Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 235 - 7. desember 2005 Á eykaaðalfundi hjá Føroya Náttúru­ verndarfelag á Før­ oya Læraraskúla 28. november, legði nevndin frá sær, og nýggj nevnd varð vald NÁTTÚRUVERND Nýggja nevndin í Føroya Náttúruverndarfelag skipaði seg 3. desember og sær so­leiðis út: Kári Thomsen, Tórshavn, formaður Anna Antonisen, Nólsoy, næstformaður Eliesar Olsen, Tórshavn, skrivari Zakarias Wang, kassa­ meistari Leivur Nattestad, Mið­ vágur, nevndarlimur Tiltakslimir eru Justi Poulsen, Jón Gaasedal, og Òli Mikkelsen. Nevndin hevur sett sær fyri at halda á fram við tí ar­beiði, felagið hevur staðið fyri síðan stovnanina í 1980. Nakrar stórar uppgávur skulu fremjast í 2006, og fleiri smærri tiltøk skulu fáast at virka líkasum uppfylging av lands- og kommunuætlanum og lógum og kunngerðum, ið fevna um náttúru- og um­ hvørvisvernd á landi, sjógvi og í luftini. - Árligi fundurin hjá norð­ urlendsku náttúru­vernd­ar­ feløgunum verður í 2006 skip­aður av Føroya Náttúruverndar­ felag og hildin í Suðuroy í fyrstu viku í august. - Fyrireiking og miðvís ætlan til skipan av tjóð­gørð­ um verður løgd fram til heyst­ar. - Fyrireiking og ætlan til skipan av friðaðum økj­um her m. a. vøtnum og ser­støk­ um náttúruøkjum. - Felagið hevur lim í fylgi­bólkinum til skipan av nýggjari el-veitingarlóg, og vil her so vítt gjørligt tryggja móti framhaldandi ágangi á vøtn, áir, dalar og serstaka nátúru. - Landsmyndugleikar fara at verða mintir á norður­ lendskar og altjóða sáttmálar til vernd av náttúruni, og roynt verður at fáa samstarv við almennar stovnar, komm­ un­ur, virki, feløg og ein­stak­ lingar. - Roynt verður at skipa fyri­ lestrar fyri ungum og skúla­ ungdómi um náttúrunnar lut­verk í burðadyggari sam­ felagsmenning. - Nevndin fer at viðgera øll mál, ið einstaklingar ella feløg meta Føroya Náttúru­ verndarfelag kann stuðla ella lýsa teirra vegna. - Nevndin fer at hava vakið eyga við handilsvørum, ið part­vís eru eitrandi fyri fólk og náttúru, og part­vís óneyð­ug í van­liga húsar­hald­ inum. Kári Thomsen er fram­veg­is formaður í Føroya Náttúru­ verndarfelag, sum hevði aðal­ fund 28. november SÁTT­MÁLA­SAM­ RÁÐINGAR Fíggjarmálaráðið og Farma­ konomfelagið skrivaðu í gjár undir nýggjan 2-ára sátt­mála við einum lønar­ karmi, sum er 2,6%. Farmakonomfelagið er danskt felag, og hóast lønar­ karmurin er størri niðri, hevur gjørda semjan júst sama karm sum semjan, ið varð gjørd við Føroya Lær­­­arafelag herfyri. Fíggjarmálaráðið hevur eisini høvuðsavtalu við Farmakonomfelagið, men hon hevur ikki verið til um­røðu, tí hvørgin parturin hevur sagt hana upp. Landsstýrismaðurin í fíggj­ar­mál­um, Bárð­ur Niel­sen, fegnast um, at enn ein 2-ára sáttmáli við karmi 2,6% er komin undir land. Farmakonomarnir fáa í ár 0,9% í lønarhækkan. Herumframt gerst nýggj­ ársaftan heilur frídagur. Landsapotekarin upplýsir, at tessvegna verða apotekini stongd nýggjársaftan, og vakt verður sum sunnu­ dag. Í oktober næsta ár hækkar eftirlønargjaldið 0,5% og lønin hækkar 1,29%. Semjan er at finna á heimasíðuni www.lnd.fo, sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi. Í