Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 7. desember 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Anders Mosbjerg Christ­en­sen í Vági and­ aðist 4. desember á Ellis­ heim­inum á Tvør­oyri, 78 ára gamal. Kistan fer úr kapelli­num hósdagin kl. 17:30 Jarðarferðin verður úr Vágs kirkju fríggja­dagin kl. 13. Sungið verður úr sálma­bókini. Hans Jacob Justesen, Klaksvík, fer til gravar úr Betesda mikudagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Hans Jacob kunnu lata Akrinum eina pen­inga­ gávu. Konto í peninga­ stovunum. Axel Haraldsen, Tórs­ havn, ættaður úr Sørvági andaðist 5. desember, 59 ára gamal. Jarðar­ferðin verður lýst seinni. Ole Johannes Olsen, vanliga nevndur Jóannes, ættaður úr Skopun, bú­sitandi í Nyker á Born­­holm, andaðist 5. november í Hantsholm, 39 ára gamal. Jarðarferðin verður leyg­ar­dagin 10. desemb­ er kl. 11.00 úr kapellinum í Rønne. Andlát og jarðarferðir Hósdagin 8. desember fyllir Anna Olsen, Landavegur 48, 90 ár. Anna Olsen, fødd Nystrøm tann 8. desember 1915, er dóttir Jóhannu Louisu f. Ja­­cob­­sen og Jóan Símun Ny­­strøm. Jó­hanna var av Syðra­­dali og Jóan Sím­un av Hús­um. Anna traðkaði sínar barnaskógvar á Húsum. Bleiv eisini konfirmerað har áðrenn húskið í 1930 flutti til Klaksvíkar har Jóan Símun hevði fingið arbeiði og fór undir at byggja teimum nýggj hús á Ziskatrøð. Anna og tvillingsbróður hennara eru næstelst av 5 systkjum, 2 beiggjar og 3 systrar. Av teimum hevur Anna nú bert systrina Julionnu Sivertsen eftir. Hon býr í Klaksvík. Komin til Klaksvíkar sum 15 ára gomul fór Anna at tæna m.a. hjá Dávur í Gerðum. Sum 17 ára gomul fekk hon og vinkonan Frida hjá Sofusi hjá bakarnum tilboð um at koma til Íslands at tæna. Tað var á garði á Fagraskógi á Norðurlandinum. Har vóru tær einar 8 mánaðar. Aft­ urkomin fekk hon húspláss á posthúsinum suðuri í Vági, og har var tað at hon møtti Carl Herup Olsen. Tey funnu saman og giftust 28. oktober 1942 í Klaksvík har tey búsettust. Anna fekk pláss í Kjølbrohandlinum á Stongunum og Carl fekk starv á skrivstovuni hjá Kjøl­bro. Tey bygdi sær hús á Gørðum, sum tey tó seldu í 1949, tá tey gjørdu av at flyta til Danmarkar. Eftir at hava búð eitt ár í Keypmannahavn 1949-50 flutti tey heimaftur, nú til Havnar, har Carl setti á stovn heilsøluna Farodane. Saman fingu tey børnini Ólavur og Jóngerð sum eru fødd í Klaksvík og Regin, Randi og Jósvein fødd í Havn. Øll 5 eru gift og bú­sit­­ andi í Havn. Síð­ani eru kom­­ in 13 ommu­børn og 4 lang­ ommu­børn. Carl andaðist fyri góðum ári síðan 86 ára gamal, og untist teimum sostatt eitt langt lív saman. Vóru fegin at síggja børnini mennast og standa á egnum beinum og á rætta vegnum. Tey fingu nógv vinfólk sum teimum dámdi væl at hugna sær saman við bæði heima og á mongu ferðunum saman úti í verð. Tey fyrstu árini í Havn búði familjan í ovari hæddina hjá Farodane á Tinghúsvegi 7. Fyrikomandi og gestablíð sum Anna altíð hevur verið, var heimið nógv vitjað bæði av skildfólki sunnanífrá og norðanífrá, umframt av út­lendskum handilsvitjandi. Har­afturat komu skriv­stovu­ fólkini hvønn dag uppá til Annu at fáa sær kaffi og heima­bakaðar køkur. Hon var Carli ein sera hollur stuð­ ul í hansara ídna arbeiði at menna Farodane, og sum í dag