Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 235 - 7. desember 2005 Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar­pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heils­an-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúð­armyndirnar inn er hós­dag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sp/f Hjálpirót: Johan C.Z. Nielsen útlærdur gartnari 1. desember 2005 varð Johan C.Z. Nielsen, vanliga nevndur Nille, í Havn, útlærdur gartnari. Hann hevur staðið í læru hjá Sp/f Hjálpirót í Havn. Fyrstu árini arbeiddi Nille sum arbeiðsmaður/hjálparfólk hjá fyritøkuni, men so valdi hann at fara í læru. Lærumeistari var Torben Schneider. Nille er sonur Beintu og Óla Nielsen í Havn. Dagurin í morgin 8. desember. Gitnaðardagur Mariu. Mariumessa, hildin til minnis um, tá ið hon var gitin í móurlívi. Í dag, mikudagin 7. de­­semb­ er, verður Johnsigurd Jo­­ hanne­sen í Havn 50 ár. All­ir føroyingar halda seg kenna Johnsigurd - í hvussu so er eitt sindur - tí í tveimum av trimum vikum er hann fýra kvøld hvørja viku gestur í stovuni hjá teimum flestu. Tað er hann sum vertur í Dag­ ur og viku. Johnsigurd er havnar­mað­ ur. Hann er føddur í høv­ uðs­staðnum, og hann hevur búð í Havnini so at siga alla sína tíð. Mamman var Hansina fødd Rasmussen. Hon var ættað av Strondum og fødd 8. august 1921. Hon doyði 15. apríl í 2000, 78 ára gomul. Pápin var Jóan Petur Johannesen, sum var ættaður úr Leirvík. Hann var føddur í 15. november 1911 og doyði 17. mai 1980, 68 ára gamal. Hansina og Jóan Petur ella Piddi, sum hann varð nevnd­ur, vóru í 20 ár fyri­­ støðu­fólk á Sjó­mans­heim­­ inum í Havnini (1947-67). Piddi á Sjó­mansheiminum varð pápin kallaður. Tey fingu tvey børn - Kirsten Hansen, sum býr í Havnini og so Johnsigurd, sum nógvu av barnaárunum búði á Sjó­ mansheiminum. Journalistikkur hevur altíð átt ógvuliga stórt pláss hjá Johnsigurdi, og tað var rættuliga tíðliga, at hann var greiður yvir, at arbeiðslívið skuldi hava við tíðindi og journalistikk at gera. Sum smá­drongur skrivaði hann skúla­blað og spældi útvarp við bandupptakara. Fjølmiðlarnir hava upp­ tikið alt arbeiðslívið, og John­sigurd plagar at siga, at journalistikkurin og tað at arbeiða við tíðindum er ein lívsstílur og harvið ein trongd støðugt at fylgja við og at varpa øðrum tíð­­indi. Tað er ikki bara í ar­beiðs­ tíðini, men eisini í frí­tíð­ini at tað snýr seg nógv um útvarp, sjónvarp og bløð, og Johnsigurd hevur kall­ að seg sjálvan fyri tíðinda­ narkoman! Meðan Johnsigurd gekk í realskúla, falsaði hann saman við vinmanni Sosialin, sum tá kom út tvær ferðir um vikuna og í so lítlum síðutali og upplagi, at tað bar til at taka ørkini úr einføldu prentmaskinuni og leggja saman ella at falsa og síðani at leggja inn í og bukka blaðið. Tá ið skúlin var liðugur í 1972, hildu vinmenninir báðir fram at falsa Sosialin, og harafturat fingu teir høvi at royna seg sum tíðinda­ menn. Á heysti í 1973 fór John­ sigurd á journalist­há­skúl­an í Århus. Málið var fýra ára langa journalistútbúgvingin, men eftir átta mánaðir