annaðkvøld verður felag stovnað fyri fólk, sum hava stovnað sína egnu fyritøku. Endamálið er upplýsa og stuðla hvønn annan, sigur Michael Jensen, sum er ein av fyrireikarunum VINNULÍV Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hevur tú júst stovnað tína egnu fyritøku, og hevur tú í hesum sambandi onkur iva­ mál, tú fegin vildi tosað við onnur um, so fært tú møgu­ leikan. Tí í annaðkvøld, hós­ kvøldið, verður eitt felag fyri íverksetarar stovna á Hotel Hafnia í Havn. Tað eru teir báðir, Michael Jensen og Regin Dalsgaard, sum hava tikið stig til at stovn­að felagið. - Endamálið er at stuðla uppundir fólk, sum hava sett sítt egna virki ella fyritøku á stovn. Tað kann snúgva seg um vitan um lóggávu, um menning av virkjum, um leiðslu, um vitan uttanífrá og í heila tikið at styrkja hvønn annan, sigur Michael Jensen, sum fyri stuttum hev­ ur stovnað sína egnu cate­ ring­fyritøku. Michael Jensen og Regin Dalsgaard hava tosað við eini 20 fólk í somu støðu, sum hava víst áhuga fyri fe­lag­num. Talan er ikki um felag fyri fólk, sum ÆTLA at stovna sína egnu fyritøkuk, men fólk, sum HAVA stovnað hana. - Eg haldi ikki, at tað var so trupult at stovna mína egnu fyritøku og standa á egn­um beinum. Tað var kanska ringt teir fyrstu tveir mánaðirnar, men tá tú hevur fótað tær, so gongur lættari, sigur Michael Jensen, sum kortini sera fegin vil hava samband við onnur fólk, sum eru í somu støðu sum hann. Michael Jensen, sum er útbúgvin tænari, hevur fyri stuttum stovnað sína egnu cateringfyritøku. Hann er annar av stigtakarunum til nýgg ja felagið fyri íverksetarar Aftur í vár skip­ar Søgu- og Sam­fe­lags­ deild­in á Fróð­skap­ arsetri Føroya fyri undir­vísing í grund­ skeiði í lóg. Skeiðið er fyri fólk, ið hava tikið miðnámsútbúgving ella hava hægri út­búgv­ ing í øðrum enn jura LØGFRØÐI Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hetta er fjórðu ferð, at grund­skeiðið verður hild­ ið við einum ella fleiri flokk­um hvørja ferð, og er tí­skil vorðin fastur partur av útboðnum hjá Søgu- og sam­felagsdeildini. Á henda hátt er deildin við at byggja upp løgfrøði sum fak innan undirvísing og gransking í Føroyum. Fakið byggir fyrst og fremst á føroyskar keldur, týðandi føroyskar lógir og greinar úr føroyska lógar­ ritinum. Skeiðið byrjar eft­ ir ársskiftið við tímum tvær ferðir um vikuna og endar við próvtøku í juni. Undirvísingin hevur fyrst og fremst til endmáls at læra fólk háttalagið hjá lógkønum fólki. ‘juridiska metodu’ og harvið gera tey før fyri at lesa onnur løgfrøðifak og verða betur før fyri at lesa og meta um lógir og aðrar juridiskar tekstir. Skeiðið fevnir um al­ mennan part við evnunum: at finna lóg, at skipa lóg, at smíða lóg, og at tulka lóg og serligum parti sett­­an sam­an av brot­um úr gald­ andi stjórn­ar- og fyri­sit­ ing­ar­lóg­um, ser­liga stýris­ skip­anar­lóg­ini, heima­stýris­ skipanini, ríkisgrundlógini, fyrisitingarlógini og lógini um innlit. Nógv verður gjørt burtur úr at læra at skriva uppgávur, og tey lesandu fáa tvær heima­uppgávur, sum verða gjølla gjøgnumgingnar í tím­anum. Tann betra upp­ gávan telur 1/3 