mikudagur 7. desember 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
-Tað er ikki fyrst og
fremst ein spurningur
um at forvinna sum
mest av pengum í eini
framtíðar føroyskari
oljuvinnu. Tað er ein
spurningur um, hvussu
vit kunnu forvinna
pening. Tí fara vit
ikki at ganga uppá
kompromi við okkara
stavnhald, sum er at
raðfesta trygd, heilsu
og umhvørvi hægst.
Hetta stavnhald ynskja
vit at brúka í Føroyum
eisini. Vit vilja vera
ein góður borgari við
skyldum sum einhvør
annar borgari sigur
oddamaðurin hjá
Chevron í Danmark
Oljufelag vitjar
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Jólatingið hjá Oljutinginum
varð hildið á Hotel Føroyum
týskvøldið. Bert eittans evni
varð á skránni: risastóra
oljufelagið Chevron, sum
er størsta og mest virkna
oljufelag á Atlantsmótinum.
Og gesturin var eingin minni
enn oddamaðurin hjá Chevron
í Danmark, Trond Unneland.
Og tað varð eisini lagt upp
til eina heldur óvanliga fram
løgubyrjan, tí tá teir umleið 60
áhoyrarnir fingu sær pláss í
stóru høllini og lýddu á, fingu
teir heldur óvantað fyrst at
vita, hvar neyðútgongirnar og
rímingarvegirnir eru á hotell
inum, skuldi eldur komið í.
-Tað er greitt, at vit ynskja
at gerast partur av leitingini
eftir olju og gassi við Føroyar,
men hetta skal gerast á bestan
hátt. Felagið ætlar sær at vera
opið fyri at ganga lokalum
ynskjum og treytum á møti.
Men eitt stendur klettafast hjá
okkum í Chevron. Vit ganga
ikki uppá kompromi, tá tað
snýr seg um trygd, heilsu og
umhvørvi. Hesi standa fremst
í okkara skjaldamerki og vilja
vit gera alt fyri at raðfesta tey
hægst í Føroyum eisini.
Trond Unneland vísir
annars á, at Chevron er kent
fyri at vera ein nógv brúktur
partnari í londum við torfør
um umstøðum, eitt nú í Afrika
og Suðuramerika, tí felagið
tekur hædd fyri lokalum
viðurskiftum á staðnum. Teir
byggja skúlar og stuðla lokala
ídnaðinum.
Vilja stuðla og menna
-Men hvussu kann Chevron
so gerast eitt gott oljufelag
fyri Føroyar?
-Tað kunnu vit á mangan
hátt eitt nú við at hava
trygdina fremst í huganum
og at brúka nógva orku
uppá at varðveita eitt gott
og reint umhvørvi. Eisini
við at stuðla og menna
lokala vinnu, gransking og
útbúgving. Og so sjálvandi
at vera við til at finna olju og
gass, sum aftur kunnu gagna
føroyska samfelagnum.
Ì hesum sambandi nevnir
Trond Unneland, at felagið
hevur bundið seg til at brúka
3 mill. kr. til verkætlanir í
Føroyum fyri at hava fingið
leitiloyvi í 2. útbjóðing. Ein
grunnur er stovnaður til at
lata stuðul til ymisk lolkal
tiltøk eitt nú í sambandi við
útbúgving og vinnu. Teir
hava longu fingið umleið
20 umsóknir.
Mest virkið
Chevron telist í dag millum
heimsins fimm størstu olju
feløg. Chevron er tað felagið,
sum hevur flest ferkilometrar
av loyvisøki á Atlantsmótinum.
Felagið, sum hevur arbeitt
rættiliga miðvíst vestan fyri
Hetland í mong ár, fer nú
av álvara at seta fokus á økið
eystan fyri Føroyar eisini. Eftir
at Chevron fekk leitiloyvi
her hevur tað staðið fyri
seismiskum kanningum, sum
nú verða tulkaðar.
Annars
er
Chevron
sera virkið framvið øllum
miðlinjumarkinum millum
londini. Felagið fer longu
í mars mánað undir eina
stóra boriætlan í bretskum
øki, skamt frá føroyska
markinum. Borast skulu 3
brunnar og fer hetta arbeiðið
at taka meginpartin av 2006.
Endamálið er innan stutta tíð
at kunna staðfesta, hvussu stórt
Rosebank/Lochnagar fundið
er. Tað var í fjør, at Chevron,
Statoil, Dong og OMV gjørdi
eitt stórt oljufund á hesi leið.
Talan kann vera um eitt stórt
fund, tí struktururin kann vera
umleið 20 kilometrar langur.
So væl varð hetta fundið
móttikið hjá ovastu leiðsluni
hjá Chevron í San Ramon í
California, at eitt sera agressivt
og óvanligt boriprogramm
varð sett út í kortið. At bora
3 avmarkingarbrunnar í sama
ári er sera óvanligt í oljuleiting
og kann hetta tulkast sum, at
Chevronleiðslan veruliga
sær nakað stórt í hesum fund
inum.
