Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Tað gongur avgjørt rætta vegin. Áhugi er fyri leiting á Føroyaøkinum. Vit fáa tveir brunnar á basaltinum komandi tvey árini. Tað er framvegis basaltið, sum er ein forðing fyri leitingini, men tað at vit fáa flutt og borað brunnar er eitt stórt frambrot. Oljufund hinumegin markið er eisini eitt frambrot, sum vónandi eisini hevur við sær leiting okkara megin sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Oljufyrisitingini, nú tilsamans 9 oljufeløg hava avgjørt at bora á landgrunninum komandi tvey árini Oljuprát Jan Müller jan@sosialurin.fo Hóast lítið hevur verið at frætta frá Oljufyrisitingini í eina tíð, so merkir tað ikki, at tey, sum har starv­ ast, hava lítið at takast við. Tvørturímóti hevur stovn­­­ur­in fingið hópin av upp­­gáv­an. Men ein tann mest spenn­­andi upp­gávan er fram­vegis leitingin eftir olju og gassi í før­­oysku undir­­­grund­ini. Herfyri varð Sigurð í Jákups­stovu settur sum stjóri fyri saman­lagda stovnin, Jarð­frøðis­savnið og Olju­fyrisitingina. Nýggi stjórin er ikki ein maður við nógvum orðum. Men tá hann tekur blaðið frá munninum er hann greiður og avgjørdur. Síðani BP og Shell gjørdu av at flyta sínar brunnar inn á 9 ára loyvið hjá Anadarko og nú tað liggur í kortunum, at Statoil og Amerada Hess fara at flyta sínar brunnar inn á basaltið eisini, er góður hýrur á oljustjóranum. Og tað ger ikki lagið verri, at oljufeløg beint hinumegin markið fara at bora fleiri brunnar har í vár, tí hesir kunnu geva okkum týðandi upplýsingar. Sigurð í Jákupsstovu sig­ ur, at tey hava leingi havt samráðingar við feløgini um at flyta teirra arbeiðsskyldur frá verandi seks ára loyvum yvir á níggju ára loyvini. Tað var hetta, sum hendi herfyri, tá BP og Shell fingu góðkent at flyta sínar boriskyldur inn á loyvi sjey ímóti, at tey bora ein subbasalt brunn í tí økinum. Síðani verð­ur arbeitt við enn eini ætlan, har oljusamtøk við Statoil og Amerada Hess sum fyri­støðufeløg skulu flyta sín­ar brunnar inn á loyvi seks. Nú er henda av­tala við at koma undir land. Hós­dagin komandi verð­ur hon undirskrivað í Olju­fyri­ sitingini. Sigurð í Jákupssstovu sigur, at tað er sera gott, at hetta hendir, soleiðis at hesar skyldurnar verða fluttar inn á loyvi seks og soleiðis, at ein brunnur verður boraður komandi summar. Boripallur er eisini tøkur til hesa boring. Og so liggur í kortunum, at hin hjá BP verður boraður árið eftir. Hetta merkir, at vit fáa tveir brunnar inni á basaltøki komandi tvey árini, og er ótrúliga spennandi. Góð nýggj byrjan Uppá fyrispurning um tað er gott nokk fyri at varðveita áhugan fyri føroyska øki­ num, at tað nú verður lagt upp til, at tveir brunnar verða boraðir komandi tvey árini sigur oljustjórin: - Tað haldi eg, tí hetta eru tveir sera neyðugir brunnar fyri at fáa tað vitan man skal hava fyri at kunna fara víð­ ari í føroyska økinum. Og haraftrat kemur, at tað er virksemið beint hinumegin markið, har vit vita, at ikki færri enn tríggir brunnar skulu borast á Rosebank/ Lochnagar økinum. Úrslitið av teimum brunnunum kann eisini fáa ávirkan á, hvussu okkara egna øki fer at útvikla seg. So allir hesar brunnar báðumegin markið eru sera spennandi fyri føroyska økið og koma at halda grýtuni í kók í eina tíð í hvussu er, men alt veldst sjálvandi um úrslitið. Tað at sleppa niður gjøg­ num basaltið og fáa vita um, hvussu jarðfrøðin sær út niðri undir basaltinum er tann týdn­ingarmikli brikkurin í fram­tíðar leiting. - Merkir hetta ikki, at vit fara nærum út í púra ókent “ongamannaland”, tá tað verður borað aftur á landgrunninum? - Tað kann man gott siga, tí tað er langt frá lands­ synningshorninum, har fyrstu brunnarnir vórðu bor­­aðir, og somuleiðis er langt til Rosebankkelduna hinumegin markið. Men olju­feløgini hava so kortini ávísa vitan um hesar nýggju leiðirnar inni á basaltinum. Hetta verður so fyrsta roynd at bora ígjøgnum ba­saltið. Tað var annars roynt í Lopra í síni tíð, men tá kom man heldur ikki gjøgnum basaltið. Feløg­ini fara so eisini at fáa royndir at arbeiða við basaltinum á okkara øki, og tað kann fáa stóran týdning fyri framtíðina. Slíkar bor­ing­ar gjøgnum basalt kunnu so eisini vera við til at loysa ella loysa upp fyri basalt­ knútinum. Enn er ov tíðliga at siga, hvussu tjúkt basaltið er, har tað nú skal borast, men helst er talan um ein til tveir kilometrar. Nøgd við gongd Sigurð í Jákupsstovu sigur, at tey á Oljufyrisitingini eru nøgd við gongdina á olju­ økinum og leggur aftrat, at tað gongur so avgjørt tann rætta vegin. Vórðu hesir brunnarnir ikki fluttir, sum tað nú Sigurð í J ákupsstovu, stjóri á Oljufyrisitingini: Tað gongur rætta vegin Stjórin á Oljufyrisitingini, Sigurð í Jákupsstovu heldur tað vera gott við bjartskygni, men at man eigur at vera meira varin og realistiskur enn galdandi var fyrst í 2000, tá vónirnar vóru skrúvaðar dekans ov nógv upp. Varisligt bjartskygni er best boðið uppá framtíðina Mynd Jens K Vang 16 Nr. 234 - 6. desember 2005