Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 7. desember 2005 9 B-brøvini hvørva Sum liður í um­skip­ anini av Post­verki­ num verður tal­an um hækkan av post­ gjøldum. Útbering av lýsingum verður tó bíligari Postverkið Jákup Mørk Allur B-postur hvørvur, og í framtíðini verður tal­ an bara um A-post. Tað fer at merkja hækkandi út­reiðslur hja teimum virkj­um, sum hava gjørt nýtslu av B-brøvum. Tað ljóðar tó, at Postverkið í framtíðini kann gera ser­ avtalur við størri virki um postflutning. Innlendis pakkagjøldini hjá Postverkinum hækka við umleið 5%, umframt at meirvirðisgjald nú skal leggjast á hesar send­ing­ ar. Kostnaðurin fyri út­ber­ ing av tíðindabløðum hækk­ar við 30%, með­an út­beringin av lýs­ingar­ bløðum hinvegin lækkar við 6%. Meirvirðisgjald verður tó lagt omaná hetta seinna, men er talan um mvg-skrásettar fyritøkur, so tyngir hetta ikki rakst­ urin kortini. Hartil verður talan um nakað hægri kostnaðir fyri pengaflutningstænastur og fyri pakkapostgjøld til Danmark, Grønlands og Ísland. Sum skilst, so er málið hesum viðvíkjandi tó ikki enda­liga av­greitt. Nevnd­ in í nýggja partafelagnum hevur nevnliga ikki tik­ið støðu til ætlaðu broyt­ing­ arnar, skilst. Tobba-málið avgreitt Torbjørn Jacobsen hevur rindað 22.000 kr. í bót og hevur mist koyrikortið í tvey ár Hesum hevur ting­mað­ ur­in boðað frá í skrivi, sum er sent føroysku miðl­un­um. Torbjørn Jacobsen hev­ ur gjørt uttanrættarligu semju í málinum, og hev­­­ur hann her góðtikið sekt­aruppskotið hjá fút­ anum. Í uppskotinum mælti fútaembætið til, at Tor­ bjørn misti førararættin í tíðarskeiðnum frá 1. sept. 2005 til 31. au­gust 2007. Hartil skal tingmaðurin rinda bót á 22.000 kr. Torbjørn Jacobsen sigur at enda. málið harmar seg almikið, og at hann tekur hvass­liga frá­støðu frá gerð­ini, sum elvdi til hetta. -mørk Høgni Hoydal hevði valla orð fyri tí, sum hann sá í Degi og Viku. Men hann helt, at hett a var ein syrgilig undirstrikan av tí, sum hann fleiri ferðir hevur nevnt um útlendingamálið Útlendingamál Jákup Mørk Tá vit fingu orðið á Høgna Hoydal týskvøldið, var hann bart sagt skelkaður av tíð­ indunum, sum høvdu verið í Degi og Viku. - Snøgt sagt, so veit eg ikki rættiliga, hvat eg skal svara. Eg kann sum so bara endurtaka tað, sum eg havi sagt so oftani. At alt út­lendingamálið er vorðið eitt stórt kaos. Tað er ikki bara Jógvan við Keldu, sum hevur ábyrgdina av hesum. Tað er øll samgongan, sum hevur latið málið fara so­leið­ is av kós. - So seint sum í farnu viku hevði eg ein fyrispurning til løgmann um hetta. Tá var svarið, at rættartrygdin hjá útlendingum í Føroyum er í lagi. Og har varð eisini stað­ fest, at útlendingar, sum vóru í landinum, áðrenn alt hetta byrjaði, ikki skuldu verða rakt av hesum. Tað sum vit so síggja í kvøld er eitt syrgi­ ligt dømi um, at einki hald var í svarinum, sum eg fekk frá løgmanni. Loysnin var har Sum fyrrverandi lands­stýris­ maður í útlendingamálum og sum fólkatingsmaður er Høgni Hoydal ein av teimum politikkarunum í landinum, sum hevur havt mest við út­lendingamálið at gera. Og hann dylir ikki yvir, at hann heldur, at allur út­lend­ ingaspurningurin kundi ver­ ið væl betri av­greidd­ur. - Eg havi sagt tað so ofta eftirhondini. Vit høvdu eina loysn, sum var klár at undirskriva, tá nýval varð útskrivað. Eina loysn, sum vildi viðført betri rættartrygd og styttri avgreiðslutíð. Og sum enntá hevði eina ser­ skipan fyri ítróttarfólk. - Ein trupulleiki í øllum hesum er tó, at vit ikki hava yvir­tikið máls­økið. Sjálv­­andi hava