mikudagur 7. desember 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 7. desember 2005
19
UTTAN ÚR HEIMI
Skuldsettur fyri neyðtøku
Jacob Zuma, sum herfyri varð loystur úr starvinum sum
varaforseti í Suðurafrika, er nú skuldsettur fyri neyðtøku.
Í rættinum í Johannesburg fyrradagin noktaði hann
seg sekan og varð latin leysur ímóti 20.000 krónum í
veðhaldi.
Zuma og stuðlar hansara halda uppá, at endamálið við
skuldsetingini er politiskt og ein roynd at spilla hann út, so
hann skal missa møguleikan at taka við forsetaembætinum
eftir Thabo Mbeki, forseta, sum fer frá í 2009. Framman
undan skuldsetingini varð Zuma roknaður sum næsti
maður í stjórnarflokkinum ANC, og hann er eisini nógv
avhildin í teimum suðurafrikonsku fakfeløgunum.
Fyrr í ár bleiv Jacon Zuma koyrdur úr stjórnini, eftir at
ákæruvaldið skuldsetti hann fyri svik í einum máli, sum
snýr seg um vápnahandil. Ein av hjálparmonnum hansara
og tvær franskar vápnaverksmiðjur eru skuldsettar í sama
máli.
Tey veiku havatað verri
Ein kanning hjá danska almannamálaráðnum vísir, at
umstøðurnar hjá heimleysum, einligum mammum, sinnis
veikum og misbrúkarum í Danmark eru versnaðar tey
seinastu fýra árini.
Í kanningini hevur almannamálaráðið spurt seg fyri
hjá 32 felagsskapum, sum dagliga hava við teuy veiku í
samfelagnum at gera, og 68 prosent av teimum spurdu
siga, at umstøðurnar eru versnaðar. Serliga tey heimleysu
og tær einligu mammurnar hava tað truplari nú enn fyri
fýra árum síðani.
Bjarne Lennau í Kirkens Korshær sigur við Politiken,
at sum heild eru viðurskiftini versnað, og tað sama sigur
Joan Munch hjá danska Frelsunarherinum. Hon sigur, at
nú eru tað fleiri, sum spyrja eftir hjálp, tí tey hava ikki
pengar til mat.
Men tey illa støddu fáa eftir øllum at døma ikki meiri hjálp
frá tí almenna. Eva Kjer Hansen, almannamálaráðharri, sigur
við Politiken, at stjórnin fer ikki at játta meiri pengar.
Funnu nýtt rovdjór
Granskarar hjá heimsnáttúrustovninum World Wildlife
Foundation halda seg vera komnar fram á eitt higartil
ókent rovdjór á indonesisku oynni Borneo.
Granskararnir siga, at djórið hevur reytt skinn, langan
hala og minnir um bæði kettu og rev. Tær fyrstu myndirnar
av djórinum benda á, at tað er eitt sindur størri enn ein
vanlig ketta.
Tey seinastu tíggju árini hava granskararfunnið fleiri
higartil ókend plantu- og skriðdjórasløg á Borneo, men
sambært WWF er hetta fyrstu ferð í meiri enn hundrað ár,
at vísindin hevur funnið eitt ókent súgdjór á oynni. Tí er
veruliga talan um eina stórhending, sigur norski WWF-
granskarin Andreas Tveteraas við Dagsavisen.
Hann doyði av blýeitran
Herfyri kom skølturin av heimskenda tónasmiðinum
Ludwig van Beethoven undan kavi, og í seinastuni hava
granskarar á einum stovni í Chicago roynt at kanna, um
skølturin kann siga nakað um, hví Beethoven doyði bara
56 ára gamal í 1827.
Tað hevur leingi verið gitt, at Beethoven leið av
blýeitran, og Bill Walsh, granskari í Chicago, sigur við
tíðindastovuna AP, at kanningarnar har vísa týðiliga, at
nógv blýggj er í skøltinum. Bill Walsh vísir á, at sambært
skrivaðum keldum leið Beethoven av magapínu á ungum
árum, og at tað samsvarar væl við, at hann kann hava
liðið av býeitran.
