mikudagur 7. desember 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
semi í Íslandi, Jákup á Dul
Jacobsen og Gunnar Justin
ussen, greiddu eisini frá,
hvussu teir fingu fótin fyri
seg í Íslandi.
Upplyftandi
- Eg haldi, at hetta hevur
verið ein ógvuliga áhugaverd
og upplyftandi vitjan í
Íslandi. Vit hava hoyrt nógv,
og eg haldi, at vit hava fingið
eitt gott innlit í, hvussu
íslendingar hava gjørt, nú
tað er ein sannroynd, at teir
hava lyft seg upp til at teljast
millum fremstu lond um okk
ara leiðir.
Áki vísir á, at búskaparliga
framgongdin í Íslandi hevur
verið ógvuliga stór seinastu
árini.
EBS-samstarvið hevur eis
ini havt stóran týdning fyri
íslendska vinnu.
- Vit hava fingið eitt gott
innlit í, hvussu íslendingar
hava gjørt fyri at koma
sær út í heimin og í nógv
størri mun enn vit hava
gjørt seg galdandi í altjóða
vinnulívi.
Hann sigur, at á ferðini í
Íslandi hava føroysku vinnu
lívsfólkini hoyrt, hvussu
stórt kanningararbeiði ligg
ur aftanfyri tey átøk, sum
íslendingar hava gjørt úti í
heimi, og hvussu íslendsku
bankarnir saman við vinnu
lívinum hava verið við í hesi
tilgongd.
- Íslendingar hava ikki í
so stóran mun gjørt íløgur í
bygningar uttanlands, men
hava meira lagt seg eftir mál
inum at sleppa inn á markn
aðirnar.
Hugburðurin
Leiðarin á útflutningsdeildini
hjá
Menningarstovuni
heldur, at framgongdin,
sum íslendski búskapurin
hevur havt seinastu árini,
er ”absoluttur” veruleiki,
sum hann tekur til – og ikki
hvørvisjónir.
- Sjálvandi vita íslend
ingar, at stóri vøksturin
í búskapinum ikki kann
halda fram við somu ferð
sum higartil, men eg ivist
onga løtu í, at framgongdin,
sum verið hevur, fer at koma
granntjóðini fyri vestan til
góðar í framtíðini.
Áki heldur, at størsti
munurin á íslendingum og
føroyingum, er hugburður
in.
- Vit hava lyndi til at
síggja forðingar í teimum
broytingum, sum eru úti í
heimi, nú marknaðargarðar
verða brotnir. Hinvegin hava
íslendingar sæð møguleikar
– og hava tikið upp avbjóð
ingina, sum liggur í hesum
møguleikum.
Áki tekur saman um og
sigur, at hugburðurin og
mentaliteturin í londunum
báðum er ólíkur.
- Íslendingar halda ikki,
at tekniskar ella fysiskar
forðingar eru við broyttu
marknaðarstøðuni, sum
ikki vinnast kann á. Eg
haldi, at størsti trupulleikin
hjá okkum er at vinna á
hugburðinum, sum liggur í
okkum føroyingum. Íslend
ingar hava dugað at sæð
møguleikarnar, meðan vit
hava stært okkum blindar í
avmarkingunum.
Hugsa úteftir
Áki heldur, at føroyskar
vinnufyritøkur hava góð
ar møguleikar at gera seg
galdandi á íslendska markn
aðinum, tí líkt er til, at íslend
ingar hava lyndi at gloyma
sín egna marknað, nú teir
hava lagt so stóra orku í at
náa út um landoddarnar.
- Hóast bæði londini eru
lutfalsliga smá, er íslendski
marknaðurin væl størri enn
hin føroyski, og tí haldi eg,
at føroyskar vinnufyritøkur
avgjørt hava ein góðan møgu
leika at selja sínar vørur og
tænastur á íslendska heima
marknaðinum. Haraftrat
kemur, at nú búskaparliga
framgongdin í Íslandi hevur
verið so stór seinastu árini,
er keypiorkan í Íslandi eisini
nógv økt, sigur leiðarin á
útflutningsdeildini.
Málrættað
- Eg haldi, at tað er
áhugavert, at føroyskur
ungdómur nú í størri mun
enn áður eisini nemur sær
útbúgvingar í øðrum londum
enn Danmark. Hetta er
broytt seinastu árini, og eg
ivist onga løtu í, at tað fer
at síggjast aftur sum tíðin
líður.
Áki vísir á, at íslendingar
síggja mun á teimum, sum
útbúgva seg í Evropu og
teimum, sum útbúgva seg
í USA.
- Íslendingar halda nevni
liga, at útbúgvingarnar í
Evropu í stóran mun byggja
á teoriir, meðan útbúgving
arnar í USA tykjast meira
málrættaðar, soleiðis at
fólk, sum hava nomið sær
útbúgvingar í USA, skjótari
koma í gongd við praktisk
átøk, sigur Áki Johansen.
Á ferðini í Íslandi hevur
føroyska ferðalagið búð á
Hotel Nordica í Reykjavík.
g gloyma sín heimamarknað
Vinnulívsfólk og
stigtakarar til átakið í
Íslandi eru á veg út úr
bussinum. Veðrið er gott,
men tað er kalt. Føroyingar
eru í Íslandi og hoyra um
íslendsku útrásina
- Eg haldi, at hetta hevur verið ógvuliga áhugavert og upplyftandi fyri føroysk vinnulívsfólk, heldur Áki Johansen
Nógv kend andlit. Føroysk vinnulívsfólk úr ymiskum vinnum læra av brøðratjóðini fyri vestan um, hvussu teir hava gjørt
17
Nr. 235 - 7. desember 2005