Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 235 - 7. desember 2005 Jólaljósketur við nissum, djórum ella hjørtum líkjast leikum, men við 230 voltum er hetta ikki at spæla við, og fyri eitt lítið barn, kann ketan gerast lívshættislig Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Jólaljósketur er vakrar og pynta væl til jólar, men tær kunnu vera sannar deyðs­ fellur. Hevur ketan ikki ein transformara, kann eitt óheppið barn, ið spælir við ketuna, í versta lagið doyggja av at fáa 230 volt ígjøgnum kroppin, skrivar danska avísin BT. Danska avísin hevur kannað jólaljósketur, ið verða seldar í tólv ymiskum donskum handilsketum, og í trimum handlum funnu tey ketur, ið sambært danska trygdarstýrinum eru lívshættisligar. Hetta eru ketir við figurum, ið líkjast leikum ella gummibommum, og tí kunnu tykjast lokkandi fyri børn at spæla við. Sjey aðrir handlar seldu ket­ur uttan transformara, og í einans tveimum av handl­ un­um høvdu keturnar upp­ lýsingar um vandan við ketunum. Tá BT vendi sær til handl­arnar, søgdu næstan allir handlar, at tey fóru at krevja av veitarunum, at antin transformari ella upp­ lýsing var skrivað pakkan. Onkur ætlaði enntá, at taka vandamiklu keturnar av hyllunum. Í danska brúkararáðnum verður sagt, at tey meta at transformari skuldi verið á øllum ljósketum, og at hetta átti at verið eitt lógarkrav. Hetta eru jú ketir ið hanga í barnakømurum og í barnagørðum kring alt Danmark, sigur Helen Amundsen úr brúkararáðnum við BT. Hon vísir á, at hetta ikki er ein nýggjur trupulleiki, og málið hevur verið tikið upp á hvørjum ári, tí er tað eingin umbering hjá handilsketunum, at tey enn hava vandamiklu keturnar á hyllunum. Bólkurin ið megnaði at gera ”Aja” til skaldskap og seta skaldskapin í ein so forkunnugan form sum eitt føroyskt reggare lag, Deiggj, er still going strong. Bólkurin er kanska ikki millum virknastu bólkar í landinum, men spælir støðugt og hevur gjørt tað í nógv ár. Hetta vikuskiftið verður Deiggj dansur í Kagganum. Deiggj, hevur venj­ing­ ar­høli í bilskúrinum hjá odda­manninum Fróða Vest­ er­gaard, og er altíð í góðari venjing. Seinasta hálva ár­ið hevur bólkurin fleiri ferð roynt seg sum Gasolin Jam, og løgini hjá danska stórbólkinum eru altið á skránni tá teir spæla til dans. Eru tit heilt heppin verða kanska eisini Deiggj løg sum Aja, Prúða Land Mítt og Tillukku á skránni nud Jógvan Nolsøe er ein av fremstu føroysku barr­ sang­­arunum, við stórari inn­­living og enn størri spæliskrá, hevur hann verði ein tann virknasti sangarin á café’um og barrum í Havn. Men leygarkvøldið sleppa eisini sandingar at uppliva henda troubadur. Jógvan fer á pallin í spæli­ staðnum á Sandoynni Texas leygarkvøldið frá 21-03. Texas leggur nógva orku í at bjóða sandoyingum liv­ andi tónleik, og er vorðið eitt av teimum mest spenn­ andi spælistøðunum uttan fyri Havnina. nud Tvær av teimum bjartastu føroysku stjørnunum seinnu árini fara á pallin í hølinum hjá føroyingafelganum í Århus, Áarstovu leyg­ar­ kvøldið kl. 22, hetta verður samstundis síðsta tiltak í Áarstovu í ár. Høgni Reistrup sangari úr Lawetz og Finnur Jensen sangari úr Páll Finnur Páll fara at undirhalda við jólatónum og øðrum hugnaligum livandi tón­ leiki. Tá tónleikurin slóknar og dyrnar verða latn­ar aftur, aftan fyri síðsta gestinum, fer føroyingafelagið í jólafríð til latið verður uppaftur 14. januar, tá tiltak aftur verður á skránni. nud Fríggjakvøldið og leyg­ arkvøldið spæla Showmenn á Rex. Jens Marni, Kim, James og Jóhannus hava seinastu árini spælt á Hotel Føroyum allan jóla­ mánaðan, men so er ikki í ár. Tí fáa eisini tey, ið ikki hava jólaborðhald uppi við Oyggjarvegin høvið at hoyra jólatyssi, rokk’n’roll tyssi og øll hini klassisku Showmans tyssini. Tú kanst takað bólkin burturúr jólaborðhaldinum, men tú kanst ongantíð taka jólaborðhaldið burturúr bólkinum. Tí er eingin ivi um, at jólaborðhaldskenslan verður sterk í REX hetta vikuskiftið. Leygarkvøldið er 25ára aldursmark. nud Sjeikurin hjá Poppkorn er aftur hesa vikuna ovast á 15 teimum bestu. Herbergið hjá Páll Finnur Páll, sum átti ovastu rók inntil Popp genturnar koppaðu teir av trúnuni, eru á øðrum plássi. Høm Høm við Pipar & Salt og Timburmenninir hjá Peturi Pólsyni tryggja ein føroyskan topp 4 lista. Grannin hjá Páll Finnur Páll er einasta eykalagið, sum kom inn á listan hesa vikuna, og liggur á sjeynda plássi, umframt hetta eru Frensurin hjá Óla hjá Dynamit og The Innocense Of Childhood hini føroysku løgini á listanum hesa vikuna. nud Rókur Jákupsson Jacobsen vann Singer/Songwriter kapp­ingina í fjør. Hann hevur seinastu tíðina arbeitt við síni fyrstu fløgu sum einstaklingur. Í hesum arbeiði hevur hann millum annað arbeitt saman við Benja­min Petersen, ið gjørdist kendur í Føroyum sum evnaríki gittarleikarin hjá Brandi Enni. Hóskvøldið fara teir báðir at undirhalda á Café Natúr, og her verður høvi at hoyra okkurt av tí, sum verður á fløguni. Konsertin verður un­plugged, og sambært Hav­grími Johannesen fyri­ skipara, so verða eisini aðr­ ir gestir við. Rókur telist millum bestu føroysku song­røddirnar og er altíð ein uppliving. nud Føroyskar stjørnur í Áarstovu Jógvan Nolsøe í Texas JólaShowmenn á Rex Poppkorn enn ovast á 15 teimum bestu Deiggj í Kagganum Jólaljósketur kunnu drepa Rókur og Benjamin í Café Natúr