Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 235 - 7. desember 2005 Nr. 235 • mikudagur • 7. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Fleiri mál ávegis Talan tykist ikki vera um ein einstakan tilburð, nú Sladjana Petrovic fær at vita, at hon ikki fær longt uppihaldsloyvi. Talið av útlendingum í Føroyum, sum hava bíðað eftir svarið um longt ar­beiðsloyvil ,er stórt, og eftir øllum at døma eru fleiri frámæli ávegis. Sambært keldum, sum Sosialurin hevur tosað við, er talan kanska um 40 mál av líknandi slag. Altso mál, har út­lendingur hevur bíðað eftir svarið í meira enn eitt ár. Og har svarið nú verður noktandi. -mørk Nýggj heimasíða til Kyndil kyndil.fo hevur fing­ ið eitt ordans and­lits­ lyft, umframt at tíð­ indastreymurin á síðuni ætlandi skal verða meira regluligur Á nýggju heimasíðuni ber til at fáa upplýsing um mangt og hvat, sum er hent hjá Kyndils-fólk­ um. Eitt nú kunning um venjingartíðar, dyst­ar­ yvirlit, hvør skal døma hvar og so framvegis. Eisini inniheldur heima­ síðan bæði greina- og myndasavn. Søguligt yv­irlit yvir úrslit hjá fel­ agnum, teldutøkar leik­ skráir og mangt annað. Slóðin á síðuni er enn sum áður www.kyndil.fo -mørk Formaðurin í SÍ, Jákup á Stongum, staðfestir, at gongdin í útlendingamálinum púrasta køvir allan hug at sita í slíkum formanssessi Útlendingamál Jákup Mørk - Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Tað er næstan so, eg sjálvur havi hug at fara av landinum. Jákup á Stongunum, for­ maður í SÍ dylir ikki fyri, at hann var bæði skelkaður og vónbrotin, tá hann sunnu­ kvøldið kom eftir, at Sladjana Petrovic varð send av landinum. Sladjana er gift Raiko Petrovic, sum nú á fjórða árið er ein av avgjørdu lyklaspælarunum hjá SÍ. Júst flogbólturin var eisini orsøkin til, at tey í síni tíð komu til Føroya. Eingin kunning í 14 mánaðir Spurdur, hvussu gongdin hevur verið í hesum málinum, sigur Jákup, at hann als ikki dugir at síggja, hví hetta skal hava slíkar ógvusligar avleiðingar við sær. - Hetta eru fólk, sum hava verið her hjá okkum í fýra ár. Sladjana var fyrstu tíðina heima við hús, men seinni fekk hon so starv hjá Sørvágs Laks. Tá hetta virksemið helt uppat, gekk hon arbeiðsleys í eina tíð, men tað eydnaðist okkum so at finna starv til hana hjá Fiskavirking. - Vit søktu eisini alt fyri eitt um nýtt arbeiðsloyvi. Ein umsókn, har arbeiðsgevarin eisini váttaði, at tørvur var á arbeiðsmegi hennara. Men vit hoyrdu einki aftur. Ikki fyrr enn nú, hon hevur fingið avslag. Hava tit ongan tíð í hes­ um tíðarskeiðnum fing­ið ábendingar um, at trupulleikar fóru at verða av málinum? - Ikki upp á nakran máta. Vit hava snøgt sagt ikki fingið nakað at vita, fyrr enn løgreglan nú boðaði Sladjanu frá, at tørvur ikki var á hennara arbeiðsmegi. Og at umsøkn hennara tí varð noktað, sigur SÍ-formaðurin. Ítrótturin í aðru røð Og sum vera man, so helt hann støðuna hesum viðvíkjandi vera grátuliga. Sum formaður í SÍ kann hann staðfesta, at felagið nú eftir øllum at døma missur ein av grundstuðlunum á flogbóltsliðnum. Men hetta vigar lítið mótvegis handfaringini av málinum, sum Sladjana og Raiko nú eru offur fyri. - Hetta kann bara ikki góð­ takast. Innlendis­málaráðið hev­ur nýtt 14 mánaðir um hesa umsóknina. Og so koma tríggjar reglur burturúr. Tríggjar reglur, har staðfest verður, at arbeiðsloyvið verð­ur ikki givið. Hetta er ein for­ferdilig støða, sum bara ikki kann