Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-11-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 2. november 2000 13 12 Nr. 211 - 2. november 2000 Opið er: Leygardagin 4. november Kl. 15.00-22.00 Sunnudagin 5. november Kl. 15.00-21.45 Undirhald: - Magni Christiansen - Vísumenn - Jónsvein og Birgir - Barnasjónleikur - Klovnar - Mótasýningar - Ungdómskórið Frásøgumaður: Magni Poulsen í Ítróttarhøllini á Skála 4. og 5. november Vælkomin inn á gólvið! SøluRásin 2000 Sølustevnan SøluRásin 2000 Sølustevnan SøluRásin 2000 Arnbjørn Madsen Valevni Tjóðveldis- floksins Í seinastu valgrein míni vísti eg á, hvørji mál eg vildi arbeiða fyri á Argjum, um eg bleiv valdur. Nú fari eg at umrøða Havnina. Hvørji mál eg her vil arbeiða fyri. Bústaðar- viðurskifti Tað er nú einaferð so, at ikki øll megna ella ynskja at byggja egin hús. Tí mugu skapas fyritreytir fyri øðrum bústaðarmøguleikum. Ein møguleiki er, at bygdar blivu fleiri íbúðir, sum fólk kundu leigað. Eldri fólk sum eiga stór hús, og sum kundu hugsa sær eini minni ístaðin, høvdu kunna loyst henda trup- ulleika við at selt hús síni, og leiga eina íbúð ístaðin. Hesin leigu- sáttmáli skuldi tryggja teimum ein bústað so leingi tey livdu. Hetta hevði eisini ført við sær, at mangar ungar familjur høvdu kunna loyst sínar sethúsar trupulleikar skjótari, og kanska bíligari, enn ídag! Fyri at gjørt hesar íbúðir meiri áhugaverd- ar, skuldi tað verðið møguligt hjá ungum familjum at leiga nakrar av teimum. Náttúra og umhvørvið Ólavur Mikkelsen, sáli, arbeiddi sera hart fyri at varveita teir grønu blettirnar teigarnar í Havn. Spell at ikki fleiri tóku undir við honum, tí so høvdu funnist fleiri grønir teigar í Havnini ídag. Tøkk fái hann fyri tað. Í Havnini finnast alt ov fáir grønir blettir eftir, og tí má ansast væl eftir, at ikki teir síðstu fara undir betong og asfalt. Ein skinsamur polit- ikkur á hesum øki skal sjálvandi galda fyri alla Tórshavna Kommunu. Johan Mortensen Valevni fyri Tjóðveldis- flokkin Abbi mín var lærari. Pápasystur mín var eisini lærari. At vera lærari er eitt sera álvarsamt og krevjandi starv. Hjá mongum var hetta fyrr eitt veruligt kall, eitt starv við meining og innihaldi. Tíðanverri er tað ídag hjá mongum lærarum reducerað til eitt meira ella minni undirbetalt stressjobb. Øll minnast vit okk- ara fyrstu lærarar og tað stóru ávirkan teir høvdu á okkum, eina ávirkan fyri lívið. Fyri at ein lærari skal virka til fulnar krevst at hann hevur rímuligar umstøður at virka undir, bæði fíggjarliga og um- hvørvisliga. Børn okkara skulu hava nøgdar lærarar. Skúlaverkið í Havn krevur stórar ábøtur. Nógvir skúlar eru nið- urslitnir. Eisini er tørv- ur á fleiri skúlum, ikki minst forskúlum og frí- tíðarskúlum. Eisini hetta verður ein stór uppgáva hjá komandi Býráði at fara undir. Hon er líka týdn- ingarmikil sum barna- ansingin og okkara eldri Havnarborgarar. Tjóðveldisflokkurin fer at loysa hesi mál á ein sømuligan og kostn- aðarforsvarligan hátt. Kaj Vágfjall Í Dimmalætting nr. 203 skrivar Lisbeth L. Petersen løgtingslimur eina grein við heitinum: »Skulu vit trúgva teimum?