Summir tónleikasøgumenn halda, at Beethoven kann
hava fingið blýeitran, tí hann plagdi at drekka vín úr
blíbikari. Onnur halda, at hann fekk ymisk evni við
blýggi í frá læknunum, sum royndu at linna magapínu
hansara.
Granskarar halda
seg hava funnið
tekin um, at tað stóra
ferðamannaskipið
sakk nógv skjótari,
enn fólk higartil hava
hildið
Vanlukka
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tvey petti av botninum á
„Titanic“ benda sambært
serfrøðingum á, at tað stóra
ferðamannaskipið sakk nógv
skjótari enn higartil hildið.
Í 1985 varð vrakið av
„Titanic“ funnið á botni í
Atlantshavinum, men hesi
bæði pettini vórðu ikki
funnin tá. Roger Long,
sum hevur kannað tey bæði
pettini, sigur við sjónvarpið
CNN, at botnurin fór undan
skipinum, tá tað rendi á
ísfjallið, og at forskipið
brotnaði frá afturskipinum.
Forskipið sakk beinanvegin,
og fimm minuttir seinni sakk
hin parturin, sigur hann.
Fyrr hava serkøn hildið, at
afturskipið fleyt einar tjúgu
minuttir, og soleiðis var
eisini í filminum „Titanic“
frá 1997.
David Brown, sum er ser
kønur í viðurskiftunum í
sambandi við „Titanic“, sig
ur við CNN, at tann nýggja
metingin er helst røtt.
„Titanic“ sakk á teirri fyrstu
ferðini um Atlantshavið tann
14. apríl í 1912. Vanlukkan
kostaði 1500 mannalív.
-Noreg gjørdi eitt
stórt mistak at
selja Ísrael tungt
vatn, sigur ísraelski
kjarnorkuteknikarin
Moredechai Vanunu.
Kjarnorka
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Í 1986 avdúkaði Morde
chai Vanunu partar av tí
loyniliga ísraelska kjarn
orkuútbúnaðinum, og tað
kostaði honum átjan ár í
fongsli. Men nú eins og tá
heldur hann, at Ísrael skuldi
ongantíð havt útvegað sær
kjarnorkuvápn, og at tað
var eitt mistak av Noregi at
hjálpa landinum við tí.
-Tað var eitt stórt mistak,
sigur Mordechai Vanunu við
Aftenposten.
Í 1959 fekk Ísrael tungt vatn
úr Noregi, og tað gjørdi tað
møguligt hjá ísraelsmonnum
at gera kjarnorkuvápn.
Norska
útvarpið
hevur
avdúkað, at stjórnin í Oslo
visti, hvat vatnið skuldi
brúkast til, sjálvt um norskir
politikarar hava avsannað
tað í mong ár. Mordechai
Vanunu, sum sjálvur arbeiddi
á kjarnorkuverkinum Dim
ona, er eisini sannførdur um,
at norðmenn vóru vitandi um
ísraelsku kjarnorkuætlaninar.
-Norðmenn vistu, hvat
ísraelsmenn fingust við,
og teir vistu, at tað tunga
vatnið skuldi brúkast til
kjarnorkuvápn. Avgerðin hjá
norsku stjórnini var eitt stórt
mistak, sigur Vanunu.
Í fjør slapp hann úr fongsl
inum eftir at hava sitið tey átjan
árini handan rimarnar. Men
hann sleppur ikki úr Ísrael,
og hann sleppur ikki at tosa
við tíðindafólk. Fyrrverandi
norski forsætisráðharrin Kåre
Willoch heldur, at Vanunu
eigur at fáa friðskjól í Noregi.
-Vit vóru við til at seta
hann í eina moralska tví
støðu, sigur Willoch.
Amerikanska stjórnin hevur boðað frá, at hon
fer ikki at rinda loysigjald fyri trygdarmannin
Ronald Schulz, sum er burturfluttur í Irak.
Burturflytararnir góvu USA 48 tímar til at lata
allar irakskar fangar leysar. Verður tað ikki gjørt,
verður Ronald Schulz tikin av døgum. Men
George W. Bush, forseti, sigur, at USA slakar ikki.
Einki
loysigjald
„Titanic“ sakk skjótari
enn higartil hildið
Eitt stórt mistak
Mordechai Vanunu