mikudagur 7. desember 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 235 - 7. desember 2005
Nýggi landsstýris
maðurin í innlendis
málum, Jacob Vester
gaard, sigur seg ikki
kunnu góðtaka, at
tað skal taka yvir
eitt ár at fáa viðgjørt
eina umsókn um
longt uppihalds- og
arbeiðsloyvi. Jacob
Vestergaard sigur, at
tað er neyðugt at fáa
eina varandi loysn á
útlendingaøkinum.
Útlendingamál
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað hevur verið nógv fund
arvirksemi í Tinganesi í
morgun, og í Innlendismála
ráðnum hevur verið fundast
um málið um serbisku Sla
diana Petrovic, sum mána
kvøldið fekk at vita, at hon
ikki sleppur at verða verandi
í landinum.
Útlendingarnir
fáa vegleiðing
Jacob Vestergaard hevur
í sínum yrki sum løgreglu
maður havt nokk so fitt við
útlendingamál at gera, og tí
hevur hann rættuliga gott inn
lit í slík mál.
- Eg veit eisini so mikið,
at útlendingar, sum koma
hagar og søkja um arbeiðs-
og uppihaldsloyvi, fáa veg
leiðing frá løgregluni um,
hvussu tey skulu fyrihalda
seg, tá ið tað kemur til at
longja hesi loyvi. Tí hava
tey eisini fingið at vita,
at tað ikki ber til at skifta
arbeiðspláss, fyrr enn nýtt
arbeiðsloyvi er givið, greiðir
Jacob Vestergaard frá.
Landsstýrismaðurin legg
ur afturat, at ein arbeiðs
gevari, ið setur ein útlending
í starv, eisini eigur at
tryggja sær, at viðkomandi
hevur arbeiðsloyvi. Hetta
kann gerast við at hyggja í
passi hjá viðkomandi, har
arbeiðsloyvið er stemplað
í. Av tí at nýtt arbeiðsloyvi
skal gevast í sambandi við
skifti av arbeiðsgevara,
átti Fiskavirking í Miðvági
eisini at hava tryggjað sær,
at hesi viðurskifti vóru í
lagi, tá ið Sladiana Petrovic
varð sett í starv, sigur Jacob
Vestergaard.
Landsstýrismaðurin dylur
tó ikki fyri, at tað er als ikki
nøktandi, at ein slík umsókn
skal liggja til viðgerðar í
meira enn eitt ár, tí tað er alt
ov long tíð hjá fólki at bíða
eftir einum svari.
Ógvuliga harmiligt
Persóniga heldur Jacob
Vestergaard tað verða sera
harmiligt, at slík ítróttarfólk,
sum eru integreraði í sam
felagið, verða send av landi
num, men hann fær sum so
ikki gjørt nakað við tað, tí
talan er um eina donsku lóg
gávu, ið innlendismálaráðið
noyðist at halda seg til.
- Sjálvsagt er tað ógvuliga
óheppið, at hesi fólk koma í
klemmu í skipanini, men vit
fáa ikki gjørt so nógv. Hetta
eru kensluborin mál, og tað
ber ikki til, at tað verður
sovorðið rok í sambandi
við hvørt einstakt mál. Tí
er tað neyðugt, at vit fáa
gjørt eina varandi loysn á
utlendingaøkinum, tí tað ber
ikki til at halda fram á sama
hátt, sigur Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður í innlendis
málum, sum sigur seg
vóna, at politiska skipanin
ger okkurt við málið sum
skjótast.
ÍSF-forsetin, Heðin
Mortensen, sigur,
at tað ikki kemur
óvart á hann, at
enn ein gøla um
útlendsk ítróttarfólk
í Føroyum er komin
undan kavi. Hann
heldur, at okkurt er
spinnandi galið við
føroysku skipanini,
og at útlendingarnir
ikki virðiliga viðferð
av myndugleikunum.
Útlendingamál
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hóast flestu føroyingar gjørd
ust skelkaðir av tíðindunum
í Degi og Viku í gjár um
serbisku hjúnini í Sørvági,
sum nú noyðast av landinum,
er ÍSF-forsetin, Heðin Mort
ensen, ikki kløkkur.
- Tað undrar meg als ikki.
Vit í ÍSF hava í langa tíð
gjørt vart við trupulleikan
á økinum og havt nógv
fundarvirksemi um hetta,
men tað hevur ikki eydnast
okkum at fáa eitt samstarv
við løgtingi um trupulleikan,
hóast óteljandi royndir, sigur
Heðin Mortensen.
