hósdagur 2. november 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 211 - 2. november 2000
15
gult cyan magenta svart
14
Nr. 211 - 2. november 2000
Sosialurin - 311820
Nógv nýtt
heim-
komið!
CURRI
CURRI
Ítróttarhandil Fa.
Heiðavegur • 600 Saltangará • Tel. 449360
Flottasti
básur
á sølu-
stevnuni í
Runavík
verður nú
at síggja
á Skála
Á SØLUSTEVNUNI
VÍSA VIT NAKAÐ
AV TÍ NÝGGJASTA
KLÆDNAMÓTANUM
TIL MANNIN
Á SØLUSTEVNUNI
VÍSA VIT NAKAÐ
AV TÍ NÝGGJASTA
KLÆDNAMÓTANUM
TIL MANNIN
Sosialurin - 311820
Stevnutilboð
hava vit
sjálvandi
eisini
Tey røttu klæðini til mannin, eisini tann tilkomna.
Saltangará • Heiðavegur • Tel. 448110
Skála Ítróttarfelag var stovnað í 1966, og hevur umleið 200
skrásettar limir. Felagið er í dag eitt fótbóltsfelag burturav,
við umleið 20 luttakndi liðum í landskappingini.
Formaður er Emil Jacobsen
Skála Róðrarfelag varð stovnað í 1993, og hevur 150 skrá-
settar limir. Felagið hevur luttikið í kapprógving við 2 bátum,
5 mannafarinum Svanur, og 10 mannafarinum Skálabátur.
Formaður er Dan Petersen
Stranda Ítróttarfelag ella STÍF var stovnað í 1948, og man
tí vera eitt av teimum elstu ítróttarfeløgunum í Føroyum.
STÍF er eitt hondbóltsfelag, og hevur lið í øllum deildum,
bæði gentur, kvinnum, dreingjum og monnum. Í felagnum
eru 200 aktivar limir.
Formaður er Andrass Danielsen
Ungmannafelagið Strálan varð stovnað í 1989. Felagið hevur
luttikið í kappróðri við 6 mannafarinum Stráluni síðani 1991.
Umframt kapprógving, er badminton og dart.
Strálan hevur 270 skrásettar limir.
Formaður er Anfinn Gærdum
Vælkomin!
Skála Ítróttarfelag
Skála Róðrarfelag
Stranda Ítróttarfelag
Strálan
Sølustevnan SøluRásin2000 er fyriskipað av ítróttarfeløgum
á Skála og Strondum, t.v.s. Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrar-
felag, Stranda Ítróttarfelag og Ungmannafelagnum Strálan.
Endamálið við stevnuni er at fáa pening til vega, sum skal
nýtast til raksturin hjá hesum 4 feløgunum.
Sølustevnan SøluRásin '99, sum vit fyriskipaðu í fjør, eydnaðist
sera væl, yvir 30 fyritøkur luttøku á stevnuni og yvir 3.200
atgongumerki vóru seld.
Vit hava aftur í ár gjørt alt okkara besta til, fyri at øll skulu verða so væl
nøgd við stevnuna sum til ber.
Vit fara her at takka øllum framsýnarum, lýsarum, teimum sum
undirhalda, teimum vitjandi og øllum tykkum mongu sum hava
hjálpt til, at gera tað møguluigt at hava eina slíka sølustevnu sum
hesa.
Við ynskjum um eina væl vitjaða og góða sølustevnu á SøluRásini 2000.
Fyrireikingarnevndin
Góða SøluRás 2000