knæskaða, og tað var ikki fyrr enn í seinastu viku, at hann aftur kundi venja við besta liðnum hjáfelagnum. Vandamikli normaðurin, sum helst altíð verður mintur á Old Trafford fyri avgerandi málið móti Bayern München í Champions League finaluni í 1999, kom ikki á máltalvuni í gjárkvøldi. Men hann hevði einar tvær naskar royndir, eins og hann í nógvar mátar tóktist hvassari, enn roknast kundi við eftir drúgva skaðasteðgin. Seinasti dysturin hjá Solskær var annars, tá hann í mai mánaði fekk seks minuttir á vøllinum í FA-Cup finaluni. Men tað er hálvt annað ár síðani, at hann seinast var á vøllinum í Premier League dysti. -mørk Venjarin, sum í fjør royndi seg hjá KÍ stóran part av árinum, fær nú ábyrgdina av besta TB-liðnum TB-venjari Jákup Mørk Á Tvøroyri eru tey nú komin væl áleiðis í fyrireikingunum til komandi kappingarár. Somikið væl, at felagið nú eisini hevur sett venjara til komandi kappingarár. Nýggi maðurin, ið hevur sum fremstu uppgávu at fáa felagið aftur í Formula-deildina, er Oddbjørn Joensen. Oddbjørn stóð stóran part av kappingarárinum í fjør fyri besta KÍ-liðnum, eftir at felagið gjørdi av at enda samstarvið við Ove Flindt Bjerg. Her var uppgávan fyrst og fremst at bjarga felagnum undan hóttandi niðurflytingarvandanum. Ein setningur, sum eisini eydnaðist. Millum annað takkað verið einum sigri á Sevmýri. Oddbjørn er ein av før­ oysku venjarunum, sum í løtuni er í ferð við at taka seinasta partin av A-venjaraútbúgvingini. Umframt at hann í fjør var hjá KÍ stóran part av árinum, virkaði hann eisini sum venjari hjá HB eitt skifti. Somuleiðis hevur hann virkað sum hjálparvenjari hjá HB í nøkur ár, umframt at hann eisini var venjari hjá AB, tá felagið av álvara byrjaði upptúrin móti ovaru deildunum. Á Tvøroyri tykjast tey annars hava góðar vónir til komandi kappingarárið. Tað stendur greitt, at Alexandar Jovevic ikki verður á liðnum komandi kappingarár, nú hann fer at royna seg hjá ÍF. Og tað er heldur ikki óhugsandi, at ghanesisku spælararnir, sum hava verið í felagnum seinastu tvey árini, verða loystir frá hesum. Men í aðrar mátar ætlar felagið sær at halda upp á fólkið. Týdningarmesti spælarin í so máta - bæði á og uttan fyri vøllin - er helst Óli Johannesen, og hann hevur longu boðað frá, at hann eisini komandi ár fer at spæla í svørtu og hvítu strípunum. Eftir gjøgnumbrotið við NSÍ í fjør, skal Páll Mouritsarson Joensen nú aftur royna seg í barndómsfelagnum HB-spælari Jákup Mørk Hóast hann í fleiri ár hevur verið roknaður sum ein av komandi lyklaspælarunum í HB, so eydnaðist ikki Páll M. Joensen veruliga at bíta seg fastan á besta HB-liðið. Í royndunum at fáa meira støðuga spælitíð, varð hann tí leigaður til NSÍ í fjør, og fyri spælaran sjálvan gjørdist talan her um veruligt gjøgnumbrot. Við støðugari spælitíð og sjálvsálitinum, sum hetta gevur, gjørdist Páll skjótt ein av avgjørdu lyklaspælarunum hjá NSÍ. Eftir kappingarárið gav hetta eisini úrslit í, at spælarin var millum teirra, sum fingu flestar atkvøður, tá ársins spælari skuldi finnast. Eisini hevði góða spælið við sær, at fleiri feløg nú vildu binda spælaran at hópinum. Umframt HB, so vildu runavíkingar fegnir, at samstarvið skuldi halda fram, og hartil hevur B36 eisini verið í myndini. Nú er tó avgjørt, at tað verður í HB, at Páll skal spæla komandi kapp­ ingarár. - Vit hava gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár. Sjálvur havi eg eisini eitt ynski um, at eg skal sleppa uttanlands at spæla, og hóast einki ítøkiligt er hent hesum viðvíkjandi, so er sáttmálin við HB ógvuliga lagaligur í so máta, staðfestir spælarin sjálvur. Skal nakað ítøkiligt spyrj­ ast burtur úr hesum vónum, so er tó fyrst og fremst neyðugt, at avrikini fyri HB eru somikið góð, at áhugi verður fyri spælaranum. Og sjálvur staðfestir Páll eisini, at tað fyrst og fremst er hetta, sum hann fer at leggja seg eftir. Páll er aftur í HB Leygardagin 10. desember kl. 13.00 skipa Bragdið og Tryggingarfelagið Føroyar fyri 3. um­fari av TF Vetrar­ kappingini í Havn Renning tíðindaskriv TF Vetrarkappingin er sama kapping, sum var sein­asta vetur, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar. Talan er um eina vetrar­ kapping í seks umførum. Annað umfar var fyri trimum vikum síðani í Klaksvík og 3. umfar verður í Havn tann 10. desember. Trý tey seinastu umførini verða í januar, februar og mars næsta ár. Kappingin minnir um Grand Prix kappingina, sum er um summarið, tó er stigatalvan eitt sindur øðrvísi, og verður kappast í fýra aldursbólkum hjá monnum og kvinnum. Í Havn leygardagin renna tey hesar teinar: Veteranar kvinnur og menn (f. -1959) - 12 km Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -89) - 12 km Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1985- 89) - 12 km Gentur og dreingir (f. 1990-94) - 4 km Startur og mál verður á Kongabrúnni uttanfyri Trygg­ingarfelagið Føroy­ ar, og byrja øll samstundis. Rutan er Yviri við Strond og aftur, tey vaksnu renna fleiri umfør og tey yngstu renna eitt umfar. Umklæðing er í kantinuni hjá Tryggingarfelagnum Før­oyar. Trygg­ingar­fel­ ag­ið Føroyar letur heið­ urs­merki og t-skjúrtu til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum. Tilmelding fer fram á www.athletics.fo. Renning í Havn leygardagin Oddbjørn skal venja TB Tað verður Oddbjørn Joensen, sum fær til uppgávu at stýra TB móti Formula-deildini aftur