Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 7. desember 2005 11 Asbjørn Mikkelsen og Kára Johannesen Innleiðing 18 februar 2003 vóru vit á fundi á Svangaskarði, har stigtakarabólkurin til Skála­ fjarðartunnil kunnaði um arbeiði teirra. Ætlanin fekk stóra undirtøku - og eftir tann fundin hevur verið arbeitt víðari við verkætlanini við stuðli frá kommununum kring Skálafjørðin. Nú varð so almennur fund­ur 14.november 2005 um hesa tunnilsgerð, og vit hava sæð ymsar greinar í bløð­unum síðani. M.a. frá Kára Sverrison, sum viðger tunlarnar út frá ein­um umhvørvisligum sjón­armiði, Rúnu Sivertsen, sum ger ferðslutrygdarligar viðmerkingar, Torbjørn Ja­cob­sen, sum viðger málið rætti­liga neutralt, og so góði starvs­fe­lagi okk­ara í Runa­ vík­ar Bý­ráði, Regin Ja­cob­ sen, sum vísir á, at linju­før­ ingin eigur at eita Runavík- Tórshavn. Linjuføringin Hava hug til at nerta eitt sind­ ur við hesa linjuføringina og tey tilmælir, ið vit eru vitandi um - fyriliggja. Fyrst skulu vit siga, at vit taka fult undir við ætl­ aðu verkætlanini, sum vit meta kann verða til stórt bú­skaparligt gagn fyri land og fólk. Tað verður sagt, at longra beinleiðis linjuføringin mill­um Runavík-Tórshavn skal vera handilsliga meira áhugaverd. Skilja ikki hetta rættiliga, at farleiðin Runavík-Strendur-Tórshavn skal verða minni áhugaverd, fyri tað, um bilarnir koma upp at ‘anda’ á Strondum, áðrenn teir fara víðari í næsta tunnil. Givnu grundgevingarnar eru eftir okkara tykki ov grunnar og smakka heldur av einum ótta fyri, at tey norð­ ur-/suðurferðandi (Klaks­vík, og aðrar staðir) skulu velja at leggja leiðina gjøgnum tunnilin umvegis vestaru síðu av fjørðinum. Vit halda nevniliga, at ein slík linjuføring sum henda seinna ljóðar rættiliga við­ komandi og sjálvsøgd. Hon hevði nevniliga avlastað vega­netið, tí at ferðslan hevði skipað seg náttúrliga bæði eftir vestur- og eystursíðuni av fjørðinum. Kostnaðurin Annars dámar okkum væl tank­an, at tað skal vera sami kostnaður fyri ein bil at koma av Strondum til Havnar, sum úr Runavík til Havnar, líkamikið hvussu linjuføringin verður. Hetta skal skiljast soleiðis, at tað t.d. kostar 40 kr at koyra til Havnar, líkamikið hvørju megin fjørðin tú byrjar túrin. Men koyrir tú bert um fjørðin og ikki víðari til Havnar, so er kostnaðurin t.d. 10 kr. Týdningarmikið er at halda prísinum á einum slík­­um støði, at tað er bí­lig­ ari at taka tunnilin til og úr Havnini heldur enn at koyra langa teinin gjøgnum Sundalagið. Tunnilin tvørtur um fjørðin Vit eru fyri tunli tvørtur um fjørðin heldur enn brúgv, og okkum hóvar væl, at hesin ætlast at verða tann fyrr lidni av báðum tunlunum. Vegakervið - og neyðug átøk Viðvíkjandi vegakervinum til og frá tunlunum Eysturoy­ ar­megin er at siga, at eitt fult útbygt vegakervi á vestaru síðu á fjørðinum krevur eina væl minni íløgu til liðugtgerð enn eitt fult útbygt vegakervi á eystaru síðu á fjørðinum. Hesar neyðugu íløgur í al­menna veganetið eru eftir okkara tykki ikki komnar nóg væl við í cost/benefit metingarnar í samband við tunnils-verkætlanina. Gott nokk eru hesar nevndu íløgur ikki partar av ætl­aðu privatfíggjaðu tunn­ ils­verk­ætlanini, men tal­an er um neyðugar kommu­nal­ ar (fjøru­veg­urin í Runa­vík) og av landinum fíggj­aðar verkætlanir (ætlaði haga­ vegurin frá Lambareiði og út eftir omanfyri Runavíkina). Onnur atlit - jarð­ frøðislig, umhvørvislig, trygdar Øll atlit skulu sjálvandi koma til viðgerðar, eins og neyðug atlit skulu takast. Tað verða so teir loyvis­ gevandi myndugleikarnir, sum í síðsta enda koma at avgera, hvussu linjuføringin skal verða. Endi Fyri okkara part kunnu vit siga, at vit í økinum eiga at kunna liva við aðrari av nevndu linjuføringum mill­ um Eysturoynna og Streym­ oynna, men at siga, at tann eina er so innlýsandi røtt fram um hina, tað halda vit er skeivt. Menniskja vorðin ein lutur amboð ein leirklumpur í hondunum á valdsharrum, spekulantum tilevna hesar lutir til júst tað hesir hava tørv á menniskju verða givin eginleikar sum deyðir lutir lutir verða givnir eginleikar sum menniskju kunnu lutirnir ikki brúkast ónýtuligir verða tveittir á ruskdungan tirvdir og gloymdir samvitskan rekur fyri vág og vind finnur ongan bústað í valdsharra- og spekulantahjørtum spekulantar tilevna leirklumpar til kør og kerald fylla tey á tremur síðan tey tøma og knúsa verða aftur tilevnað kapitalismunnar ónda ringrás fjøldin svevur og letur seg tøla