Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 7. desember 2005  Skótahjálpin í ár var ætlað sum stuðul til tvær verkætlanir heima og úti. Í eina viku gingu skótar hús úr húsi fyri at gera fyrifallandi arbeiði. Millum hesar var 11 ára gamla Annika Hansen úr Havn. - Eg haldi ikki, at tað var strævið at vera við, sigur hon Skótahjálp Orð/myndir: Snorri Brend Havn: - Tað var sera stuttligt at vera við í skótahjálpini. Og eg upplivdi eisini nógv sera spennandi ting hesa vik­una. - Eg slapp m.a. at dust­ súgva hjá onkrum, og í ein­um øðrum staði vaskaði eg bilin, og nógv annað. Jú, hetta var ein sera skeg vika, tí fólk vóru so blíð at koma inn til, sigur Annika Hansen, sum er KFUK-skóti í Havn. Saman við hundraðtals øðr­um skótum í Føroyum var hon við í teirri sonevndu Skótahjálpini í ár. Her gingu skótarnir hús úr húsi fyri at bjóða seg fram til alt fyri­ fallandi arbeiði hjá fólki. Allur tann innsavnaði pen­ingurin fór hesaferð til tvey vælgerandi endamál. Og á eini samkomu her­fyri vórðu 100.000 kr. lætn­ar tveimum slíkum enda­mál­ um - einum úti í heimi og einum í Føroyum, umframt ein part, sum fór í ein bráð­ feingisgrunn. Eg haldi ikki, at tað var so strævið at vera við í skóta­ hjálpini. Eg visti, at tað fór til okkurt gott endamál, og tí hugnaðu vit okkum hesa vikuna, sigur Annika Hansen við Sosialin. Hon og systrar hennara vóru sjálvandi við, tá úrslitið av Skótahjálpini varð kunn­ gjørt og tá peningurin latin. Leikur og vanlukka Skótahálpin hevur nú rætti­ liga mong ár á baki, og er líkasum nakað, sum skót­ar­ nir síggja fram til á hvørjum ári. Her eru tað skótarnir sum taka upp fyrifallandi arbeiði heima hjá fólki, og sum síð­ani fáa eina samsýning goldna fyri tað. Peningurin verð­ur so savnaður saman og latin til ávís góðgerandi endamál. Í ár varð avgerð tikin um, at tann føroyski parturin skuldi vera ein stuðul at keypa leikur til nýggju Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum. Tann útlendska verk­ætl­an­ in var at stuðla einum heimi fyri fátækar gentur av santal- fólkinum í Bangladesh, - eitt arbeiði sum føroyski trú­boðarin, Óluva Laksá hev­ ur verið knýtt at í mong ár. Tað er somuleiðis hon, sum tryggjar at peningurin verður nýttur á skilagóðan hátt. Samlaða úrslitið av skóta­hjálp­ini í ár var góðar 148.000 kr., og fingu hesar báð­ar verkætlanirnar hvør sín­ar 50.000 kr. Hinvegin so fekk Reyði Krossur Føroya 30.000 kr. úr bráðfeingisgrunninum at nýta í samband við herviliga jarðskjálvtan í Pakistan. Nevn­ast kann, at Reyði Kross­ur fekk eisini 100.000 kr. í januar mánaði at hjálpa til eftir flóðalduvanlukkuna í Indiska Havninum. Fróði Joensen, yvirlækni tekur móti gávuni frá Skótahjálpini fyri Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum Stuttligt at kunna hjálpa øðrum Skótahjálpin • Fer vanliga fram í viku 39 • Allar tær fýra skótasamskiparnirnar eru við. • Skótar úr øllum landinum gera fyrifallandi arbeiði heima hjá fólki - t.d. ganga ørindi, vaska bil, taka upp epli, dustsúgva, ansa børnum og mangt annað. • Allur peningurin fer til góðgerandi endamál heima og úti • Skótahjálpin 2005 gav 148.000 kr. Kalsoy: Í eina tíð hevur ver­ið arbeitt við nýgerð av vegnum frá Knúksdali til Syðradals. Í dag er støðan tann, at vegurin er liðugur og har­ aftrat asfalteraður. Nak­að er enn eftir at gera, í sam­ bandi við veitirnar, skrá­ arnar og vegastokkin. Kostnaðarætlanin fyri ar­beiðið er 1,5 mió. kr. Hetta arbeiðið hevur ver­ ið rættiliga neyðugt at fáa liðugt, nú nýggja ferjulegan í Syðradali er tikin í nýtslu og ferðasambandið til oynna er bøtt munandi. sb. Sørvágur: Á bygdaráðs­ fundi í farnu viku varð sam­­tykt at taka av einum til­boði frá NOMATEK úr Havn um nýtt reinsiverk. Henda fyritøkan hev­ur í fleiri ár verið á markn­að­ inum, og hevur framleitt umleið 27 størri og smærri reinsiverk til bygdir og býir í Føroyum. Skipanin verður vænt­ andi latin kommunu um ein­ar 10 vikur, og kunnu borgarar í Sørvági tí vænta at reint vatn rennur úr vatnkranunum tíðliga í komandi ári. Húsið til reinsiverkið varð bygt samstundis sum brunnarnir vóru bygdir fyri nakað av tíð síðani. Nevnast kann, at Sørvágs Kommuna umframt hesa skipanina sum nú er bíløgd, hevur tríggjar aðrar smærri skipanir frá sama felagi. sb. Nú er vegurin liðugur Samkoma: Í farnu viku skrivaðu samkoman Lívdin og fyritøkan Balslev und­ir eina leiguavtalu um bygn­ ingin á Brekku 3 í Hoy­ vík. Í nýggju hølunum, sum eru um 250 fermetrar til støddar, ætlar samkoman at hava ein part av víttfevnda virksemi sínum mitt í viku, m.a. tiltøk fyri tey ungu og tónleikavenjingar. Hetta eru í roynd og veru somu hølir sum fríkirkjan Oasan helt til í, inntil tey flutt í nýggja bygning teirra fyri stuttum. Hóast samkoman nú hev­ ur leigað seg inn í henda bygningin, so verða møtini sunnudag framvegis hildin í Hoyvíkar skúla. sb. Lívdin fær størri høli Tað er ikki bert Annika Hansen sum er virkin skóti. Tríggjar av systrum hennara eru somuleiðis virknar ella hava verið virknar í KFUK- skótunum: Aftast vm.: Marjun og Solveig, og fremst vm.: Rakul og Annika Nógv ferðsla er í Kalsoynni nú ferjulegan á Syðradali er tikin í nýtslu Reint vatn til bygdarfólkið Sørvingar fáa reint vatn, nú kommunan hevur keypt nýggja vatnreinsiskipan