Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mini- markn­aður á ICEX ­Íslendski virðisbræva­ marknaðurin, ICEX, hev­ ur nú eisini sett á stovn ein marknað fyri vakst­ rarfyritøkur. Hetta slagið av markn­ aðum er vanligt í flestu av londunum kring okkum, og er hesin roknaður sum eitt stað, har fyritøkur at kalla kunnu venja seg til tilveruna sum skrásettar fyritøkur. Formligu krøvini til fyritøkurnar eru nak­að minni, um tær verða list­ að­ar á iSEC, heldur enn á ICEX-marknaðinum. Eitt nú verður kravt av ICEX- listaðum fyritøkum, at tær skulu í minsta lagi hava eina 3-ára langa søgu, at marknaðarvirðið skal vera oman fyri 60 mió kr., og at fyri­tøk­an í minsta lagi skal hava 300 parta­ eigarar, sum til­samans eiga 25% av fyritøkuni. Hesi krøv verða ikki sett til fyri­tøkur í iSEC. Hartil eru rappor­terings­ krøvini viðvíkjandi rokn­ skap­um ikki heilt so um­fat­andi, men kunn­ing­ ar­krøvini eru tó framvegis tey somu. Øll kunning, sum kann hava ávirkan á kursvirðið, skal fráboðast marknaðinum, áðrenn hetta verður kunnað øðr­ um. Somuleiðis er krav, at fyritøkurnar skulu gera »insider« reglur. Nú er somikið stutt frá­ liðið, síðani nýggi mark­ n­aðurin sá dagsins ljós, men hesin kundi ver­ið ein upplagdur møgu­leiki hjá fleiri føroyskum fyri­ tøkum. Í nógvum før­um verður nevnliga hildið, at fyritøkurnar eru ov lítlar til ICEX, og tá er iSEC ein góður møguleiki, um ynskið kortini er at lista fyritøkuna. -mørk Hóast Norðoya Sparikassi ikki telist millum teir stóru, so forðar tað teimum ikki á at taka upp kappingina við teir. Tað verður nú gjørt við einum nýggjum lánitilboði “Heimlán”, har kundin kann spara 70.000 kr. eftir 20 árum Lánitilboð Orð/myndir: Snorri Brend Klaksvík: - Vit ynskja altíð at okkara tænastur skulu vera kundanum at gagni. Eis­ini tá talan er um okkara nýggja lánitilboð. - Onkur vil kanska siga, at tað er heldur bláoygt at hugsa so, - tí skal sparikassin ikki eisini fáa gagn av hes­ um? Men okkara royndir í 86 ár hava prógvað, at tað sum er best fyri kundan er eisini best fyri okkum, sigur stjórin, Eyðfinn Reyðberg. Fyrrapartin í gjár kom hesin lítli, men kortini virkisfúsi og framburðshugaði pen­inga­ stovnurin við einum góðum tilboði til kundar sínar. Eitt tilboð sum sparikassin væntar sær nógv av: - Hetta er ein lánimøguleiki sum fer at gera tað munandi lættari hjá húsaeigarum. Nú kann nevniliga alt savnast í einum láni, har kundin kann spara heilt nógvan pening, sigur sparikassa-stjórin. Nýggja lánið ber heitið Heimlán, og hevur sum undir­ heitið ”Eitt heim, eitt lán, eitt gjald”. Her fær kundin eina stigvíst lækkandi rentur, eitt fast nettogjald og har hann rindar tann dýrasta partin fyrst. Kundin fær nú møguleika at taka lánið yvir 20 ár. Sam­ stundis kann hann taka 80 % av láninum sum 1. veðrættur við eini rentu uppá 3,45, með­an 2. veðrættur hevur eina rentu uppá 5,45. Spjaða virksemið Tað eru nógvar orsøkir til at Norðoya Sparikassi nú kem­ ur fram við hesum spild­ur­ nýggja og nógv eftirspurda lánitilboðnum. Sparikassin er sjálvandi í kapping við allar hinar bank­ arnar og sparikassarnar í land­inum, hóast teir