Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 • týsdagur • 6. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Oljuleiting - 3. umfar Jan Müller jan@sosialurin.fo Oljufyristingin er í løtuni við at fyrireika eitt nýtt út­bjóðingarumfar á heysti 2007. Tvs. at loyvini í 3. leiti­umfarinum á føroyska land­­grunninum verða latin um ársskiftið 2007-08. Tá er so eisini møguleiki fyri, at økini frá 1. útbjóðing, sum tá helst verða latin aftur til myndugleikarnar, verða boð­ in út aftur. Haraftrat verða økini, sum vórðu nominerað av oljufeløgunum til 2. rundu, helst eisini við í eini nýggjari útbjóðing. Enn er tó ikki avgjørt, hvørji øki talan verður um og hvussu langt norður eftir farið verður. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Oljufyrisitingini sig­ ur, at áðrenn ein slík út­bjóð­ ing kann gerast, mugu vit tryggja okkum, at tær um­hvørv­iskanningar, sum skulu gerast, eru gjørdar. Tá 1. útbjóðing var gjørd, varð tó ein stórur partur av føroyska økinum kannaður og kortlagdur, og tað njóta vit gott av í dag. Tá vitjað verður á Olju­ fyrisitingini er tað fyrsta tú varnast, at stóra loyviskortið yvir Føroyaøkið er broytt. Uppdateraða kortið vísir, at upprunaliga loyvið hjá BP og Shell frá fyrstu útbjóðing er horvið. Loyvið gongur ann­ ars út 17. august í 2006, men nú hevur BP so boðað frá, at tað letur loyvið aftur til føroysku myndugleikarnar. BP hevur ikki áhuga í hesum økinum longur, og tað kostar eisini at liggja á tí. Hetta ger so, at oljufyristingin hev­­ur møgu­leika at bjóða hetta økið út aftur í einum nýggj­ um og komandi út­bjóð­ingar­ umfari. Henda møgu­leika kunnu Statoil og Amerada Hess eisini velja, nú tey flyta sínar boriskyldur úr seks ára loyvunum longur inn á landgrunnin. Stjórin á Oljufyrisitingini sigur seg vóna, at feløg fara at vísa økjunum frá 1. útbjóðing áhuga aftur, tá tey helst verður boðin út aftur um tvey ár, ikki minst tí, at eitt fund (Marjun, blaðm.) varð gjørt fyri nøkrum árum síðani. Ikki minst tá man veit frá royndum, at tað, sum ikki er lønandi í ár, kann verða tað um nøkur ár. M.a. kann oljuprísurin ávirka hetta. Verður ein útbygging tætt við hinumegin markið, so kann tað eisini hava ávirkan. - Hvussu við Marjun­keld­ uni, sum einaferð fekk so positiva umrøðu: - Her er bert ein brunnur boraður, og ein brunnur er ikki nokk til at etablera eina vitan, sum er nóg góð til at siga við vissu, hvussu stødd in er á kelduni. Tú hev­ur eitt hol, sum liggur djúpt og so hevur tú eitt sindur av seismikki. Tvs. at tað er nógv óvissa knýtt at kortleggingini. So man má royna at draga feløg til at koma inn og arbeiða við hesum. Vónandi fær man ein brunn aftrat í eini møguligari nýggjari útbjóðing. Enn er tað so Amerada Hess, sum eigur hetta loyvið, sum gong­ ur út seinast í 2006. Nú størri partur av land­ grunnin skal bjóðast út aftur sigur Sigurð í Jákupsstovu, at tey gera einki uttan at tað er í samráð við fiskivinnu- og umhvørvisáhugamál. Sigurð í Jákupssstovu held­ ur tað sær lovandi út fyri At­lantsmótið sum heild. -Vit síggja, at virksemi veksur nógv vestan fyri Hetland, og áhugin er eisini vaksandi fyri Føroyar. Tað peikar rætta vegin. Oljurisin Chevron á oljutinginum Oljutingið hevur jólating 6. desember kl. 19.00 á Hotel Føroyum, har ein av nýggju fyritøkunum á føroyska land­grunninum, stóra og altjóða oljufelagið Chevron er í fokus. Tíðindaskriv Chevron, sum er eitt av teim­um mest virknu olju­fe­ løgunum á Atlantsmótinum, er fyri­støðufelag í sam­tak­in­ um, sum fann olju á Rose­ bank/Lochnagar leiðini á bretska landgrunninum tætt við føroyska markið sein­­asta summar. Chevron hev­ur boðað frá, at nógv virk­semi fer at verða á hes­ um øki komandi summar – helst verða boraðir tríggir av­markingarbrunnar. Olju­ tingið er fegið um at kunna bjóða Trond Unneland, stjóra hjá Chevron í Danmark, at halda fyrilestur um virk­ semið hjá Chevron við ser­ ligum denti á møguleikarnar á At­lansmótinum. Trond Unneland, sum hev­­ur drúgvar royndir frá olju­ ídnaðinum, hevur starv­ast hjá Chevron síðani 2000. Áðrenn tað arbeidd i hann í 16 ár hjá Statoil. Trond Unneland er reservoir verk­frøðingur og hevur eina PhD í oljuverkfrøði frá uni­versitetinum í Trónd­heimi. Oljuleiting við Føroyar: Fara skjótt at fyrireika 3. umfar Trond Unneland, stjóri hjá Chevron, verður høvuðsrøðari á Oljutinginum í kvøld