Trond Unneland sigur,
at hesir brunnar saman við
tulking av nýggjum 3D seis
mikki bæði í hesum økinum og
føroysku megin markið eisini,
har somu feløg hava leitiloyvi,
kann fáa stóran týdning sum
partur av grundarlagnum fyri
eina møguliga komandi boring
við Føroyar í næstu framtíð.
Fyri Føroyar hevur tað eisini
stóran týdning, at úrslitið av
komandi boringum kann
fáa ávirkan á tulkingina av
føroysku jarðfrøðini. Og her
leggur norðmaðurin aftrat, at
jarðfrøðin heldur seg ikki til
mørk soleiðis sum lond gera
tað. Tí er ikki óhugsandi, at
jarðfrøðiligu viðurskiftini líkj
ast báðumegin markið.
-Tess betur vit skilja
jarðfrøðina í bretskum øki
tess meira kunnu vit minka
um óvissuna í føroyskum
umráði.
Um úrslitið av avmarking
arbrunnunum verður positivt
verður farið undir at fyrireika
framleiðslu. Trond Unneland
veit ikki, nær ein framleiðsla
kann vera klár. Tað veldst
um mong viðurskikfti so
sum havdýpi og hvat slag
av útbúnað man velur. Men
Chevron hevur góðar royndir
við at kunna skunda undir eina
framleiðsluna rættiliga skjótt.
Væl nøgdir við
føroyska tænastu
Chevron hevur skotið seis
mikk í Føroyum í summar
og hava teir m.a. brúkt før
oyskar tænastur. Teir eru sera
væl nøgdir við ta tænastu,
sum Atlantic Airways hevur
latið.
Seismiska
tulkingin
verður liðug í mars 2006.
Tulking og annað arbeiði,
sum fevnir um bæði bretska
og føroyska økið verður gjørt
hjá Chevron í Aberdeen. Ætl
anin er at evaluera loyvið við
Føroyar og grundarlagið fyri
at fara víðari, tá teir hava
fingið fleiri upplýsingar frá
Rosebank.
Trond Unneland sigur, at
herfyri varð felagið Chevron
Føroyar stovnað og skrásett
í Danmark. Annars fer
alt kanningararbeiðið hjá
felagnum á Atlantsmótinum
fram í Aberdeen. Tá tað
nærkast eini leiting á land
grunninum verður støða tikin
til at lata upp skrivstovu her og
flyta uppgávur hagar. Í dag er
Halgir W. Poulsen, advokatur
umboðsmaður hjá felagnum.
Fakta um Chevron
Felagið arbeiðir í 180 londum
og hevur 53.000 fólk í arbeiði.
Trygd, heilsa og umhvørvi
verða raðfest hægst í
felagnum.
Pensiónsaldurin í felagnum
er í meðal 57 ár, og tí verður
nógv orka brúkt til at útbúgva
nýggj starvsfólk. Brúk verður
fyri nógvum fólkum komandi
árini. Felagið miðjar móti at
útbúgva fólk frá økjum tað
arbeiðir í og hevur í hesum
sambandi samstarv við lærdar
háskúlar.
Felagið er tað oljufelagið
í mun til støddina, sum ger
størstu íløgur í útbygging.
Nýggj leitiøki eru Bar
entshavið og Atlantsmótið.
Felagið hevur tætt samstarv
við Statoil á hesum leiðum
og aðrastaðni.
Ein stór styrki hjá felagnum
er, at tað hevur so lætt við at
samstarva við onnur feløg.
Hetta hevur eisini víst seg
á Atlantsmótinum. Felagið
fekk í 2001 týðandi loyvi á
bretskum øki og fá ár seinni
vóru fleiri onnur feløg partur
av hesum loyvum.
Felagið er kappingarført og
vil fegið býta út vitan og tøkni
við samstarvspartnarar.
Felagið er sera virkið á
danska landgrunninum. Er
partur av DUC, har tað eigur
15%.
Trond Unneland hevur arbeitt
í oljuvinnuni í mong ár. Fyrst
arbeiddi hann hjá Statoil
fyri síðani at fara til arbeiðis
hjá Chevron í California. Í
dag stendur hann á odda fyri
Chevron í Danmark. Hann
er útbúgvin sivilverkfrøðingur
og kemur frá lítlu bygdini
Unneland uttanfyri Bergen.
Hetta er hansara fyrsta vitjan
í Føroyum, og hann hevur
stóran áhuga fyri máli og
mentan.
Mynd Jan Müller
Tað er góð 20 ár síðani, at Halgir W. Poulsen og Árni Olafsson
vórðu bidnir um at fyrireika krøvini til at fáa Føroyum rættin
til undirgrundina. Teir eru still going strong. Her saman við
Trond Unneland, stjóra hjá Chevron
Mynd Jan Müllere
Trond Unneland tosar við Johan Mortensen, stjóra í Anadarko
Føroyar
Mynd Jan Müller
Her er Trond Unneland saman við tveimum av
nevndarlimunum í Oljutinginum, Regin Hammer og Tummas
Paula í Mýri
Mynd Jan Müller
Nr. 235 - 7. desember 2005
15
Chevron vil vera ein góður borgari í Føroyum