mikudagur 7. desember 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Donald Fagan
- The Nightfly
Hetta er solofløga hjá
Donald Fagan, ið er best
kend ur, sum høvuðsmaðurin
í Steely Dan. Fløgan er
fantastiska góð. Hon er
flott prodsera og ljóðar
ordiliga
væl.
Eg
havi
gjøgnum tíðirnar keypt mær
fleiri eintøk av henn i.
Øll løgini eru góð, og tað
er nokkso sjálvsamt á eini
fløgu. Hon hevur sagt mær
ordiliga nógv, og tí havi
eg eisini lurtað nógv eftir
henn i. Hon er eitt sindur
jassutt og eitt sindur West
Coast, hetta er nokkso
progressivur
tónleikur.
Arrangementini eru eisini
slóðbrótandi.
Larry Carlton
- Sleepwalk
Hetta er ein instrumental
pláta, ið var mín yndispláta,
tá eg byrjaði at spæla
gittar. Hetta er stutt sagt
ein praktfull pláta, sum
segði mær ordiliga nógv.
Eg royndi at spæla afturvið
henn i. Hetta er eitt slag
av jassrokki. Mær hevur
altíð dámt væl jass og West
Coast, hóast eg kanska er
mest kendur fyri kontri.
Hend an plátan er nokkso
easy listening.
Alison Krauss
- Forget about it
Eg keypti Alison Krauss
fløguna í 2000 í París.
Teitur Lassen hevði skotið
upp, at eg keypti okkurt
við henn i. Tá eg so sá
fløguna, keypti eg hana og
fall pladask. Alla vikuna
í París lurtaði eg eftir
henn i. Hon spælir Bluegrass
kend an kontri tónleik. Mær
dámar væl mátan hon syng ur,
og henn ara inn iligu tekst
ir. Ja, hon virkar inn ilig
og erlig øll sum hon er.
Tað
ger
ikki
fløguna
verri, at Jerry Douglas ein
dobro-gittarleikari,
sum
eg dyrki nógv spælir við og
hevur produsera fløguna.
Airplay
- Airplay
Hetta er ein LP-pláta,
sum tveir øgiliga góðir
produsarar David Foster og
Jay Graydon hava gjørt
saman. Teir vóru báðir
produsarar hjá Earth Wind
and Fire, og fleiri Earth
Wind and Fire løg eru
á plátuni. Hendan plátan
definerar hvat West Coast
er, men við einum lítlum
ísletti av rokki. Umframt
at vera góðir produsarar
eru teir báðir ordiliga
góðir tónleikarar. Hetta er
væl produsera, væl spælt og
løgini eru góð.
Richard Page
- Shelter Me
Richard Page er ein maður,
sum hevur gjørt nógv. Hann
byrjaði við bólkinum Pages
í 70-80’unum, har hann var
høvuðsmaður. Í 80’unum var
hann høvuðsmaður í Mr.
Mister. Í 90’unum kom so
fyrsta solofløgan. Hetta er
ein feit fløga, eitt sindur
sing er/songwriter kend, og
eitt sindur West Coast.
Eg haldi tað eru serliga
løgini og tekstirnir, sum
eru góðir á hesi fløguni,
ja, og so sjálvandi eisini
mátin hann syngur.
Niels Uni Dam,
nielsuni@sosialurin.fo
Jákup Zachariassen er tann
føroyingurin,
ið
hevur
gjørt mest fyri at skapa
sambond ímillum kristna og
verðsliga tónleikapallin í
Føroyum. Áðrenn hann byrjaði
sítt arbeiði, var talan at
kalla um tveir føroyskar
tónleikapallar, har næstan
einki samstarv var ímillum.
Nú spæla kristnir bólkar á
Ólavsøkukonsertini og G!
Festivalinum. Tónleikarar
av verðsliga pallinum spæla
við á fløgum og konsertum
hjá kristnum solistum og
bólkum og umvent.
Sum eigari av Jak Zak
Studio hevur Jákup bæði
virkað sum tónleikari og
framleiðari á hópin av fløg
um. Gittarin og kanska ser
liga steel-gittarin er tað
hann er best kendur fyri,
og hevur ein føroyskur
bólkur brúk fyri einum
steel-gitara á fløgu ella
konsert, so er tað vanliga
Jákup ringt verður til.
Hann hevur t.d. spælt á
nýggjum fløgum sum t.d. hjá
Knút Háberg Eysturstein og
Deja Vu.
Góðska er
varumerkið
Jákup er eisini grafikkari,
hann hevur sett á stovn
eitt tað størsta føroyska
lýsingarvikið Repro-Z, og
arbeiðir
enn
á
tí.
Í
løtuni tó einans hálva
tíð, tí restina av degnum
brúkar hann til tónleik.
Jákup gjørdist víðagitin
í Føroyum, tá hann var
høvuðsmaður og skrivaði tón
leikin í kristna bólkinum
Ichtus. Hetta var ein fløga,
ið setti nýggjan standard
innan góðsku í kristnum
føroyskum tónleiki.
Bæði í grafiska virksemi
num og í tónleikinum er
tað høg góðskukrøv, ið
merkja arbeiðið hjá Jákupi.
Her tala útgávur sum tann
víðagitna
Jólafløgan
og
nýggjasta fløgan hjá Ólavi
Højgaard fyri seg sjálvar.
Bestu fløgurnar
Planet.fo hevur biðið Ják
up Zachariassen um, at
valt tær fimm fløgurnar
úr hansara fløgusavni, ið
honum dámar allarbest.
Jákup greiður frá, at tað
er heildin, sum ger eina
fløgu ordiliga góða. Men
hann leggur fyrst og fremst
dent á, at løg og tekstir
eru góð - At tey onkurs
vegna nema hann . Hetta er
tað mest týdningarmikla.
Men so skal fløgan helst
vera vælspæld og ljóða
væl. Men hetta er ikki líka
týdningarmikið sum góðskan
á løgunum. “Ein góð fløga
fær meg at føla meg væl”,
sigur hann .
Hann viðgongur, at tað
altíð er eitt sindur skif
tandi hvørjar fløgur honum
dámar best. Men tá hann
hyggur aftur eftir, so hava
hesar fimm útgávurnar havt
stóran týdning. Tær hava
sagt honum mest gjøgnum
tíðirnarnar, og eru ferð
eftir ferð endaðar aftur í
fløguspælaranum ella undir
nálini á plátuspælaranum.
Fimm tær bestu
fløgurnar í mínum
fløgusavni
Jákup Zachariassen,
tónleikari, framleiðari
og grafikkari