týsdagur 6. desember 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 234 - 6. desember 2005
Náttin er Ung
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Myndir: Eyðun Müller
Thomsen
Leygarkvøldið var aftur skipað
fyri ungdómstiltakinum Nátt in
er Ung, sum er eitt rúsfrítt
tiltak, har ung kunnu koma
saman til dans og konsert,
utt an at rúsdrekka er blandað
uppí. Heilt at sleppa undan
ávirkaðum fólkum er trupult
til eitt slíkt tiltak, og soleiðis
var eisini leygarkvøldið. Ung
dómarnir blivu kannaðir við
inngongdina, og eftirlitsfólkini
tóku heilt fitt av rúsdrekka frá
teimum ungu.
Fjølbroytt skrá
Skráin fyri tiltakið leygar
kvøldið var rætt uliga fjøl
broytt við bæði føroyskum
og útlendskum framførslum.
Føroysku framførslurnar
vóru tríggjar í tali: Fyrst var
ein dansibólkur við nøkrum
gentum á pallinum, og tær
riggaðu bara heilt væl.
Fyrsti tónleikabólkurin á
pallinum var føroyski Skunk,
og teir spældu harðan og
gjøgnumførdan rokktónleik,
og hóast talan var um ein
ungan og rætt uliga óroyndan
bólk, so var framførslan
sannførandi og góð.
Eftir at Skunk hevði havt
sína framførslu, var gjørt
klárt til næsta føroyska
bólkin, The Story Ends, sum
veruliga svingaði.
The Story Ends vóru fram
úr góðir, og tónleikurin hjá
teimum svingaði serstakliga
væl. Tónleikurin hjá The
Story Ends var kanska eitt
sindur sermerktur, serliga
fyri føroyska tónleikaheimin,
men tað ljóðaði ótrúliga væl,
og áhoyrararnir tóku eisini
væl ímóti tónleikinum.
Sukursøtir danir
Fyrsta útlendska navnið
á pallinum var danski
dreingjabólkurin
C21.
Teir báðir Søren og Dav
id, sum manna danska
dreingjabólkin, vóru eisini
ógvuliga væl dámdir millum
áhoyrararnar á Hálsi leygar
kvøldið, og serliga vóru tað
tær ungu genturnar, ið høvdu
jólaljós í eygunum, tá ið teir
báðir snøggu dreingirnir
vóru á pallinum. Onkrar
gentur høvdu enntá gjørt
nøkur skelti, har tað góvu til
kennar, at tær elska C21.
Annar av teimum báðum
limunum í C21, Søren, er
eisini kendir fyri annað
enn bert tónleikin. Hann
er nevnliga við í nýggja
filminum um Far til Fire,
har hann hevur leiklutin sum
Peter, ið er drongurin hjá Søs,
sum er eitt av børnunum hjá
Far til Fire.
Tónleikurin hjá C21 er
ógvuliga sukursøtur, sum
flest allur tónleikur hjá slík
um bólkum er. Tað ljóðaði
einki serligt, og tað er synd
at siga, at talan var um nakra
uppliving hjá einum eitt
sindur kræsnum áhoyrara.
Men hinvegin so dámdi
fjøldin sum heild væl danska
bólkin, og tað er ivaleyst tað,
sum er mest umráðandi, tá ið
alt kemur til alt.
Skrambul úr Amerika
Endabresturin á tiltakinum
leygarkvøldið var ein fram
førsla, sum amerikanski
rapparin ALX hevði. Lat
tað verða sagt beinanvegin,
at undirritaði blaðmaður
als einki hevur ímóti rapp,
og í veruleikanum dámar
nógvan rapptónleik. Men
tað sum borðreitt var við
leygarkvøldið var undir alt
lágmark, so vánaligt var tað.
Sum skilst var tað ikki serliga
dýrt hjá fyrireikarunum at
fáa ALX til Føroya, og tað
er væl skiljandi eftir at hava
hoyrt amerikanska rapparan
á palli.
Øll framførslan hjá ALX
var play-back, og bert hend
ingaferð rappaði hann eitt
sindur í mikrofonina, og
tað var eisini betur ógjørt,
tí tað ljóðaði ræðuligt. At
rappið koyrir við fullari ferð,
meðan ALX sjálvur hevur
lagt mikrofonina frá sær og
bara stendur og veipar við
Føroysk góðska og am
Teir gott og væl 700 ungdómarnir,
ið leygarkvøldið høvdu lagt leiðina
í høllina á Hálsi í Havn til stóra
ungdómstiltakið Náttin er Ung,
vóru vitni til góðar føroyskar
tónleikaframførslur, meðan støðið á
útlendsku gestunum var heldur ivasamt
Amerikanski rapparin ALX
var eitt stórt vónbrot, og
framførslan hjá honum var so
vánalig, at maðurin vónandi
ikki aftur verður at síggja á
palli í Føroyum.