Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

verður lagt upp til, so var eitt alternativ, at oljufeløgini rindaðu landskassanum so og so nógvar milliónir heldur enn at bora. Tað hevði ikki verið gott sigur Sigurð í Jákupsstovu, tí tað fremur so ikki oljuleiting í Føroyum. -Tað, sum vit mugu syrgja fyri, er at fáa so góða oljuleiting í Føroyum sum gjørligt, og tað meina vit, at vit kunnu fáa við kom­binatiónini við at flyta hesar brunnar inn á loyvis­ øki, sum eru givin í fyrsta loyvisumfari og við annað útbjóðingarumfar. Tey bæði átøkini tilsamans fremja før­ oyska leiting fleiri ár fram­ yvir. -Hvussu nógv hevur Olju­fyrisitingin verið við í samráðingunum um at flyta brunnarnar? - Ein kann siga, at vit hava verið aktiv á síðulinjuni. Tað hevur verið eitt samstarv við oljufeløgini um at finna fram til ta bestu loysnina. Tá tað hevur snúð seg um arbeiðsskráir og treytir, tá hava verið samráðingar mill­um fyrisiting og fyri­ støðu­feløg. Skilagóð tilrættalegging - Er tað eitt pluss fyri leit­ing­ ina, at eitt felag sum Anadar­ ko, ið higartil ikki hevur havt nakrar boriskyldur, nú verður við í einum og helst tveimum brunnum? -Tað er so avgjørt eitt pluss, at góð oljufeløg eru við til at bora brunnar, og Anadarko er eitt gott felag sigur Sigurð í Jákupsstovu og heldur fram: - Tað, sum er vert at leggja til merkis, er, at føroysku myndugleikarnir, tá man fyrireikaði 1. loyvisumfar, fingu níggju ára loyvini við. Teir vóru greiðir yvir, at her vóru nakrir møguleikar, og teir fingu feløgini til at bjóða uppá hesi økini eisini. Tey fingu so eina seks ára periodu fyri at vita, um tey vildu halda fram og binda seg til boringar. Hevði tú bara givið seks ára loyvini á sinni, og ikki hevði níggju ára loyvini við, so hevði tann vitanin um níggju ára loyvini, sum tú í dag hevur, ikki verið tøk, og tá hevði tú als ikki kunnað flutt hesar brunnarnar nú. So man hev­ ur hugsað sera skilagott og langt tá. Hetta kann ikki undirstrikast nokk. Eingin kundi vita, hvussu hetta fór at ganga, áðrenn borað varð, men tað at mynd­ ugleikarnir vóru so mikið framskygnir, at teir søgdu, at vit mugu hava hesi økini við eisini fyri at fáa tey kanna eisini, er nú grundarlagið undir komandi brunnum. ENI møguligan brunn Nú bendir so nógv á, at fleiri brunnar verða boraðir á landgrunninum komandi árini. Umframt teir báðar basaltbrunnarnar eru eisini ábendingar um, at ENI og Føroya Kolvetni, sum standa fyri loyvi fimm, ið er eitt níggju ára loyvi frá fyrstu útbjóðing, koma við eini arbeiðsskrá rættiliga skjótt. Feløgini skulu taka støðu til í hesum árinum, hvat tey ætla at gera í hes­ um loyvinum. Tað er ikki óhugsandi, at tey vilja bora har í 2007 ella 08 skilst. Sigurð í Jákupsstovu veit ikki í løtuni um onnur feløg, sum vilja koma sær uppí leitingina, men tað er einki at ivast í, at fleiri feløg fylgja væl við gongdini. Tað er annars nógv virk­ semi á Oljufyrisitingini sum er. Og so skjótt boringar nærkast so verður uppaftur meira at gera á trygdar- og umhvørvisøkinum. Nógvur seismikkur varð skotin á landgrunninum í summar. Longu nú vita tey um, at felagið, TGS Nopec fer at skjóta seismikk næsta summar fyri egna rokning, eitt sokallað spec-survey. Tað gongur rætta vegin eru tey á Oljufyrisitingini samd um. Tað er áhugi fyri leiting her. Tað er framvegis basaltið, sum er ein forðing fyri leiting. Men tað at vit fáa flutt og borað brunnar er eitt stórt frambrot. Fund hinumegin markið er eisini eitt frambrot, sum vónandi eisini hevur við sær leiting okkara megin. Bæði stjórin á Olju­fyri­ sitingini, Sigurð í Jákupsstovu og kunningarleiðarin Sú­­ sanna Sørensen halda tað vera gott við bjartskygni men siga samtíðis, at vit mugu vera meira varin og realistisk enn galdandi var fyrst í 2000, tá vónirnar vóru skrúvaðar dekans ov nógv upp. Varisligt bjartskygni er nokk tað, sum hóskar best at brúka. Nógvar uppgávur Oljufyristingin fevnir í dag um oljuleiting, orku­mál, jarð­ frøði og náttúru­landa­frøði. Fyrr vóru Oljufyristingin og Jarðfrøðissavnið tveir stovnar. Teir eru nú lagdir saman til ein. Stovnurin fer tí í næstum at fáa eitt nýtt felags navn. Stovnurin hevur í dag ábyrgdina av oljuleiting á føroyskum øki og jarðfrøði generelt. Tey eru í løtuni í ferð við at dagføra føroysku jarðfrøðina við nýggjum jarðfrøðikortum og verður bókin hjá Jóannes Rasmussen, sála dagførd. Ein nýggj bók og kort um Føroya jarðfrøði koma út um ársskiftið 06-07. Ein ungur breti, Simon Passey, sum hevur arbeitt við før­ oyskari jarðfrøði leingi og sum tók PhD í føroyskari jarðfrøði Bretlandi er ein av høvuðsmonnunum aftanfyri hesa verkætlan. Í oljuleitingardeildini, sum er loyvisumsitingin, verð­ur fylgt við í øllum loyv­unum og menna tey nýggja vitan til tess at finna kolvetni á føroyskum øki. Stovnurin fær atgongd til allar upplýsingar feløgini fáa, og tað gevur honum gott grundarlag at granska og menna nýggjar myndlar fyri leiting í Føroyum. Undir jarðfrøðideildini er grein 76 verkætlanin, sum hevur til endamál at útvega prógv fyri, at føroyski land­ grunnurin røkkur longur suðureftir enn staðfest í dag. Her er talan um samstarv millum jarðfrøðideildina og GEUS. Stovnurin tekst so eisini við náttúrulandafrøði. Tað nýggjasta økið er orkumál. Føroyakortið er broytt, nú BP og Shell hava latið aftur loyvið 003 frá fyrstu útbjóðing. aftur til føroyskar myndugleikar. Tað verður so við í eini 3. útbjóðing. Kelda Oljufyrisitingin. 17 Nr. 234 - 6. desember 2005