í danska provinshøvuðsstaðnum stakk Johnsigurd í sekkin og fór aftur á Sosialin. Hann var væl yngri enn flestu av donsku floksfeløgunum. Hann helt seg vera ov ung­ an og ætlaði sær seinni at royna aftur í Århus. Men ætl­anin gjørdist ongantíð til veru­leika. Johnsigurd fekk so at siga sjálvlærda út­búgv­ing í føroyska fjøl­ miðlaheiminum, sum hann framvegis eigur sentralan leiklut í. Nógv lív var í Dagblaðnum seinnapartin av sjeyti árunum, meðan tað gekk meiri striltið hjá Sosialinum. Tí var tað einki at siga til, at Johnsigurd fyrst í 1977 flutti á Dagblaðið at arbeiða. Har var hann í tvey ár, og so skifti hann til luftbornu miðlarnar. Hann var í Útvarpinum fram til í desember í 1985, og í síðstu viku hevði Johnsigurd 20 ára starvsdag í Sjónvarpi Føroya. Í Útvarpinum dámdi hon­ um væl. Ikki minst av­­bjóð­ ingina at sleppa í luftina bein­anvegin og fleiri ferðir dagliga. Í Sjónvarpinum hev­ur Johnsigurd mest sum bara verið knýttur at Degi og viku. Saman við eitt nú Finnboga Ísaksyni, sála, Árna Gregersen og Jógvani Jespersen var hann saman við ídnum og nærløgdum teknikarum og øðrum tíð­ inda­monnum við til at menna tíðindasendingina í Sjón­varpinum. Eitt skifti var hann pro­ gramm­leiðari, men síðani 1995 hevur hann framum nakran annan verið andlitið hjá Degi og viku og eisini tryggur vertur í eitt nú val­ send­ingum og t. d. tá ið Sjón­ varpið hevur havt bein­leiðis frá­søgnir frá drotn­­inga­vitj­ anum og frá skrúðgonguni, gudstænastuni og ting­fund­ inum ólavsøkudag. Johnsigurd er professio­ nellur, og lyklaorðið er fyri­ reiking. Einki verður latið tilvildini at gera av, og hann er altíð væl inni í tí, sum hann fæst við. Arbeiðsfelagarnir geva honum gott skoðsmál - bæði fakliga og sum ar­beiðs­ felagi. Í stóra fjórðingsøld hevur Johnsigurd verið giftur Siggu Holm, sum eisini er ætt­­að úr Havnini. Hon ar­beið­ir á Tjaldurs Apoteki. Tey eiga tríggjar dreingir. Páll Holm Johannesen, sum er føddur í 1980, og sum hev­ur roynt seg sum tíð­inda­mann á Sosialinum. Nú lesur hann í Aal­borg. Kári Holm Jo­hanne­sen, sum er føddur í 1986, gongur í Hoy­døl­um, og Uni Holm Johanne­sen, sum er føddur í 1990, gongur í 9. flokki í Komm­unuskúlanum. Teir báðir yngru búgva heima hjá foreldrunum, sum eiga hugna­ligt heim á Ovara Ternu­ryggi. Johnsigurd er sera hugna­ ligur maður, og hann hevur stóra vitan um og innlit í sam­felagsviðurskifti. Hann heldur seg vera smædnan av lyndi, men í kendum um­hvørvi kann hann folda seg út og undirhalda. Tá ið V4 sendingarnar hjá Út­varp­inum vóru upp á tað besta, royndi Johnsigurd seg viðhvørt sum hermari, og tað lá væl fyri. Men henda partin av lívinum heldur hann hoyra aðrari tíð til enn nútíðini. Honum dámar væl at lesa politiskar ævisøgur og bøkur um journalistikk, og hann gongur túrar í og kring Havnina. Hevur Johnsigurd frí í nakrar dagar, so kemur tað meiri enn so fyri, at hann støkkur inn á gólvið á Landsbókasavninum at lesa útlendsku bløðini! Føðingardagin heldur John­sigurd saman við starvs­­fe­løgunum og sínum næstu. J Johnsigurd Johannesen 50 ár