týsdagur 6. desember 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- Tað, sum upp á
sikt tænir okkum
best í løtuni, er, at
føroysk feløg fáa ein
leiklut í oljuvinnuni
uttanlands, eins og
eitt nú Atlantsflog
hevur fingið sátt
málar í Noregi og
Thor í Hósvík hevur
fingið sáttmálar
ymsastaðni kring
knøttin við sínum
virksemi. Á henda
hátt kunnu føroysk
feløg luttaka í oljuvirk
semi alt árið, sigur
Jan Mortensen, stjóri
í Vinnuhúsinum.
Formaðurin í
havnanevndini hjá
Runavíkar kommunu,
Klæmint Østerø, er
samdur við stjóran í
Vinnuhúsinum
Oljuleiting
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum, er samdur
við Magna Arge, stjóra í
Atlantsflogi um, at tað hevði
tænt føroysku tænastuvinnuni
betur, um ætlaðu boringarnar
á føroyska landgrunninum
hjá ávikavist Statoil í 2006
og boringin hjá BP í 2007,
høvdu ligið í forleingilsi av
hvørji aðrari og ikki í hvør
sínum ári, sum annars liggur
í kortunum.
Teir halda báðir, at tá
ið tíðarskeiðið er so stutt,
sum tað vanliga er í einum
boriskeiði, er torført hjá
tænastuvinnuni í Føroyum
seta nakað veruligt á kjøl.
Stjórin í Atlantsflogi held
ur, at tað bæði hevði tænt
føroysku tænastuvinnuni
og oljufeløgunum, um báðir
brunnarnir, sum skulu borast
á basaltinum, vórðu boraðir
í sama ári.
- Hetta hendi eitt nú í
fyrstu útbjóðingini, og tað
kom sera væl við hjá vinnuni,
sigur Magni Arge.
Men ymiskar orsøkir
kunnu liggja til grunds fyri,
at brunnarnir ikki verða
boraðir í sama ári.
Upp á sikt
Jan Mortensen ivast ikki í, at
tænastuvinnan hevði fingið
mest burtur úr boringunum,
um tær lógu hvør eftir aðrari,
tí tá hevði tíðarskeiðið, har
virksemið var í landinum,
verið longri.
Stjórin heldur hinvegin,
at tað er ikki hetta, sum
hevur størstan týdningin fyri
føroysku tænastuvinnuna.
- Tað, sum upp á sikt
tænir okkum best í løtuni,
er, at føroysk feløg fáa ein
leiklut í oljuvinnuni utt
anlands, eins og eitt nú
Atlantsflog hevur fingið
í Noregi og Thor í Hósvík
hevur fingið ymsastaðni
kring knøttin við sínum
virksemi. Á henda hátt
kunnu føroysk feløg luttaka
í oljuvirksemi alt árið.
Jan vísir á, at boringarnar
vanliga ikki taka langa tíð,
men nú farast skal niður
ígjøgnum basaltið, er vænt
andi, at tíðin verður nakað
longri, enn hon hevur verið
við undanfarnu boringar.
- Eg dugi ikki at meta
um, hvussu langa tíð hesar
boringar fara at taka, men
eg kann hugsa mær, at
sjálvar boringarnar fara
at vara nakað longri enn
ein mánaða, kanska tveir
mánaðir ella meira.
Hann sigur, at basaltfláirnar
eru ringar at bora – og farið
verður langt niður.
Jan sigur, at eitt eru so
sjálvar boringarnar; annað
er fyrireikingarnar, áðrenn
borurin verður settur í hav
botnin.
- Eg vóni sjálvsagt, at
føroyska tænastuvinnan fer
at fáa nakað burtur úr hes
um – men ikki minst; at
teir aktivitetir, sum verða
her heima, meðan borað
verður, fara at skapa fleiri
føroyskum feløgum enn
higartil møguleikar í olju
vinnuni uttanlands
Hann vísir á, at sum er, eru
tað ikki onnur føroysk feløg
enn Atlantsflog og Thor,
sum hava nakað munandi
virksemi í oljuvinnuni uttan
lands.
- Men kanska verður
møguleikin, sum nú stendur
fyri framman, startskotið hjá
øðrum feløgum at fáa lut í
hesi vinnu, sigur hann.
Nr. 234 - 6. desember 2005
20
Føroyska luttøkan í oljuvinnuni u
Thor í Hósvík hevur rættiliga gjørt vart við seg sum veitarar í oljuvinnuni kring um heimin