«. Yvir- skriftin sigur alt. Her skal ivi sáðast um nakað, og utt- an at ein hevur lisið grein- ina, gerst ein frammanund- an greiðir yvir, at ivin sjálv- andi skal sáðast um trúvirði føringa – hennara egnu landsmenn. Fer blokkurin at minka? Tað sum málið her snýr seg um, er um tað er satt, at danskir politikarar hava hótt føroysku samráðingar- nevndina við, at blokkstuð- ulin skal minkast burtur í einki í framtíðini. Hvørki Lisbeth ella undirritaði hava verið við til samráð- ingarnar við donsku stjórn- ina, og kunnu sostatt ikki vita hvat er fari fram hand- an leiktjøld. Men hóast tað, so havi eg álit eg á okkara egnu landsmonnum. Eru føringar ikki at líta á? Slíkt álit hevur Lisbeth ikki, og hevur ongantíð átt slíkt álit á egnu landsmonn- um sínum. Hon er, sum flest øll onnur sambands- fólk, bergtikin av øllum tí sum danir siga og gera, so vertin á, um tað ikki altíð er til okkara fyrimum. Føring- um hava tey ikki stórvegis virðing fyri. Vit føringar skulu ikki halda, at vit eru nakað. Vit eru alt ov fá- ment. Kunnu einki, duga einki o.s.fr. Nei, tað eru danir sum eru naka, og sum vit skulu lata alt upp í hend- urnar á. Tí einans teir duga og vita. Lat teir gera alt fyri okkum. Okkum nýtist ikki at gera nakað. Nei vit kunnu liggja í seingini og sova, til onkur kemur við einum donskum kekki og veipar yvir høvdinum á okkum og biður okkum koma til arbeiðis. Blokkur- in, eigur lívið í okkum, siga tey. Um hann minkar ella fellur burtur, mugu vit ar- beiða, og hetta ræðast sam- bands- og javnaðarfólk. At hugsa sær, missa vit blokk- in, so hava vit ikki ráð til at keypa dýrar bilar og fín sterioanlegg o.s.fr. Hetta er jú tann vælfer, sum sam- bands- og javnaðarfólk harmast um, vit mugu vera fyri uttan. Lat danir bara gera alt fyri okkum, svara fyri okkum, gjalda fyri okkum o.s.fr., tí tað hava teir best skil fyri. Hetta er sambands- og javnaðarhug- sjónin. Tíðindafundirnir eru sjónleikir At danir hava latið hesi orð falla, ivist eg ikki í, tá okk- ara samráðingarfólk siga so. So mikið álit havi eg á landsmonnum mínum. At Nýrup royndi at muta ímóti á tíðindafundinum, hevur alt at siga fyri Lisbeth, men fyri mær eru hesir tíðinda- fundir ikki annað enn sjón- leikir, har Nyrup stýrir øll- um, meðan løgmaður næst- an ikki sleppur til orðana – hann er jú bara føringur. Sjálvandi fara danir ikki at sita hendur í favn, meðan vit válka okkum í marglæti, partvís goldið av teimum. Andstøðan missrøkir skyldur sínar í uttan- landsnevndini Tað sum fer fram handan leiktjøld veit eg sum mein- igur maður einki um. Lis- beth veit tað heldur ikki. Um partamenn hennara í uttanlandsnevndini røktu sítt arbeiði og gjørdu sínar skyldur, við at møtt til fundirnar, bæði her heima og í Keypmannahavn, kundu teir ivaleyst vátta hesi tíðindi, men tað hevur helst ongan áhuga, tí tað hevði ikki hóska sambands- flokkinum at fari út og greitt veljarum sínum frá, at blokkurin fór at hvørva. Tá hevði grundarlagið und- ir hesum flokki falli burtur. Tað er helst tað sum ræðir