mikudagur 7. desember 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Fløgan hjá Poppkorn er
nýbrot innan føroyska
fløguútgávu og ger før
oyska fløgumarknaðin rík
ari, hetta er ein leskiligur
biti til poppsvangar føroy
ingar
Fløguummæli
Niels Uni Dam,
nielsuni@sosialurin.fo
Gentubólkurin Poppkorn av
Sandi hevur júst givið sína
fyrstu fløgu út, og hava síðan
útgávuna ligið høgt bæði á 15
teimum bestu og sølulistanum
hjá 3’aranum. Fløgan er eitt so
væl framleitt og stuttligt pop
pkonsept, sum sjálvdan er sætt
fyrr í Føroyum. Hesin bleyti og
í støðum dansivinarligi poppur
letur ongantíð sum um hann
er annað enn júst tað, og tað
er rættuliga frískt í føroyskum
høpi. Innan fyri bleyta poppin
fevnir fløgan rættiliga breitt
og liggur á markinum millum
fjøllbroytt og dekan ov fjøllbro
ytt, tó uttan veruliga at gerast
stílørkymlað.
Maðurin í poppkorninum
Poppkorn er fimm ungar gent
ur av Sandi, men aftan fyri
genturnar situr Føroya mætasti
poppsmiður Kári Jacobsen.
Kári livir av at skriva tónleik og
skrivar javnan tónleik til nógv
útlendsk nøvn og sjónvarp.
Poppkorn er hansara verkætlan
og hetta hoyrist aftur. Kári
hevur skrivað orð og løg á 9 av
teimum 10 løgunum. Hitt lagið
er “Sjeikurin” hjá Elin Heine
sen, ið liggur nummar eitt á
fimtan teimum bestu í løtuni.
Dansa á fløguni
Kári hevur spælt øll ljóðføri á
fløguni, og systir hansara Eyð
Berghamar Jacobsen syngur
øll kór. Sum sagt eru fimm
gentir í Poppkorn, tríggjar av
hesum eru dansarar og eiga
tí einki í fløguni, men hóast
hetta prýða tær húsan, og fáa
sama pláss sum tær, ið syngja.
Hetta tykist eitt sindur løgið,
men vísir samstundis, at hetta
er ein vinkonu verkætlan. Tær
eru kanska ikki tónleikaliga
við, men fáa alíkavæl pláss. Eg
hevði tó ynskt, at fólkini í Popp
korn, kanska høvdu roynt at
fingið hesar tríggjar at sungið
okkurt kór ella okkurt tílíkt
soleiðis, at tær ikki bara vóru
á innpakninginum, tað er eitt
sindur ov Milli Vanilli til mín
smakk.
Ein stór stjørna
Lillian Dalsgaard er ein stór
stjørna, hon er vøkur, tykist
fyrikomandi og hevur nógva
útstráling á pallinum, so syngur
hon harumframt ordiliga væl,
røddin hevur nógva sjarmu,
og tú trýrt uppá hana. Hon er í
stóran mun Poppkorn og syn
gur á næstan øllum løgunum.
Elin Reinert Hansen syngur
løgini Vinir og Regnið oysir
niður, umframt at syngja sam
an við Lillian á Heart 2 Heart.
Tað føroyska riggar best
Fimm av løgunum eru á ensk
um og fimm á føroyskum. Tað
eru serliga føroysku løgini, ið
rigga. Komandi hittið og besta
lag er uttan iva “Droymi mitt
um dagin” eitt sera fitt og fan
gandi popplag, har Lillian syn
gur og rappar, sum hevði hon
ongantíð gjørt annað. Hóast
útgávan av “Sjeikinum” hjá
Nalju ikki er dømi um heimsins
mest slóbrótandi nýhugsan, so
riggar lagið væl til ein tílíkan
gentubólk og man vera mest
upplagda lagið hjá teimum at
gera eina útgávu av.
Eyðkennisløg
Lagið “Vinir” er tað minst
spennandi av teimum føroysku
løgunum. Lagið hevði ivaleyst
riggað væl, sum eyðkennislag í
onkrari sjónvarpssending, men
er eitt sindur for óspennandi í
sjálvum sær. Hitt lagið, ið Elin
syngur, “Regnið oysir niður”
er munandi betur. Av føroysku
løgunum hjá Lillian er “Sig tað
nú” nokk tað minst spennandi
og hevur henda sama eyðkenis
lagadám.
Sum túsund onnur
Tey ensku løgini eru ivaleyst ov
lík teimum nógvu túsund ensk
mæltu poppløgunum, ið koma
út til dagligt, tey skara ikki
nóg nógv burturúr til ordiliga
at fanga. Men tað er sjálvandi
stuttligt at hoyra tey sungin av
føroyskum tannáringum.“Tell
me your secret” hevur okkurt
eitt sindur Madonnasligt yvir
sær í støðum og er rættiliga
gott. Eisini duettin á fløguni
Heart 2 Heart har Lillian og
Elin syngja saman er millum
betru løgini. Hetta er friðarligt
og minnur eitt sindur í stíli
um Martika - pent popput og
lekkurt.
Húsin er næstan gjøgnumførdur
Fløguhúsin er penur og
popputtur og næstan gjøgnum
førdur, um tú ikki hyggur at
forsíðuni á bóklinginum. Bæði
innan í tekstbóklinginum og
aftan fyri á bóklinginum er
stílurin penur og róligur og
kekkaður. Men forsíðan er ein
fjollutt mynd, har genturnar er
ófantaliga kliptar oman á eina
blómu, við reyðari bakgrund.
Í eini roynd at skapa lív í myn
dini, hoppa tær í luftini, og síg
gja alt annað enn kekkaðar út.
Her er talan um ringt graftiskt
arbeiði og myndin misprýður
fløguna. Myndin av bólkinum
aftan fyri á bóklinginum átti at
verið perman.
Eitt fríkst lot
Samanumtikið er fløgan
eitt frískt lot á føroyska fløgu
marknaðinum, ið brýtur upp
úr nýggjum innan føroyskan
tónleik. Hon er væl produsera,
sungin og spæld, og ein
upplagdur jólabiti til popp
svangar føroyingar.
Løtt Poppkorn