dan­ir alla tíð­ina eftir­líka før­oysku við- ella frá­mæl­ unum. Men ábyrgdarbýtið í hesum er ógreitt. Og tað sæst eisini aftur, tá fyrispurningar verða settir. Sjálvur havi eg sett fleiri av slagnum í bæði løg- og fólkatinginum, men bólt­urin verður hvørja ferð kastaður víðari. Málini eru ikki ein­føld at greiða, og tá eitt før­oyskt og eitt danskt minesteri­um skulu um­sita tað - enn­tá við íbland­ing frá ein­um triða parti, sum er løg­ regluni - so verður talan um ógreiðar mannagongdir. Æltar at brúka fólkatingssessin Nú hann eisini hevur sæti á fólka­tingið, hev­ur Høgni Hoy­dal kanska betri møgu­ leikar at gera sína ávirkan galdandi, enn flestu tingmenn hava. Og hóast hann neyvan kann broyta støðutakanina í hesum málinum, so ætlar hann sær at kanna hetta til botns. - Tað eigur sjálvandi ikki at vera so, at ein parla­ mentarikari leggur seg í við­ gerðina av einstøkum málum. Men tað havi eg fleiri ferðir gjørt í útlendingamálum. Snøgt sagt fyri at hjálpa hes­ um fólkunum. Og eg ætli mær eisini at spyrja eftir hes­um málinum í danska Út­lendingastýrinum, sigur Høgni Hoydal at enda. John Johannesen sigur, at málið um Sladjanu Petrovic líkist einum fullkom­ num broti á eina greiða politiska semju Útlendingamál Jákup Mørk Ein av samgonguting­monn­ unum, sum fleiri ferðir hev­ur havt at handfaringini av útlendingamálinum, er John Johannesen úr Javn­ aðarflokkinum. Hann var ikki sørt skelk­ aður, eftir at hann í Degi og Viku kundi staðfesta syrgi­ ligu lagnuna hjá hjúnunum Raiko og Sladjana Petrovic. Politiskt avtalubrot Hóast hann ikki vil leggja seg út í viðgerðina av ein­ støkum málum, so heldur John Johannesen, at talan er um eitt klokkuklárt brot á politiskar avtalur, nú Sladjanu varð noktað eina leingjan av uppihaldsloyvinum. - Tá alt rumblið um út­lend­ ingamálið tók seg upp, varð ein púrasta greið politiskt semja gjørd. Útlendingar, sum longu vóru í Føroyum, skuldu ikki verða raktir av eini uppstramman í regl­ un­um. Hetta hevur eisini fleiri ferðir verið uppi at venda, tá nú fyrrverandi inn­ lendismálaráðharrin hevði hug at gloyma semjuna, og boðini hava alla tíðina verið klokkuklár í so máta. - Men at síggja til, so er hetta bara enn eitt dømi um, hvussu syndarlig hand­ faringin av hesum málinum hevur verið. Talan er um eitt mál, sum er syrgiligt allan vegin ígjøgnum. Meira fái eg ikki sagt um hetta. Ræðist avleiðingarnar Men er nakað, ið tú sum ting­ maður kann gera við hetta aktuella málið? - Sum so ikki. Tað er jú ikki okkara uppgáva at leggja okkum út í einstøk mál. Vit kunnu bara vóna, at nýggi landsstýrismaðurin megnar at fáa skil á økið. Í kraft av síni útbúgving, eig­ ur hann í øllum førum at hava nakrar eginleikar, sum brynja hann til hetta, heldur John Johannesen, sum ann­ ars sigur, at talan er um mál við mest sum ræðandi av­leið­ ingum. - Tað hevur jú verið tos­ að um, at vit skulu yvir­taka málsøkið, so full greiða kann fáast á hesum. Per­ són­liga havi eg eisini verið fyri hesum, men eg má snøgt sagt sigast, at eg eri farin at ivast. Skal okkara egna handfaring av hesum vera somikið klossut, so ræð­­ist eg snøgt sagt av­leið­ ingarnar, staðfestir javn­að­ artingmaðurin. Púrasta syndarligt Høgni var skelkaður John Johannesen sigur seg nú ivast, hvørt tað er rætt at yvirtaka útlendingamálið. Hann sigur seg bart út ræðast avleiðingarnar, um hetta skal verða framferðarhátturin Høgni Hoydal varð skelkaður, tá hann sag Dag og Viku týskvøldið. Fyrst og fremst, so ætlar hann sær at kanna, hvat veruliga er hent í hesum málinum