Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fyri tann sum vil verða sæddur í ferðsluni, er Chrysler PT Cruiser ein ynskidreymur, bilurin er bæði nútímans og gamaldags, sam­ stundis sum hann er ein rúmligur og væl útgjørdur familjubilur Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Amerikanski familjubilurin Chrysler PT Cruiser er ein av teimum mest sermerktu á marknaðinum úti í heimi. Bilurin, sum upprunaligur varð gjørdur sum ein kon­ septbilur, vekjur undran og áhuga hvar hann kemur. PT Cruiser kom fyrstu ferð á marknaðin í 1999. Chrysler hava seinnu árini verið sera djarvir, tá tað snýr seg um at gera bilmodell, sum bróta við vanliga vana­ hugsan. PT Cruiser líkist ein­­um bili frá 40-unum við ordi­ligum skermum og trin­ brett­­um. Eis­ini fæst nógv ymisk eyka­út­gerð til bilin, soleiðis at hann kann koma at sígga upp­aftur eldri og meira char­mer­andi út - ótelj­ andi møguleikar. Her hjá okkum hava vit sæð ógvuliga lítið til PT Cruiser, meðan teir hava ver­ið nógv seldir í fleiri av granna­lond­­um okkara - eis­ ini í Dan­mark. Men nú sær tað út til, at gongd er við at koma á søluna. Tað geniala við einum bili sum PT Cruiser er, at sam­stundis sum hann er ser­ merktur og sær út av nógvum, er hann ikki størri enn ein vanligur MPV. Og talan er í veruleikanum um ein um ein væl útgjørdan og rúmligan 5-persóna familjubil, har øll í bilinum sita høgt og hava gott útsýni. Fólk, sum koyra PT Cruis­ er, siga, at næstan øll sum tey møta hava onkra viðmerking um bilin, summi siga, at tey blíva í góðum lag, bara tey síggja bilin. Hesin nýggjasti PT Cruiser hevur fingið eina ”faclift” í mun til teir undanfarnu við t.d. nýggjum lyktum og kúfangarum. Eisini inn­ an er instrumentborðið broytt við meira av alu-look panelum og øðrum smærri broytingum. PT Cruiser fæst í fleiri ymiskum motorum. Bensin­ motorarnir fáast úr 1,6 litur við 116 hk til 2,4 litur við 143 hk, 2.4 GT TURBO 223HK, meðan 2,2 litur diesel­motorurin fæst við 150 hk. Chrysler PT Cruiser 2,2 CRD Touring Motorurin 2,2 litur 4 syl. diesel við 150 hk v. commonrail og turbo 0-100 km/t 12,1 sek Oljunýtsla 14,9 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 205/55-16 Stødd og vekt Longd 428,8 cm Breidd 174,8 cm Hædd 160,1 cm Vekt 1.475 kg Viðførisrúm 538 litrar Søluumboð Ivan Johansen Bilar Hoyvíksvegur 63 FO-110 Tórshavn Tel. 313666 www.ivan.fo Chrysler PT Cruiser: Fólk verða í góðum lag av bilinum Nr. 235 • mikudagur • 7. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo PT Cruiser líkist einum bili frá 40-unum við ordiligum skermum og trinbrettum Chrysler PT Cruiser er ein av teimum mest sermerktu á marknaðinum úti í heimi. Bilurin kom fyrstu ferð á marknaðin í 1999 Nýggja instrumentborðið er nakað broytt við alu-look panelum og øðrum smærri broytingum