tey, og tí royna tey av øllum alvi at gera okkara samráð- ingarfólk til lygnarar. Meiri álit á teimum sum hava snýtt okkum Lisbeth hevur meiri álit á hvat danir siga. Tá vit vildu hava eina dómarakanning, sítti danska stjórnin okkum hesa kanning, tí hon hevði ikki reint mjøl í posanum. Ístaðin fyri fingu vit eina aðra kanning, sum, hóast alt, avdúkaði, at vit høvdu verið snýttir. Vit fingu end- urgjald frá donsku stjórn- ini. Hví? Var tað tí hon var samsek við brotsmennirnar í Den Danske Bank. Fyri at tað skuldi síggja betur út, stevndi danska stjórnin Den Danske Bank. Úrslitið kenna vit. Fyri at »sam- spælið« millum henda banka og donsku stjórnina, sum javnaðarflokkurin er garantur fyri, ikki skuldi vera avdúkað, var »semja« gjørd, tí um málið var ført til dóms, hevði ikki staði so væl til hjá nógvum, bæði í donsku stjórnini og í bank- anum. Hetta eru fólkini, sum Lisbeth setur álit sítt á, heldur enn føringar. Og sama álit vísa javnaðarfólk dønum, og ganga teimum til handa, heldur enn sínum egnum landsmonnum. Tað sum er fari fram ta síðstu tíðina millum donsku stjórnina og landsstýrið kenna flest øll, har vit eru fóðrað við villeiðandi upp- lýsingum og í summum førum beinleiðis lygnum. Hetta eru teir og politikk- ur teira, sum javnaðarmenn geva sín fulla stuðul til. Ongar fylgjur? Jú, sambands- og javnaðar- fólk kunnu billa føroya fólki nógv inn, uttan at tað fær fylgir, tá tað vísir seg, at tað ikki passar. Føroya fólk fer at svara tykkum aftur, fyrst við komandi fólkaatkvøðu, síðani til komandi fólkatingaval og at enda til komandi løg- tingsval. Dómurin verður ikki mildur til hesi myrk- ursins góngumenn, sum dúgliga hava sáðáð svarta- spillu sína og misstreysti her á landi, tí føringar hava kent nóg mikið av sviða, eyðmýkjan, háðan og nið- urgering frá danska herð- setingarvaldinum og frá skutilssveinum teirra her á landi. Býráðsvalið 2000 Politisk svartaspilla Lærarin & Skúlin Schumann Hjaltalin býráðslimur. Valevni fyri Sambands- flokkin Størsti dentur eigur at verða lagdur á fíggjarstýringina, ein neyv fíggjarstýring er grundarlagið undir øllum kommunala virkseminum. Tað hevur eydnast okkum at gjalda niður uppá skuld- ina, soleiðis at vit nú eru komin niður á eina álíkn- ing, uml. 300 mió. Skal tað eydnast okkum at verða ein sterk og góð kommuna, so er tað av allar størsta tídningi, at hava sum aðalmál, er at gerast skuldarfrí. Tá vit eru skuld- arfrí, eru vit ein fræls kommuna. Nú Kollafjarðar og Tórs- havnar kommuna leggja saman, verður kommunan enn størri og vónadi verður hettar til gagns fyri báðar kommunurnar, men at kommunan gerst størri, krevur sjálvsagt at vit hava eina neyva fíggjarstýring. Tíðin til tey stóru lyftini er ikki komin enn, men tey lyftir ið vit geva, skulu vit eisini halda. Komandi fýra árini verða eisini strævin hjá Tórshavn- ar kommunu. Men við einum skynsamum fíggjar- politikki, sum byggir á varsemi og góðum sam- starvi við hinar flokkarnar í býráðnum, kunnu vit finna eitt haldgott støði. Fíggjarstýringin er grundarlagið fyri einari sterkari kommunu