týsdagur 6. desember 2005síða 36
Tekstur á síðuni
36
Nr. 234 - 6. desember 2005
Hvat er tað besta við
jólum?
Tætta samveran við børnu
num, og at famijan savnast.
Miðbýurin í Havn, jólakon
sertir, angin av mandarinum
og gløgg ... og løtan í kirkj
uni jólaaftan, sum er eitt
”must”.
Hvat er tað keðiligasta
við jólum?
Tað dapra gerst enn daprari.
Tey sum hava tað ringt, fáa
tað enn verri á jólum. Og
flest okkara hava líkasum ikki
stundir, tí vit eru mitt í mater
ialistiska rotturesinum.
Hvussu helt tú jól sum
barn?
Hjá ommu og abba í Trónd
argøtu ella í barndómsheim
inum á Marknagilsvegnum,
nú Dánjalstrøð.
Hvussu heldur tú jól í ár?
Í Herning. Har eiga børnini
4 systkinabørn, og omman
og abbin koma úr Kolding.
Fyrstadag savnast vit - fa
miljan telur 21 - í Århus. Tað
plagar at vera sera lívligt og
hugnaligt.
Hvat heldur tú um
jólaresið í desember?
Havi langt síðani fingið ov
mikið av tí, royni tí ikki at
resa ov nógv. Í ár eru flestu
gávurnar keyptar, og eftir
er bert at gera marcipan og
baka eitt sindur. Havi ong
ar ambitiónir um sjey sløg!
Kanska fer tað í ár at eydnast
at slappa av og bar hugna
okkum í desember?
Hevur tú nakrantíð hildið
jól uttanlands?
Ja, javnan. Fyrstu ferð í París,
tá eg var 19. Vit vóru fimm
gentur, sum pyntaðu eina
urtapottaplantu sum jólatræ,
royktu cigar aftaná døgurð
an og fóru til midnáttarguds
tænastu í Sacré-Cæur á Mont
martre. Við familjuni havi eg
fleiri ferðir hildið jól í Norra.
Ta einu ferðina í einari smáttu
í kavakløddum fjøllum. Vit
feldu okkara egna jólatræ,
eldurin brann á eldstað
num og 10 míl vóru til nærm
asta handil. Tað vóru sonn
ævintýrjól!
Keypir tú sjálv/ur tínar
jólagávur?
Ja, eg keypi fleiri enn 30 jólagáv
ur. Ein uppgáva eg væl kundi
hugsað mær at útlicitera!
Hvat ynskir tú tær í
jólagávu?
Bøkur eru altíð ovast á ynski
listanum. Føroyskar og ensk
ar. Havi eina tigandi avtalu
við pápi mín, um at geva
hvørjum øðrum bøkur. Ann
ars ein nýggjan bil, men tað
er vist langt omanfyri loyvda
jólagávuprísklassa :)
8 spurningar um jól
Bjørt Samuelsen
Telefon: 317620 • Telefax: 317699 • Heimasíða: www.tt.fo
Prísur frá kr. 75,-
Fellowes cd-rom mappur
Mappur við lumma til fløgurnar, pláss fyri 32, 64
ella 128 fløgur.