er ein av teimum størru fyritøkunum í býnum. Seinni fluttu tey so í nýggj stór hús á Landavegnum, har Anna ídag býr einsamøll. Hon er tó heppin og fegin um at øll børnini við familju búgva í Havnini og javnan eru rundan um hana. Anna er sera fitt í hond­un­ um. Hevur ongantíð dugað at sett seg niðurat uttan stokk­ar ella nál í hond. Og mangt eitt snøgt plaggið hev­ ur hon úr hondum greitt til børn og barnabørn. Anna mundi vera ein av teimum fyrstu kvinnunum í Føroyum sum fekk sær bindimaskinu, og væl lá fyri. Eisini hevur hon altíð havt stóran áhuga í tí sum grør bæði inni og ikki minst í urtagarðinum. Tað kunnu flestøll ásanna sum ganga framvið á Landavegi 48. Hóast aldurin, er Anna væl fyri. Hon er røsk og pass­ ar sjálv hús og hava. Dagurin verður hildin sam­ an við familjuni. Anna Olsen 90 ár Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara elskaði pápi, sonur og beiggi Ole Johannes Olsen Vanliga nevndur Jóannes Ættaður úr Skopun, búsitandi í Nyker á Bornholm, andaðist í Hanstholm 5. november, 39 ára gamal. Jarðarferðin verður leygardagin 10. desember kl. 11.00 úr kapellinum í Rønne, Sønder Allé 22, 3700 Rønne. Fyri tey avvarðandi Børnini, mamma, pápi og systkin GHM roynir nýggjar leiðir við jólakonsert, har Eivør Pálsdóttir luttekur JÓLAKONSERT Tíðindaskriv Nú vit eru komin í jóla­mán­ aðin eru nógv, sum skipa fyri konsertum við ymsum formi og innihaldi. Harmoniorkestrið GHM í Havn hevur vanliga nógv at takast við í desember mánaði. Tey ferðast víða at tendra jóla­­trø í suður­ streymoy og spæla til ym­isk onnur til­­tøk, sum van­liga verða fyri­skipað í býnum. Ein fastur táttur hjá GHM er at spæla á jólakonsertini í Vesturkirkjuni saman við Havnar Hornorkestri og skift­ andi kórum. Í ár hevur GHM so tikið stig til sína egnu jólakonsert og hevur boðið trim­um kór­­­ um, Felagskór­in­um Gøta /Leir­vík, Vest­manna sang­­ kóri og Tórs­havnar Kam­ arkóri, at vera við til at fram­føra eina fjølbroytta skrá við jólatónleiki saman við orkestrinum. Stórt kór saman við harmoniorkestri er ikki roynt fyrr her heima, men nú GHM er vorðið so stórt harmoniorkestur, har mest sum øll ljóðførini, sum eitt tílíkt orkestur eigur at hava, eru umboðað, er hetta á fyrsta sinni møguligt. Konsertirnar verða 3 í tali: fríggjakvøldið 9. desember kl. 20.00 í ítróttarhøllini í Vestmanna leygardagin 10. desember kl. 15.00 í Gøtu kirkju og sunnudagin 11. desember kl. 16.00 í Vesturkirkjuni. Sum nevnt, kunnu vit vænta okkum eina sera fjølbroytta konsert. Konsertin byrjar við at hvørt kórið sær og fe­lags­ kórið við øllum sangarunum, eini 80 í tali, syngur nakrar føroyskar og útlendskar jóla­ sangir, har Eivør Pállsdóttir luttekur saman við kórinum við sínum nýggja jólalagi. Síðani verða framførd 6 verk fyri kór og har­moni­ orkestur. Hetta eru fyri tað mesta kendir tónar, eitt nú Away in a Manger, ein sirpa við kendum jólasangum úr ymsum londum, verk úr kan­tatu hjá J.S. Bach og tað kenda lagið hjá Irwing Berlin, White Christmas. Kór- og orkesturleiðsluna hava Heðin Kambsdal og Kári Bæk. Atgongumerki á 50 kr. fást við dyrnar í Vestmanna ítróttarhøll. (børn undir 14 ókeypis). Til kirkjukonsertirnar verð­­ur møguleiki at stuðla til­takinum. Tríggjar jólakonsertir við kóri og orkestri