av endaliga karakterinum, og skrivlig próvtøka telur 2/3. Tey lesandi eru vanliga bæði lesandi á Setrinum, ið taka B. A. prógv innan samfelagsfrøði, fólk við aðr­ari hægri útbúgving enn løgfrøði, og fólk við royndum í fyrisitingini, ið taka skeiðið sum eftir­ út­búgving. Hesi seinni nevndu mugu gjalda skeiðs­gjald fyri at sleppa til undirvísing og próvtøku. Skeiðið er mett til 15 ECTS, ið svarar til ¼ árs­ verk, hetta er tí und­ir­vísing á høgum støði í Føroyum og um føroysk viðurskifti. Fróðskaparsetrið fer møgu­ liga undir í samstarvi við onnur universitet at bjóða út onnur løgfrøðifak, sum eftir ætlan skulu verða góðkend sum partur av útbúgvingum í bæði Danmark, Íslandi og aðrastaðni, men tey skulu eisini kunna lesast sum einstøk fak um við­­kom­ andi før­oysk­ar løg­frøði­ spurningar. Háskólinn (fróð­skap­ ar­setrið) á Akureyri fer í heyst at bjóða út mestara­ út­búgving í lóg (M.A./ LL.M.) innan høvuðsevnið PólLóg (PolarLaw), ið fevnir um løgfrøðievni, ið knýtt eru at norðurhøvum, t. d. fiskiveiðirættindi, olju­ lóg og fyrisiting og stjórn í smáum londum. Fyri ikki- juristar kann grundskeiðið í lóg hugsast sum við­kom­ andi fyrireiking til tílíkar útbúgvingar. Leiðari fyri grundskeiðið er Birita L. Poulsen, og aðrir undirvísarar eru Jonhard Klettheyggj, Jógvan E. Winther Poulsen, Heðin D. Poulsen og Kári á Rógvi. Nýggjur sáttmáli við Farmakonomfelagið Lærið at hugsa og skriva sum juristar Stovna felag fyri íverksetarar Nýggj nevnd í FNU Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsu­ málum, Hans Pauli Strøm, hevur sett sjúklingaráðið SJÚKRAHÚSVERKIÐ Tað er sambært nýggju sjúkra­húslógini, ið fekk gildi 1. desember í ár, at lands­stýrismaðurin hevur valt eitt sjúklingaráð við níggju limum, út frá landa­ frøðiligum atliti, sum skal hava møguleika at viðgera øll heildarmál um viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar. Landsstýrismaðurin hev­ ur valt sjúklingaráðið út frá innsendum uppskotum frá sjúklingafeløgum og áhuga­ bólkum. Tey, ið manna sjúk­ lingaráðið, eru: Jákup N. Olsen, Tórshavn, uppstillaður av Føroya Fe­lag móti Krabbameini og Epi­ leptikarafelag Føroya. Malan Johannesen, Tórs­ havn, uppstillað av Gikta­ felag Føroya. Guðri Samuelsen, Tórs­ havn, uppstillað av Sinnis­ bata. Agnar á Dul, Klaksvík, uppstillaður av Landsfelag Pensjónista, Føroya Felag móti Krabbameini og Norð­ oya Sjúkrakassa. Steinbjørn í Lambanum, Fuglafjørður, uppstillaður av Epileptikarafelag Føroya. Jákup Olsen, Klaksvík, upp­stillaður av Landsfelag Pensjónista og Norðoya Sjúkra­kassa. Maud Benjardøgg, Vág­ ur, uppstillað av Epi­lep­tik­ arafelag Føroya og Føroya Felag móti Krabba­meini. Sóleyð Nielsen, Hvalba, uppstillað av Javna. Finnleif Guttesen, Tvør­ oyri, uppstillaður av Hjarta­ felagnum Sambært lógini er upp­ gáv­an hjá sjúk­linga­ráð­ num at verða ráðgevandi hjá landsstýrismanninum í mál­um, ið hava týdning fyri veit­ingar til sjúklingar. Ætlanin er, at ráðið skal geva landsstýrismanninum eitt breiðari avgerðargrundarlag, við at ráðgevinigin kann vera øðrvísi enn tann, hann fær frá fakpersónum í heilsu­ verkinum. Sjúklingaráðið sett