Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Búi Dam hevur seinastu tíðina verið í Spania og arbeitt við eini barnabók og tónleiki til ikki færri enn tvær fløgur, ið báðar taka støðið í mytologiskum evnum Tónleikur og bókmentir Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Høgt uppi í Andalusisku fjøll­ um eitt fitt petti úr bygdini Monachill, situr føroyski gitt­arleikarin, sjónleikarin og nú eisini rithøvundurin Búi Dam, og skrivar eina barna­bók og tónleik til tvær fløg­ur. Í eini lítlari smáttu, kring­ sett­ari av fjøllum situr hann og skrivar á síni teldu, ið fær streym frá sólpanelum, og sól er nokk av. 300 dag­ar um árið skínur sólin í Mona­ chill. Onga telefon Búi hevur valt at latið tele­fonina ligið eftir í Før­ oy­um, og livir heilt uttan órógvandi samband við um­heimin. Tó fer hann á int­ernetið av og á, og við teldu­posti heldur hann sam­ bandi heim. Tað var eisini um­vegis telduna, at eg gjørdi samrøðuna við hann. Longdist eftir sólini Eg spurdi hann hvussu ein før­oyskur gittarleikari endar í andalusisku fjøllunum? Búi svaraði: ”Bráðliga ein morgun vaknaði eg við ein­um longsli eftir sólini. Eg leitaði inni í bollanum eft­ir onkrum, sum eg kendi, sum var nær sólini, og beinavegin kom Durita Holm til mín. Hon hevur ver­ið búðsitandi í Spania í nøk­ur ár nú. Eg e-mailaði og segði sum var, mær longd­ist eftir solini. Durita segði mær, at hon átti eina primitiva smáttu uppi í fjøllinum, sum eg var væl­komin at leiga. Eg setti beina kós móti Monachill í Anda­lusia. Staðið har sólin skín­ur 300 dagar um árið.” Búi fíggjar túrin við pen­ingi, hann vann sær fyri leikin ”Hvat er hattar”. Hann livir minimalistiskt fyri, at peningurin skal røkka. Friðurin teskar Búi býr nú í smáttuni hjá Duritu Holm. Hann sigur um­hvørvið geva sær nógv­an íblástur. Tað at sita einsa­mallur í longri tíð við fagr­astu natúru og arbeiða gev­ur honum nógv. Hann held­ur seg ongantíð hava ver­ið so kreativan áður og finnur leiðir, ið hann ikki helt funnust. ” Serliga er tað friðurin her, sum teskar mær alskins søgur og løg”, sigur Búi. Býr í einum urtagarði Hann sigur, um umhvørvið hann býr í ”Storsligin fjøll hevja seg rundan um meg. Al­skins trø og plantir veksa vilt og vakurt, og sólin vitj­ar næstan hvønn dag. Smátt­an, sum eg búleikist í, liggur í stórum garði, sum er fyltur við trøum, har vín­drúir, blommir, súreplir, fersk­en og oliven vaksa. Eg havi eitt solpanel, sum ger mær tann vælsignaða beina at fóðra mær telduna hvønn dag. Eisini havi eg ein gas­ sovn og eitt gasskøliskáp. Hetta er í mínum huga eitt tað størsta mysteriumið yvir­høvur - Hvussu kan ein gass­flamma geva kulda?. Skrivar barnabók Búi er kendur, sum framúrs­ karandi gittarleikari, úr bólk­um sum Deep End, 200, Ivory, Headache Blues Treo og alskins jassbólkum. Tí er tað ikki so løgið, at hann skriv­ar tónleik. Men hann skrivar eisini eina barnabók. Eg spurdi hann, um hvussu hann hevði fingið hetta hug­skotið. ”Hetta er fyrstu ferð, eg skrivi. Eg havi altíð sagt, at ein fagran dag fari eg í holt við at skriva eina bók. Sum sagt so gjørt. Hetta er ein nýggjur litríkur heimur, sum er latin upp fyri mær. Mær dámar væl at traðka inn í hugflogsheimar og síggja hvat