Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Nú nærkast jólini av álvara, og jóla­stásið skal finnast. Summi eru í góð­ari tíð, meðan onnur útseta tað sum longst at finna tey fínu klæðini, sum tey vilja keypa í sambandi við høg­tíðina. Glitur er sera vælumtókt, og flestu kvinn­ur munnu í dag eiga okkurt klædna­plaggið, sum glitrar. Solveig er íklødd ein vakran svartan kjóla. Svart er altíð vakurt og flott og er ímyndin av tí klassiska. Men kjólin hjá Solveig brýtur tó frá tí klassiska við glitrinum, víða niðurdeilinum og einfalda stroppinum rundan um háls­in. Ein sera vakur kjóli, sum hósk­ar stak væl til ungar kvinnur um høgtíðina. Sunneva er í einum svørtum buks­um, sum er eitt must fyri flestu gent­ur og kvinnur í dag. Blágrøni topp­urin, sum Sunneva er í, kundi ver­ið í flestu litum, tí snøgt sagt all­ ir litir kunnu nýtast til svart. Toppar er eisini eitt plagg, sum øll konufólk brúka. Ein toppur er eitt plagg, sum kann nýtast árið runt. Um summ­arið síggjast nógvar kvinnur ganga í berum toppi, meðan sami topp­ur innan fyri ein jakka, vest ella troyggju kann geva einum klædna­ setti eitt heilt nýtt look. Belti, taskur og skógvar spæla eisini ein týðandi leik­lut í heildarmyndini. Báðar genturnar eru í klæðum frá klædnahandlinum Fljóðið í Tórs­ havn, sum hevur jólastásið til flest all­ar kvinnur. Jólastásið skal finnast Sunnvá 13 ár: Sisters toppur 199,95 Sisters Buksir 369,95 Belti 179,00 Armband 149,00 Solveig 17 ár: Sisters toppur 199,95 Skjúrt 769,00 Taska 99,95 Armband 99,00