enn bert hava deildir í Klaksvík og í Leirvík. Ætlanin er kortini at spjaða virksemið enn longur út, og tí verða í løtuni fyrireikingar gjørdar til at lata tvær deildir upp aftrat - eina í Runavík og eina í Havn. Tann seinna letur helst upp næsta summar. Hetta fer so at hava við sær, at sparikassin kann røkka nógv longur út enn áð­ur - fyrst og fremst til Klaks­­vík og Norð­oyggj­ar, men nú eisini Eyst­ur­oynna, Havn­ina og aðrar part­ar av land­in­um. Tey í Norðoya Sparikassa eru vitandi um, at fólk hava kunn­að sam­ráðst seg til eina góða rentu hjá pen­ inga­stovnunum. Men við tí nýggja Heimláninum ynskja tey at skera alt yvir ein kamb: Nú kann nevniliga 80 % av láninum fáast sum 1. veðrættur. - Við hesum nýggja tilboð­ num kann ein kundi spara heilt upp í 70.000 kr., ta tíð­ ina hann skal gjalda lánið aftur. Og tað er ikki so lítið, sigur Eyðfinn Reyðberg. Smidligheit Hetta er so bara ein partur av tilboðnum, tí lagt verður eisini upp til smidligheit fyri kundan. Henda smidligheitin sæst aftur í, at kundin kann gera ser­stak­ar av­­tal­­ur við sparikassan um aft­ur­gjald­ ingina. Hesar avtalurnar verða sjálvandi avtalaðar, tá lánið verður undirskrivað. Í tilboðnum er møguleiki t.d. bert at gjalda rentu ella als einki í eitt ávíst tíðarskeið. Hetta kemur væl við hjá teim­um sum eiga hús, men sum velja at fara uttanlands í lestrarørindum. Her ber altso til at eiga hús­ ini, samstundis sum ein fær sær einhvørja útbúgving. Ella hendir tað øvugta - at ein gerst arbeiðsleysur - so kann ein skái fáast í aftur­ gjaldingini, ella í samband við barnsburð. Kundin hevur eisini møgu­ leika at fáa eitt sonevnt klippi­kort til 36 mánaðir, har einki skal gjaldast aftur av lán­inum. Til vildar Í dag er helmingurin av út­lán­ un­um hjá Norð­oya Spari­ kassa til set­hús. Og tað eru tí fyrst og fremst hesir kund­ ar­nir sum fáa gleði og gagn av nýggja tilboðnum. Men miðað verður eisini eftir at fáa hendur á heilt nýggjum kundum. Hóast van­ligt hevur verið at rinda ómaksgjald fyri stovnseting av nýggjum lánum, so er eisini eitt serstakt tilboð til hesar: Fram til nýggjárs fer tað einki at kosta at stovna eitt Heimlán. Og fyri verandi kund­ar er skipanin hon, at henda um­leggingin verð­ur gjørt auto­mat­iskt í spari­kass­ anum. - Vit hava ofta fingið fyri­spurningar frá kundum okk­ara eftir einum slíkum til­­boði, har tey kunnu hava alt í einum láni. - Nú er so møguleikin her, og tí vænta vit at tey verða sera fegin um tað, og at nýggir kundar fáa eyguni upp fyri hesum sama, sigur Eyðfinn Reyðberg. Er kundin nøgdur eru vit nøgd Skifta peningastovn Á heimasíðu sínari hevur Norðlýsið eina kanning um lán og peningastovnar. Spurningurin ljóðar, um fólk høvdu skift peningastovn um teimum stóð ein betri renta í boði. Av teimum 286 sum høvdu atkvøtt í morgun, svaraðu - ikki óvæntað - 63 % ja og 37 % nei. Eyðfinn Reyðberg væntar at kundarnir í Norðoya Sparikassa verða fegnir um nýggja tilboðið, og at teir nýggju eisini verða tað Norðoya Sparikassi hevur 86 ár á baki, og veit tí, at tað sum er gott fyri kundan, er eisini gott fyri sparikassan Nr. 234 - 6. desember 2005 19