hendur har og síð­ani festa tað á papír. Eisini lesi eg eina rúgvu, til tess at suga alt til mín, sum eg kann. Eg læri eina rúgvu úr góðum føroyskum bók­um, bæði av føroyskum upp­runa og týddar. Barnaskúlar fyri vaksin ”Tað fellur mær natúrligt at skriva til børn, tí eg havi áð­ur arbeitt við børnum, og ti eg havi altíð verið sera drigin at barna heiminum, hug­flog teirra er stórsligið.” Børn eru ótrúlig. Tey hava lært meg ometaliga nógv um lívið. Tey læra ein at lív­ið er her og nú og onga aðra­staðni. Var tað upp til mín, høvdu vit eisini skúlar, har børn undirvístu okkum vaksnu.” Búa dámar væl arbeiðið við at skriva, og hann ætl­ar sær avgjørt at skriva meira. ”Tað fellur mær sera nattur­ ligt, serliga hetta við at arb­eiða einsamallur. Eg havi lynd­ið til at gerast heldur ráða­ríkur, tá eg arbeiði við fólki, flennir hann”. Tvær fløgur Búi skrivar tónleik og fyri­reikar tvær fløgur til inn­spælingar eina á enskum og eina instrumentala við heiti­num ”Guðs Sirkus”. Hann greiðir frá, at Guðs Sirkus var eitt verk, ið hann skrivaði til Summartónar 2005. Verkið er í Búasa stíli. Hann er uppvaksin saman við tveimum sjónleikarafor­ eldr­um og dámar væl at brúka eitt sindur av drama í sín­um tónleiki. Hann sigur, at rokkurin er ein partur av honum, og fer altíð at vera tað, tí er lagaskrivingin eisini ávirkað av hesum. Hann greiður frá ”Guðs Sir­kus er grundað á ein mono­log, sum snýr seg um, tá Guð blakar Lucifer niður til Heljar. Monologurin setir spurningin: Kanska er Guð ónd­ur og Satan góður. Tittul­in kemst lutvíst av mono­loginum og luttvíst av, at eg eri sera áhugaður í myto­logi, men mest tí, at eg haldi, at vit í Føroyum liva í einum Guðs Sirkusi.” Búi sigur, at tónleikararnir, ið hann ætlar at lokka at lut­taka í sínum djevilsku ætl­ an­um, eru gott heiðið fólk, men hann hevur ikki spurt tey enn og vil tí ikki nevna nøkur nøvn. Enska fløgan Hin fløgan er, sum sagt, ein fløga við sangi. Hann greið­ ur frá um upprunan til hesa fløgu. ”Eg sat einsamallur í ein­um hotel kamari í Berlin við gittara í hond. Bráðliga komu nøkur løg við enskum teksti til mín. Eg veit ikki hví, men tað var eins og, goysti eg tey bara úr mær. Tekstir um kærleika, erotik, devlar og einglar.” Hann greiður frá, at hann fær nógvan íblástur frá myto­logiskum lesnaði, so sum bøkurnar hja Jo­seph Campbell, og hetta merk­ir tekstirnar. Annars eru tekstirnir um lívið hjá honum og hansara med­ menn­iskjum. Syngur sjálvur Búi hevur ikki stórar sangro­ yndir. Í tíðini í 200 var hann partur av eyðkenda rópi­ kórinum. Tí spurdi eg, hvør skuldi syngja á fløguni? ”Eg syngi sjálvur. Sangirnir eru so mikið eg - at eg haldi ikki nakar annar sleppur at syngja teir, nei tvætl, ella? At syngja er eisini nýtt fyri meg. Tað var Kim Hansen, sum segði “Búi byrja at syngja” tá eg enn einaferð hevði staðið og gramt meg um gøið í míni høgru hond, sum ger, at eg fái illa spælt”. Heim aftur til jólar Búi hevur nú verið í Spania nakrar mánaðar, og tíðin er um at verða av. Um miðjan desember kemur hann heim aftur, ivaleyst sera sól­ brendur, og væntandi væl áleiðis við trimum listaverk­ um, ið fara at ríka um før­oyska mentanarlívið. Við einglum og djevlum í andalusisku fjøllunum