mikudagur 7. desember 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Rocky aftur
í ringin
Uptøkurnar til nýggja filmin um boksaran
Rocky Balboa eru nú farnar í gongd, og nú sum
fyrr er tað sjónleikarin Sylvester Stallone, sum
skrivar og leikstjórnar. Fyrsti filmurin um Rocky
kom í 1976, og hann vann eina Oscar. Síðani
blivu filmarnir rættiligir undirhaldsfilmar, og
punktum var sett fyri røðini fyri nógvum árum
síðani. Nú fer Rocky aftur í ringin eina seinastu
ferð, og 59 ára gamli Stallone er í góðum formi
til hetta, verður sagt.
(Mynd: Scanpix)
Carey ræddist
ikki kuldan
Meðan fólk í London ballaðu seg inn í húgvur,
handskar og heit klæði, var tað heilt øðrvísi
við Mariah Carey, sum kom á vitjan í Oxford
Street í London sunnudagin. Hon skuldi signera
nýggju fløguna hjá sær í einum handli, og hon
var í stuttum kjóla og vísti bæði búk og armar.
Amerikanska sangstjørnan visti væl um kuldan
í London, men ein stjørna er eisini ein stjørna í
kulda.
(Mynd: Scanpix)
Hilton við
nýggjari bók
Amerikanska Paris Hilton, sum er arvingur til
Hilton-fyritøkuna, dugir annað enn at spæla
býtt í sendirøðini Simple Life. Hon skrivar eisini
bøkur, og nú um dagarnar avdúkaði hon nýggju
bók sína, sum kallast Your Heiress Diary. Paris
Hilton legði leðina fram við í einum handli á
Times Square í New York, har hon signeraði
bókina til nakrar av sínum hepnu fjepparum.
(Mynd: Scanpix)
Sjónleikarin Charlize Theron hevur fingið ein
leiklut í nýggja James Bond-filminum í boði. Tað
skrivar bretska blaðið Daily Mirror. Nýggi fimur
um 007 eitur Casino Royale, og saman við einum
loyniligum agenti sum Bond hoyra eisini konufólk.
Nógvar kendar kvinnur hava spælt við í filmunum
um James Bond, og tann nýggjasta Bond-gentan
kann fara at gerast suðurafrikanska Charlize Ther
on, sum áður hevur vunnið ein Oscar.
– Hon er glamourøs, men eisini ein framúr góður
sjónleikari. Tað hevði verið sera gott fyri filmin,
um hon vildi spæla við, sigur ein kelda í filmsfel
agnum, sum framleiðir Bond-filmarnar við Daily
Mirror.
James Bond skal í nýggja filminum spælast av
Daniel Craig, og Martin Campbell skal leikstjórna.
Theron sum Bond-genta
Charlize Theron er ættað úr
Suðurafrika, og hon hevur áður
vunnið ein Oscar fyri síni avrik sum
filmssjónleikari
Charlize Theron hevur
spælt vi› í nógvum
kendum filmum, og nú
er hon upp á tal sum
Bond-genta. (Myndir:
Scanpix)