góðtakast, staðfestir hann. Men sum flogbóltsspælari hevur Raiko ítróttarvisum. Hava tit fingið upplýst, at tað kanska var lættari at søkja um familjusamanføring? - Einki. Vit hava einki fingið at vita frá nøkrum, fyrr enn avslagið nú er komið. Og hann leggur afturat, at slík mál á ongan hátt stuðla uppundir hugin at standa á odda fyri einum ítróttarfelag. - Hetta er fullkomuliga niðurbrótandi. Eitt er, at tað altíð vilja vera ávísir trupulleikar, tá fólk koma til landið. Tað er jú ikki bara lætt, og fyrstu tíðina nýttu vit nógva orku upp á at integrera Raiko og Sladjanu í samfelagið her vesturi. Tað hevur eisini eydnast, og bæði tey og vit onnur hava verið fegin um hetta. Men skal gongdin verða hendan, so kunnu vit sama kastað frá okkum, sigur Jákup á Stongum. Tørvur var á arbeiðs­ megi, og tí dugir virk­isleiðarin á Fiska­virking ikki at síggja, at arbeiðsloysi er atvoldin til, at Sladjana Petrovic ikki fær longt arbeiðsloyvi Útlendingamál Jákup Mørk Í frámælinum til umsóknina um longt arbeiðsloyvi til Sladjanu Petrovic verður ført fram, at tá talan er um n‡tt arbeiðspláss, so er politiska semjan um útlendingamálið ikki longur galdandi. Hendan semjan staðfestir annars, at ein serlig lagalig loysn verður funnin fyri fram­longd arbeiðs- og uppi­ haldsloyvi. Landsstýrismaðurin av­gjørdi tann 1. oktober 2004 at steðga málsviðgeriðini av øllum málum, sum kundu enda við frámæli, til ein endalig loysn var funnin. Í kunningarskrivi, sum Jógv­ an við Keldu hevur lat­ið gjørt tann 1. oktober verður eisini sagt, at heldur útlendingur fram hjá sama arbeiðsgevara, er talan um serliga lagaligar treytir. Men samsvar er ikki mill­ um skrivið frá lands­stýr­is­ manninum og frá­mæl­ið, sum nú er givið. Sam­bært Jason Johannesen, virk­is­leið­ara á Fiskavirking, so byrjaði Sla­ djana longu í starvinum 1. sep­tember 2004. Altso ein mán­að áðrenn skeringsdagin, sum landsstýrismaðurin hevur ásett. Samstundis leggur Jason Johannesen dent á, at hann als ikki dugir at skilja, at støðan á arbeiðsmarknaðinum skal vera høvuðsorsøkin til avslagið. - Vit høvdu undan hesum søkt eftir fólki í tveimum førum. Fyrru ferðina vildu vit hava sjey fólk, og tá kom eingin. Seinnu ferðina vildu vit hava 10 fólk, men tá kom bara ein. Og viðkomandi hevði fáar dagar frammanundan biðið um starv hjá okkum, so í veruleikanum kom hon als ikki úr ALS. - Okkara støða var, at vit høvdu mangul upp á arbeiðsmegi. Tað kann væl vera, at listin hjá Arbeiðsávísingini er langur við nógvum nøvnum. Men tað eru so eingi av hesum, sum vilja koma at arbeiða her hjá okkum. - Tí kom tað sera væl við, tá Sladjana spurdi um arbeiði her. Vit tóku alt fyri eitt av, og tað hava vit onga orsøk havt at angra. Hon hevur verið eitt framúr arbeiðsfólk, og bæði arbeiðsliga og menniskjansliga er saknur í henni, sigur Jason, sum eisini fýlist á málviðgerðina av málinum. - Síðani september mánað 2004 hava vit bíðað eftir svarið úr Innlendismálaráðnum. Eina ferð endurnýggjaðu vit umsóknina, tí nýtt loyvi skal til á hvørjum ári, men annars hava vit einki hoyrt. Ikki fyrr enn mánadagin, tá løgreglan kemur upp í leikin. Hetta er so mannminkandi, at eg havi ikki orð fyri tí, staðfestir Jason Johannesen at enda. Hetta kann barasta ikki góðtakast Grundgevingarnar halda ikki SÍ formaðurin sigur, at hendingar sum hesar eru púrasta drepandi fyri allan hug at standa á odda fyri einum ítróttarfelag