av høgrarákinum kapitalistisku snillingunum Men nú er stundin komin til handa aftur verða eitt virki sjálvstøðugt hugsandi menniskja niðurberja trælahandilin, trælalívið pamparaveldið og tess leigusveinar høgrarákið leggur ein myrkan deyðsskugga niður yvir samhaldsføstu sosialismuna socialismunnar aðalhyrnissteinur krevur at øll menniskju verða fræls og sjálvstøðug ikki eitt ílat ella amboð í hondunum á valdsharrum og spekulantum høgrarákið, privatkapitalisman drepur, oyðir og eitrar alla mannaættina fær tørvhungurin at vaksa gerst størri og størri marglætishjartan stendur at bresta aftur hetta árið vann privatkapitalisman eitrandi høgrarákið stórsigur arbeiðarafjøldin, proletararnir svølta bløða út spekulantar við øllum snildum tøma trogið privatiseringsgudar í hvørjum skýmaskoti hava góðar dagar úr tonnum spekulanta-ríkmanna- kraddaraevjan rennur ránsveiðusnillingarnir flenna arbeiðarastættin stendur nektaður eftir men nú er ovboðið stráðshuga til verka fara og niðurberja órættvísi! Trælatíðin er liðug ella? Privatkapitalistiska høgrarákið Sólmundur Joensen Skálafjarðartunnilin VIÐMERKINGAR Útlendingamálið var ein hurluvasi, tá eg kom í landsstýrið, tí var neyðugt at taka tað upp frá grundini, tað veit eingin betur enn Høgni Hoydal, sum ikki kann renna undan hesum Jógvan við Keldu løgtingsmaður Høgni Hoydal er altíð áhuga­verdur at lesa. Hann veit, hvat kann gleða fólk, men gløggur sum hann er, skal ein altíð rokna við einum hálvfjaldum undir­ streymi. Seinasta dømið er í Sosialinum nú um dagar­ nar. Tá hann sigur, at »út­lend­ ingamálið var púra greitt, tá henda samgongan tók við«, veit hann sjálvur, at hetta ikki er rætt. Hinvegin kom undan kavi, hvussu ógreitt útlendingamálið í veru­leik­ um var og hevði verið, tí var neyðugt at gera nakað álvarsligt. Fútin rópti varskó Fyrstu dagarnar av mínum landsstýrisarbeiði kom und­ an kavi, at fútin hevði gjørt greitt, at um vit ikki tóku »annað skinn um bak«, tók hann seg burtur úr arbeið­ inum. Sum dømi kunnu nevnast teir seytjan teilendingarnir, sum dagliga vóru í fjøl­miðl­ unum orsakað av, at alt bara hevði staðið til. Hetta var bert fyrsta álvarsmálið, eg rendi meg í. Ítróttaravtalan við ongum innihaldi Eisini fari eg í hesum um­fari at nevna víðagitnu ítróttaavtaluna, sum Høgni Hoydal hevði gjørt við ráð­ harran í innflytaramálum, sum var gjørd, so hann kundi leypa um, har garðurin var lægstur. Vit vita, at Høgni er h­abil­ ur ítróttarmaður. Alt gott um tað. Møgu­liga lá tað hon­­um nær, og tí hevði hann gjørt eina avtalu um, at hevði tú hondbólts-, flog- ella fót­ bólts­hegni, kundi tú bara við eini undirskrivt sleppa inn at arbeiða, meðan ikki var pláss fyri øðrum út­lend­ ingum, sum høvdu hegni til annað ófaklært virk­semi. Útlendsk ítróttarfólk høvdu soleiðis tikið arbeiði frá føroyskum ófaklærdum arbeiðsfólki, serliga nú ar­beiðsloysið hevði hug at vaksa. Tí skrivaði eg ikki undir hesa avtalu, sum fyri okkara umsiting hevði verið vónleys at umsitið. Ein avtala við ongum innihaldi. Ivasom rættartrygd Nú eri eg ikki løgfrøðingur, men eg kundi hugsað mær, at henda avtala var á markinum til brot á rættartrygdina, tí vit skulu minnast til, at hesi ítróttarfólk vóru ikki pro­­fesionel, men skuldu bert fyri ein lítlan part ella í ringasta føri einki verða lønt av ítróttini, men hin­ vegin skuldu verða lønt sum ófaklærd. Hetta lat seg heilt einfalt ikki gera. Tað er altíð lættari at leypa um har garðurin er lægstur og ikki taka málið upp í tí veruleika, tað er. Smidligari gongd Eg harmist sjálvandi um, eft­ir positiva fundin við Rikke Hvilshøj, ráðharra í inn­­­flyt­aramálum, fyri at fáa smid­­lig­­ari máls­gongd­ir, har ein sam­starvsbólkur longu er settur millum Inte­gra­ tiónsmálaráðið, Fút­an, Inn­ lendis­mála­ráð­ið og Út­lend­ ingstýrið, sam­stundis sum vit kundu fáa møguleikan fyri at fáa fólk í Útlendingastýrið soleiðis, at hesi kundu av­ greiða føroysku málini, at eg ikki slapp at halda fram við hesum, nú tað er sett á skinnarar. Høgni Hoydal veit, hóast vit báðir eru samdir, at ikki er meiriluti fyri at yvirtaka málið, men tað leggur hann einki í, hann arbeiðir altíð, sum um øll eru samd við hann, tí er so stutt komið á leið hjá honum. Nei, útlendingamálið var ein stórur hurluvasi, tá eg kom í landsstýrið, tí var neyð­ugt at taka málið upp frá grundini, tað veit eingin betur enn Høgni Hoydal, sum ikki kann renna undan hesum. Rættleiðing til Høgna Hoydal