Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-06, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 6. desember 2005 35 , , // /ÀÞ}}>ÀˆÊLÖÃÌ>s>À?˜ +OMINNTILOKKARAELLARINGOGHOYRUMTÓNARM’GULEIKAR À‰s}iÀsÊ ivÃi˜]ʎ՘`>À?s}iۈ PETURPETURs Gávuhugskot Frímerkjadeildin - www.stamps.fo - filateli@postur.fo Serprent: 300,- kr. fyri hvørt ...alt ber til Eva Solo Cafè Solo kaffibryggjari. Bara 398,00 Tey, sum vóru børn í fimmti, seksti, sjeyti, áttati, og kanska nítiárunum við, minnast jóla­ mannin hjá Kathrinu Christ­ iansen á Áarvegnum í Havn. Tað var ein tann størsta hend­ingin í jólmánaðinum - eftir at hava sæð jólatræið í garðinum hjá G - at sleppa oman á Áarvegin at síggja jólamannin taka telefonina og skriva niður jólaynski barn­anna. Seinnu árini hevur hann tó ikki verið at sæð - kanska tí at handilin hjá Kathrinu Christ­iansen ikki longur hevur sýnisgluggan niðri á Áar­vegnum, men eisini tí, at hann ikki hevur verið í so góðum standi. Men nú er hann aftur at síggja. Hesaferð hevur Haldor sett jólamannin í gluggan í handlinum í Bartskersstovu í Bringsnagøtu. Í gamlari tíð var tað ein bjølgur, sum fyltist við luft, sum fekk hann at reisa seg. Hetta er nú gjørt soleiðis, at hann mekaniskt kann reisa seg við einum el- motori - og nú sær hann út sum fyrsta dagin. Jól vóru ikki í Havn, fyrr enn Jólamaðurin sást á Áar­ veg­num. Hann hevði ómeta­ lig­an týdning fyri børnini - og barnagarðar leitaðu í flokkum oman á Áarvegin. Ja, í veruleikanum hevði hes­ in í dag so lítillætni jólamað­ urin nógv størri týdning, enn stórir jólabýir hava í dag. Børn og vaksin, um í hes­ um døgum leita sær út á Jólagøtuna úti á Reyni, eiga at hyggja framvið Bart­skers­ stovu, so um ikki annað for­ eldrini kunnu glaðast um aftur at síggja góða gamla jólamannin. Gamli jólamaðurin aftur til heiður og æru Góði gamli jólamaðurin hjá Kathrinu Christiansen er nú aftur at síggja - tó ikki sum fyrr í sýnisglugganum á Áarvegnum, nei í ár er hann at síggja í sýnisglugganum í Bartskersstovu í Bringsnagøtu Mynd: Jens Kristian Vang