Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagin 17. januar skipar Olju­ vinnufelagið hjá Vinnuhúsinum fyri oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Oljuráðstevna Jan Müller jan@sosialurin.fo Hetta er tann ráðstevnan, sum verður hildin á hvørj­um ári. Hesaferð er rætti­liga fjøl­ broytt skrá. Fokus verður sett á oljuleitingina við Føroyar, á oljuprísir og á alternativar orkumøguleikar. Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum sigur, at tey í ár royna at seta skjøtilin á fleiri ymsar tættir í olju- og orkumálum. Fyrst og fremst verður ljóskastarin sett­in á oljuleitingina við Føroyar. Bert fáar mánaðar eftir ráðstevnuna verður eft­ir øllum at døma borurin sett­ ur í føroyska basaltið fyri fyrstu ferð. So hetta er eitt sera aktuelt evni at taka upp á oljuráðstevnuni. Síðani stendur oljuprísurin fyri tørni tvs. hvørja ávirkan hann hevur á føroyska sam­ felagið. Seinnaparturin er settur av til eitt sera viðkomandi evni, nevniliga alternativ orku­ veiting í einum føroyskum høpi. Ein orsøkin til at man hevur valt hetta evnið er tann, at oljuprísurin er so høgur, og at hann tá hevur sera stóra ávirkan á okkara búskap. Magni Arge sigur, at hetta er eisini ein orsøk til, at man ikki bara hyggur at gongdini í oljuleitingini men eisini fer til kjarnuna í orkumálinum sum heild. Og tá er tað so náttúrligt at fylgja hesum upp við at hyggja at teimum orkuhættum, sum vit brúka í dag og hvørjar aðrar tættir, sum eru minni olju­ krevjandi, man kann taka upp. - Kunnu vit føroyingar ganga undan í menning av alternativum orkuveitingum, tá er greitt, at hetta verður serstakliga spennandi. Her hugsi eg um alduorku men eisini um aðrar orkuhættir. Danir hava m.a. fingið nógv burtur úr at vera frammaliga í vindorku, og íslendingar hava verið frammaliga í brint­orku. So kunnu vit ganga undan eitt nú innan aldurorku og annars troyta aðrar orkukeldur í størri mun, so hevði tað havt al­stór­ an týdning. Ráðstevnan er fyri bæði føroyingar og útlendingar. Hon verður á enskum máli. -Tað hevði verið best fyri vinnuna um tveir brunnar vórðu boraðir í 2006 heldur enn ein tá og ein árið eftir. Tað hevði verið stórur fyrimunur fyri føroyskar tænastuveitarar, um báðir brunnarnir lógu í forlongilsi Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Atlantic Airways ætlar sær at vera við, tá oljubrunnar skulu borast í komandi ári og í 2007. Magni Arge, stjóri og formaður í Olju­ vinnu­ felagnum heldur, at tað er uppá tíðina, at tað verður borað aftur á landgrunninum nú eftir ein longri stegð. Men hann heldur eisini, at tað er spell, nú feløg hava gjørt av at bora, at tað ikki hevur eydnast at hava tvær boringar í forlongilsi av hvørj­ari aðrari í 2006. Tað liggur nevniliga í kortunum, at BP borar í 2007, meðan Statoil eftir øllum at døma borar í 2006. - Tá tíðarskeiðini verða ov stutt, verður tað sera stríggið at fáa mobiliserað tvs. at fáa alt upp at standa rundan um eina boring. Tú er ikki meira enn komin í gongd, so skal tú gevast aftur fyri so árið eftir at byrja av nýggjum. Magni Arge sigur víðari, at tað besta hevði verið bæði fyri oljufeløgini og fyri før­oysku tænastuvinnuna, um teir báðir brunnarnir á basaltinum vórðu boraðir sama árið, soleiðis at sami logistikkur varð brúktur yvir eitt longri tíðarskeið. Allir partar høvdu verið hugaðir at gjørt tað, um tað bar til. Hetta hendi m.a. í fyrstu út­bjóðing, og tað var sera gott fyri vinnuna. Uppá fyrispurning hví hetta ikki ber til sigur Magni Arge, at tað kann hava fleiri orsøkir. Ein er tann, at feløg eru kanska ikki tilreiðar at fara undir at bora næsta ár, ein onnur kann vera tann, at tað er so torført at fáa ein boripall. -Vit hava sjálvandi onga ávirkan á, nær oljufeløgini halda seg vera klár til at bora, men tað hevði verið gott fyri okkara vinnulív, um vit fingu tveir brunnar í 2006 heldur enn ein tá og ein í 2007. -Best hevði verið um tveir brunnar vórðu boraðir í 2006 heldur Magni Arge, stjóri 18 Nr. 234 - 6. desember 2005 Oljuprísir og alternativ orka á oljuráðstevnu Magni Arge: Borið tveir brunnar í 2006 Marni Arge, stjóri og formaður í Oljuvinnuráðnum