mikudagur 7. desember 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 235 - 7. desember 2005
Seinasta dømið um vánaligu handfaringina
av útlendinamálinum sást í Degi og Viku í
gjárkvøldi.
Hóast politisku boðini klokkuklárt hava
verið, at ein endurskoðan og uppstramman
av útlendingapolitikkinum ikki skulu ávirka
teir útlendingar, sum longu vóru integreraðir
í føroyska samfelagnum, so var tað júst tað,
sum hendi. Ein familja, sum øll bara hava
gott at bera, og har maðurin við framúr ítrótt
arligu avrikum sínum gjøgnum fýra ár hev
ur lyft SÍ á føroyska flogbóltsheimskortið,
fekk uttan aðra ávaring at vita, at nú varð
uppihaldsloyvið hjá konuni ikki longt.
Tað ber í verandi støðu ikki til at staðfesta,
hvørji viðurskifti hava gjørt seg galdandi í
málsviðgerðini. Men tað má staðfestast, at
framferðarhátturin í máliunum hevur verið
uttan fyri mark. Tað brýtur við alla føroysku
siðvenju og fólkaligheit, at menniskju á
hendan hátt kalt og kynskt verða send av
landinum. At grundgevingin bara er tann
einfalda »Vit hava ikki tørv á tær longur« má
somuleiðis sigast at vera ein mannminkandi
framferðarháttur, har eingi sum helst atlit
verða tikin til tær mannalagnur, sum avgerðin
ávirkar.
At tað so samstundis ljóðar, at kanska 40 mál
komandi tíðina verða avgreidd eftir sama
leisti, kann ikki góðtakast. Tað má vera
eitt krav, at okkara fólkavaldu politikkarar
gera uppreistur móti hesi mannminkandi
framferð. Hvørki einstaki føroyingurin ella
Føroyar sum samfelag kunnu standa modell
til hetta.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Mannminkandi framferð
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tað er ikki lukkuligt
borgarstjórin og veruligi
borgarstjórin leika í, tí
minnilutin mælir til at
varðveita verandi skatta
prosent
Jan Christiansen
býráðslimur
Bæði Heðin Mortensen og
Jógvan Arge vóru skjótir við
penninum, nú minnilutin í
Tórshavnar Býráð vildu varð
veita verandi skattaprosent
og lata borgarunum ein
skattalætta komandi ár.
Veruligi borgarstjórin í
Tórshavn, Jógvan Arge,
kallar minnilutan fyri heint
ar sprellimenn, ímeðan hin
borgarstjórin, Heðin Morten
sen, sigur, at bæði Beate L.
Samuelsen og undirritaði
ikki hava skilt nakað sum
helst.
Jógvan er skilagóður,
útspekuleraður og dugur
væl at skriva, so kanska vit
í minnilutanum skuldu tikið
tað at okkum, tá hann kallar
okkum heintar sprellimenn,
men lat fara. Heðin er Heðin,
so er tað sagt!
Tey lágløntu
merkja sviðan
Men aftur til mista skatta
lættan.
Landsskatturin
lækkar komandi ár, og eru
tað serliga lág- og miðal
inntøkurnar, ið skulu merkja
skattalættan. Landsskatturin
er progressivur og tað ger,
at láginntøkur gjalda minni
part av lønini í skatti enn tær
høgu inntøkurnar. Komm
unuskatturin er hinvegin
ein javnur skattur. T.v. s. at
sami prosentpartur verður
tikin av lønini til skatt av
eini lágari løn sum av eini
høgari løn. So við at flyta
eitt prosent av landsskatti til
kommunuskatt, vilt tú raka
tey lágløntu serliga meint.
Nú meirilutin í Tórshavnar
Býráð hevur hækkað skatta
prosentið vilja hesi lágløntu
serliga merkja sviðan av
hækkingini. Fólkaflokkurin
og Sambandsflokkurin vóru
ímóti at hækka kommunu
skattin, men Tjóðveldisflokk
urin og Javnaðarflokkurin, ið
hava meirilutan í býráðnum,
vildu hinvegin hava komm
unuskattin hækkaðan við
einum prosenti.
So Heðin Mortensen,
sum í løtini er altvitandi
javnaðarmaður,
hevur
við skattahækkingini lagt
eyka byrðar á tey lágløntu.
Kanska var hækkanin av
kommunuskattinum partur
av skránni á landsfundinum
hjá Javnaðarflokkinum inni
á Svangaskarði herfyri.
Ein sannroynd er, at Tórs
havnar Kommuna er sera
væl fyri fíggjarliga, og við
skynsamari fíggjarstýring
kundu vit lættliga varðveitt
verandi skattaprosent kom
andi ár.
Har fór skattalættin – 2. partur
YVIRLÝSING
Sjálvstýrisflokkurin átalar ta viðfer, útlendingar búsitandi
í føroyum fáa.
Innlendismálaráðið hevur sett eitt útgreiningararbeiði í
verk fyri at gera greiðar reglur í samband við viðgerð av
arbeiðs- og uppihaldsloyvum.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin, ið hevði málsøki um
hendi, gav lyfti um, at meðan útgreiningar- arbeiði fór fram,
skuldi eingin umsókn um longt arbeiðs- og uppihaldsloyvi
sum uppfylti treytirnar, sýtast.
Danir hava skrivliga boðað frá, at allar umsóknir verða
viðgjørdar og avgreiddar samsvarandi tilmælinum frá
Innlendismálaráðnum.
Nøkur teirra sum søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi,
hava búð her í áravís, eiga hús og heim, tosað málið, eru
avhildin av bygdafólkinum og blivin ein virkin partur av
føroyska samfelagnum.
Fleiri av hesum ganga vegna væntandi svar úr Innlendis
málaráðnum í støðugum ótta fyri at løgreglan bankar á
dyrnar og boðar frá, at nú skulu tey avstað.
Verandi mannagongd hoyrir ikki heima í einum fram
komnum samfelag, og er als ikki í samsvar við føroyska
siðvenju og mentan.
Landsnevnd Sjálvstýrisflokksins
Sámal Petur í Grund, form.
Starvsnevnd Sjálvstýrisfloksins
Jan Asbjørnson Joensen
Kári P. Højgaard, floksformaður
Sjálvstýrisflokkurin átalar viðferðina
mótvegis útlendingum