Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 6. desember 2005 21 uttanlands hevur størsta týdningin Basin í Runavík Jan Mortensen væntar, at oljubasin á havnalagnum hjá Runavíkar Havn fer at verða nýttur, nú Statoil og BP komandi árini fara at bora á føroyska landgrunninum. Hann vísir á, at eftir­met­ ingar eru gjørdar av, hvat aktivitetirnir hava lagt eftir seg, og hann ivast onga løtu í, at nakað liggur eft­ir, tá ið borað verður á land­ grunninum. - Men, sum sagt; tað, sum eg haldi hevur størstan týdning í løtuni, er, hvat fáast kann burtur úr uttanfyri Føroyar í komandi árum. Jan vónar sjálvsagt eins og flestu føroyingar, at vit sum frá líður fara at fáa eina oljuvinnu, sum kann geva føroyska samfelagnum eitt íkast, men hann ásannar, at hetta eftir øllum at døma ligg­ur nøkur ár frammi í tíð­ini. - Vit hava verið spentir hvørja ferð, borað hevur ver­ið á landgrunninum, og soleiðis verður eisini hesa­ ferð, nú borurin um ikki so langa tíð verður settur á basaltið. Stjórin í Vinnuhúsinum hevur eisini heft seg við, at feløgini, sum standa aftanfyri komandi boringarnar, eru bjartskygd. - Men soleiðis hevur tað eisini verið áður – og vit kunnu bara vóna tað besta, sigur Jan Mortensen. Fitt av virksemi Klæmint Østerø, sum er formaður í havnanevndini hjá Runavíkar kommunu og er útbúgvin verkfrøðingur, sigur, at kommunan kennur sína skyldu sum veitari á bryggjuni. - Oljufeløg og lands­ mynd­ug­leikar hava gjørt av, oljuútgerðarhavnin liggur á økinum hjá Runavíkar Havn, og kommunan fer at gera alt fyri, at útgerðarhavnin hjá oljuvinnuni verður varðveitt í kommununi. Tí er Klæmint heldur onga løtu í iva um, at tað aftur hesaferð fer at verða fitt av tænastuvirksemið í økinum sambandi við komandi olju­ leiting undir Føroyum. - Jú, hetta gevur rættiliga stórt virksemi á landi, sigur hann. Klæmint vísir á, at Statoil fer at bora við einum flótandi boripalli, og hetta gevur upp­ aftur meira virksemi, enn tá ið borað verður við einum boriskipi. - Eitt boriskip hevur tað mesta av útgerðini umborð, meðan ein flótandi boripallur fær ein nógv størri part av útbúnaðinum úr landi, og tað verður so í hesum førinum av oljuútgerðarhavnini í Runa­víkar kommunu. Hann sigur, at vanligt er, tá ið flótandi boripallar verða nýttir til leiting, verð­ ur pallurin forsýnaður so hvørt. Møguleikar Klæmint er samdur við Jan Mortensen, stjóra í Vinnu­ húsinum um, at tað, sum hevur størstan týdning, er, hvat spyrst burtur úr føroysku lut­tøkuni í sambandi við olju­ vinnu aðrastaðni. - Nú leitað verður eftir olju so tætt uppat okkum, og tað kanska er skjótari at sigla higar til lands enn til Stavanger ella Aberdeen, eru avgjørt møguleikar hjá før­ oyskum fyritøkum at liggja fram við og blanda seg upp í kappingina sum veitarar Hann heldur, at føroyskir veitarar kanska í ov stóran mun hava satsa upp á olju­ vinnuna í Føroyum, men hava hugt ov lítið eftir møgu­leikum uttanfyri land­ oddarnar. - Tí er at vóna, at føroyskar fyritøkur hesaferð fara at hyggja meira eftir, hvat spyrj­ast kann burtur úr hesi vinnu upp á sikt, sigur Klæmint Østerø, formaður í havnanevndini hjá Runavíkar kommunu. - Nú leitað verður eftir olju so tætt uppat føroyska markinum, og tað kanska er skjótari at sigla higar til lands enn til Stavanger ella Aberdeen, eru avgjørt møguleikar hjá føroyskum fyritøkum at liggja fram við og blanda seg upp í kappingina sum veitarar, heldur Klæmint Østerø, formaður í havnanevndini hjá Runavíkar kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen - Vit hava verið spentir hvørja ferð, borað hevur verið á landgrunninum, og soleiðis verður eisini hesaferð, nú borurin um ikki so langa tíð verður settur á basaltið, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum Mynd: Vilmund Jacobsen Atlantsflog hevur fingið stórar sáttmálar um flutning í sambandi við norsku oljuvinnuna Mynd: Vilmund Jacobsen