Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Eg haldi, at tað hevur verið ógvuliga áhugavert og upp­lyft­ andi fyri føroyskt vinnulív at hoyra og síggja, hvussu íslendingar hava gjørt fyri at náa so langt, sum teir hava nátt hesi seinnu árini, sigur Áki Johansen, sum er leiðari á út­flutningsdeildini hjá Menningarstovuni Átak Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánadagin fóru eini 65 fólk úr Føroyum til Íslands at vera við í einum átaki, sum Menningarstovan og Kaup­ thing skipaðu fyri í sambandi við, at londini bæði fyrr í heyst undirskrivaðu ein frí­ handilssáttmála, sum rívur niður flestu garðar millum Føroyar og Ísland. Áki Johansen, sum er leið­ ari á útflutningsdeildini hjá Menningarstovuni, sigur, at vinnulívsfólk úr flestu vinn­um í Føroyum eru við í átakinum. Fjølmenta ferðalagið úr Føroyum kemur heimaftur úr Íslandi við flogfarinum í dag. Sosialurin hitti Áka Jo­han­ sen í telefonini úr Ís­landi í morgun. Marell og Køgan Mánadagin, tá ið komið varð yvir til Íslands, vitj­aðu tey tvær stórar ís­lendsk­ar fyri­tøkur, nevniliga Ma­ rell, sum fram­leiðir út­­bún­­ að til vinnuna, bæði mat­ vøruvinnuna og fiski­vinnuna annars. Marell er kend fyritøka innan fiskiídnaðin og tey, sum hava vitjað á fiski­ vinnuframsýningum uttan­ lands, hava í fleiri ár sæð Marell verið við á hesum framsýningum. Marell og Formula.fo hava samstarvað um ymiskar vinnuligar loysnir. - Men Marell er meira enn ein framleiðari av útbúnaði til fiskiídnaðin, sigur Áki Johansen. Hann vísir á, at felagið, sum er vaksið nógv seinastu árini, eisini framleiðir útbúnað til høsnarungamarknaðin og til kjøtmarknaðin annars, og soleiðis hevur fyritøkan, sum eisini hevur stórt virksemi uttanfyri Ísland, trý bein at standa á. - Meginparturin av fram­ leiðsluni verður útflutt til onnur lond, sigur hann. Áki veit at siga, at Marell nýliga hevur bygt nýggj og stór høli til virksemið í Íslandi, men longu nú eru nýggju hølini vorðin og trong, og neyðugt er við nýggj­um útbyggingum. Mánadagin vitjaði før­ oyska ferðalagið eisini áhuga­ verdu fyritøkuna, Køgun, sum eitt nú virkar innan KT-vinnuna og eisini hevur deild uttanfyri Ísland. Sum skilst, spennir virk­ semið hjá Køgum rættiliga víða við ymiskum fyritøkum undir sama hatti. Fyrilestrar Áki sigur, at týsdagurin fór allur til fyrilestrar, sum Kaupthing skipaði fyri um íslendskan búskap og ís­lendska vinnu í breiðum høpi. Eftir at stjórin hevði boð­ ið føroyska ferðalagnum væl­­komnum, vóru fleiri fram­­­løgur, har ein av stjór­ unum eitt nú greiddi frá um íslendska búskapin – um hesin er eitt undur ella ein hvørvisjón. Fyrilestar vóru eisini um íslendska íløgustrukturin, íløgumarknaðin, íløgu­ banka­virk­semi, um íløg­ur í byggivinnuni, hand­ils­ vinn­uni og kunnungar-og samskiftisvinnuni. Áki sigur, at tveir føroy­ ingar, sum hava stórt virk­ Íslendingar: Hugsa langt út um Ísland og Føroyskir fjølmiðlar eru saman við føroyskum vinnulívsfólki í Íslandi Nr. 235 - 7. desember 2005 16