Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 7. desember 2005  Stjórin á Strand­ ferðsluni avsannar leysasøgur, sum enntá skuldu viðgerast í løgtinginum í dag Smyril Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Nýggi Smyril skal heilt agjørt ikki longu í dokk. Tað staðfestir Kristian Dav­idsen, stjóri á Strand­ ferðsl­­uni. Sostatt avsannar hann leysa­tíðindi, sum eru farin at ganga um, at nýggi Smyril riggar so illa, at tað longu nú skal vera neyðugt at koyra hann av landinum í dokk. Søgurnar siga, at smyril skal vera burtur í minst tveir mánaðir. – Hetta passar heilt avgjørt ikki. Smyril skal ikki takast úr sigling, sigur Kristian Davidsen. Hann sigur, at Smyril rigg­ ar væl eftir umstøðunum, men at tað ikki slepst undan, at nakrar barnasjúkur eru. Men hetta er púra vanligt við núggjum skipum, sum eru so framkomin, sum Smyril er. Hetta eru trupulleikar, sum ferðafólkið at kalla onki merkir til og støðan batnar alsamt. Tó skulu vit vænta, at trupulleikar fara at stinga seg upp í nakrar mánaðir aftur­at, til at fæst at rigga, sum tað eigur. Hann vísir eisini á, at næst­ an allar skipanir umborð á Smyrli hava eykaskipanir, sum sláa til, tá ið vanliga skip­anin ikki virkar. Tað eru trygdarskipanir, sum sláa til, skuldu tær vanligu skip­anirnar ikki virka. Hann veit ikki, hvussu hesar leysasøgur eru íkomnar, men tað er púra onki hald í teim­um, tí tær eru tiknar úr bláari luft. Spurningur í Løgtinginum Annars eru leysasøgurnar so seiglívaðar, at málið skuldi reisast á Løgtingi í dag. Har skuldi Heidi Peter­sen, tinglimur hjá Tjóð­veldisflokkinum, spyrja Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um tað er rætt, at Smyril skal av landinum í dokk og um at í hesum sambandi skal tak­ ast úr sigling í minst tveir mánaðir. Men sum sagt veitir stjórin á Strandferðsluni vissu fyri, at hetta bert eru leysasøgur og tí er onki grundarlag fyri fyrispurninginum. – Nú skulu tiltøk setast í verk, sum fara at bøta munandi um trygdina á sjónum, heldur ein samd vinnunevnd hjá løgtinginum Trygd á sjónum Áki Bertholdsenð aki@sosialurin.fo Nú skulu tiltøk setast í verk, sum fara at bøta munandi um trygdina á sjónum. Tað ætlar í hvussu so er vinnunevndin hjá løg­ting­ inum. Tí hevur vinnunevndin nú mælt til, at tiltøk verða sett í verk, sum fara at bøta munandi um trygdina á sjón­ um. Ikki minst er talan um trygdina hjá teimum nógvu smábátunum, sum sigla inni undir landi. Útróðrarmenn og onnur við, hava í nógv ár fýlst á, at tað er so nógva staðni í landinum, at VHF-sendarin ikki hoyrist. Serliga er tað summastaðni tætt inni undir land, at tað eru nógv deyð pláss, at har onki samband er. Eitt nú er onki samband í Vestmannasundi og inni undir landi norðanfyri og tað hevur mangan verið víst á at tað er til stóran ampa fyri trygdina á sjónum. – Hetta er ein trupulleiki, sum vit hava tosað um í nógv ár og tað hevur verið oftani frammi, at hetta er ein stórur trupulleiki, at tað er so nógva staðni, at VHF sendinetið ikki røkkur, sigur Henrik Old, for­maður í vinnunevndini hjá løgtinginum. Hann sigur, at eitt, sum menn hava víst á, er, at hetta hevur verið ein trupulleiki inni við land. – Tað er komið fyri at neyð­­støður hava tikið seg upp inni undir landið, men at tað hevur verið torført at fáa samband við tilbúgvingina tí at VHF sendinetið ikki hoyrist. Formaðurin í vinnu­nevnd­ ini sigur, at tað er alt gott at siga um tað, men fartelefonin eru umborð á bátum, men tað er heldur ikki allastaðni, at fartelefonin røkkur. – Og fyri alt tað er far­ tele­fonin ikki neyðútgerð. Men tað er VHF sendinetið harafturímóti. Í sambandi við trygd er VHF høvuðsálitið og tí eiga vit at útbyggja tað sendinetið út, so at tað ongi deyð pláss verða í landinum, sigur Hendrik Old. Ein samd vinnunevnd Hann sigur, tí hevur ein samd vinnunevnd hjá Løg­ tinginum mælt til, at pen­ ingur verður játtaður næsta ár til at útbyggja VHF sendi­netið, so at tað hoyrist allastaðni í landinum. Nú fíggjarlógin fyri kom­ andi ár er til viðgerðar, hev­ ur ein samd vinnunevnd so­statt heitt á fíggjanevndina um at raðfesta játtanina til tilbúgvingina øðrvísi, so at útbyggingin av VHF sendi­ netinum verður tað, sum allar­fyrst verðu gjørt næsta ár. Hendrik Old sigur, at av tí, at talan er um eina samda vinnunevnd við um­boðum fyri allar sam­ gonguflokkarnar og fyri tjóðveldisflokkin, hevur hann rættiliga góðar vónir um, at tilmælið verður fylgt. – Serliga tá ið hugsað verð­ur um, at uppskotið hjá landskassanum ikki fer at føra eyka útreiðslur við sær, heldur hann, at vónirnar eru góðar til, at fígjgarnevndin og Løgtingið fara at taka undir við tilmælinum hjá vinnunevndini. Annars hevur lands­stýrið skotið upp at seta 12,1 milli­ ónir av til til­búgv­ingina. Men landsstýrið heldur, at tað, sum er mest átrokandi, er at talgilda sendinetið hjá Tórshavnar Radio fyri at liva upp til altjóða trygdarkrøv. Landsstýrið mælti tí til, at talgild sendistøð verður gjørd næsta ár og at VHF sendinetið bíðar til 2007. Samstundis heldur lands­ stýrið at tað hevur týdning at útbyggja navtex skipanina. Men her metir vinnu­nevnd­ in akkurát øðrvísi. Vinnu­ nevndin mælir tí til, at VHF sendinetið og navtex skipanin eigur at verða raðfest fremst og eigur at verða gjørt næsta ár og at talgild sendistøð og AIS skipanin kann bíða til 2007. Navtex er ein skipan við veðurkortum. Hendrik Old vísir á, at Tórshavnar Radio virkar, hóast tað ikki er talgilt og at tað tískil hevur størri týdning at byggja út, so at VHF hoyrist um alt landið. Hetta ber samstundis í sær, at játtanin til tilbúgvingina kann lækka 6,4 milliónir og at hon sostatt verður 5,7 milliónir. Smyril skal ikki takast úr sigling í tveir mánaðir Í Løgtinginum í dag skuldi Heidi Petersen hava at vita um tað er rætt, at Smyril longu nú má takast úr sigling í minst tveir mánaðir, tí hann riggar so illa. Eyåvitað hevur tingkvinnan ikki spurt á Strandferðsluni, ti so hevði hon fingið at vita, at talan er um leysasøgur, sum als onki hald er í Bøta um trygdina á deyðum plássum Tað er ikki nóg gott, at VHF sendinetið ikki hoyrist alla­ staðni. Hetta er ein gamal trup­ ul­leiki, sum vinnunevndin nú vil hava loysn á, sigur Hendrik Old