Hvar er arbeiðs
bólkurin
Á vári í fjør setti samgongan
við umboðum úr øllum
flokkum at viðgerða útlend
ingaøkið yvirhøvur. Heðin
Mortensen sigur, at hann
longu í mái mánað í fjør
spurdi, um hesin bólkur var
farin í gongd við sítt arbeiði,
men hann hevur einki frætt
hesum viðvíkjandi.
- Eg spyrji bara, hvar er
nevndin, sum skuldi gera
eina loysn á hesum trupul
leikunum. Vit síggja ferð
aftaná ferð, at nevndir verða
settar, uttan at tað kemur
nakað úrslit burtur úr hesum.
Vit noyðast at fáa skipaði
viðurskifti á økinum, tí tað
er ikki virðiligt, soleiðis
sum vit fara við útlendsku
ítróttarfólkunum, sigur Heð
in Mortensen.
Forsetin í Ítróttarsamband
inum vísir á, at slík viðferð
av útlendskum ítróttarfólki
bara skaðir umdømi hjá Før
oyum uttanlanda, og tað fer
at gerast alsamt truplari at
fáa útlendsk ítróttarfólk at
koma til Føroya.
- Hetta eru fólk, sum geva
føroyskum ítrótti nógv og
eru við til at menna ítróttina
her heima. Tey eru her í
styttri tíðarskeið, og so fara
vit soleiðis við teimum. Um
tað veruliga er so, soleiðis
sum tað var lagt fram í sjón
varpinum í gjárkvøldið, so
er tað ótrúliga langt úti. Eg
má siga sum er, at hevði
eg verið í teirra skóm, so
hevði eg langt síðani farið til
løgtingsins umboðsmann við
málinum, tí tað ber jú eisini
til at kæra landsstýrismannin,
sigur Heðin Mortensen.
Eisini heldur Heðin Mort
ensen, at slík mál ganga út
yvir øll tey, sum dagliga
leggja nógva orku í tey ein
støku ítróttarfeløgini, og
at tað serliga eru feløgini í
útjaðaranum, sum verða rakt
av hesum.
- Tey hava ikki sama fólka
grundarlag sum feløgini í
miðstaðarøkinum, og tí eru
útlendsku leikararnir av stór
um týdningi fyri teirra felag,
sum til dømis Rajko Petrovic
er tað fyri SÍ. Hjá okkum,
sum varða av ítróttinum, er
tað sera frustrerandi, og vit
noyðast at fáa eina loysn á
hesum sum skjótast, sigur
ÍSF-forsetin.
Heðin Mortensen, ÍSF-forseti:
- Okkurt er spinnandi galið
Hava útsett fráferðina
Eftir at tíðindini um útvísingina av
Sladiana Petrovic bórust í Degi og Viku í
gjárkvøldið, savnaðust nógvir sørvingar
heima hjá serbisku hjúnunnum. Stuðulin,
ið tey hava fingið frá bygdafólkinum í
Sørvági, hevur havt við sær, at tey bæði nú
hava útsett fráferðina úr Føroyum nakrar
dagar.
Útlendingamál
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað fór sum eldur gjøgnum alla Sørvágs bygd í gjár
kvøldið, tá ið tað frættist, at dámligu serbisku hjúnini,
Sladiana og Rajko Petrovic, eftir ætlan skuldu fara av
landinum í dag heim aftur til Serbia, tí at Sladiana bleiv
víst av landinum. Sørvingar í hópatali vendu sær til
hjúnini og royndu at fáa tey at útseta fráferðina.
Dyggi stuðulin, ið Sladiana og Rajko hava fingið frá
sørvingum, hevur eisini gjørt mun, tí tey bæði hava gjørt
av at útseta fráferðina í nakrar dagar. Í Sørvági vóna
fólk, at okkurt nýtt skal henda í málinum, soleiðis at
tey bæði kunnu verða verandi. Enn er ikki greitt, nær
tey bæði fara av landinum.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður:
- Kunnu ikki halda fram á sama hátt
Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jacob Vestergaard, sigur seg ikki kunnu góðtaka, at tað gongur meira enn eitt ár, áðrenn
umsøkjari fær svar upp á eina umsókn um longjan av uppihalds- og arbeiðsloyvi.
Mynd: Terji Nielsen