Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 7. desember 2005 21 Harley Davidson hava í samstarvi við týsku Porsche- bilverksmiðjuna framleitt nýggju V- Rod seriuna, ið er ein rættuliga sermerkt motorsúkkla. HD umboðið í Føroyum hevur fingið eina av teimum allarfyrstu av 2006 árganginum MC Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Í kappingini um evropeisku motorsúkklu-kundarnar eru Harley Davidson kom­ nir á marknaðin við eini nýggjari og meira ser­merkt­ ari út­gávu av klass­isku V- Rod mo­dellunum frá 2002. Hendan er gjørd í sam­ starvi við týsku Porsche bil­ verksmiðjuna. Rætta navn­ið á súkkluni er Harley David­ son VRSCR Street Rod. Talan er enn um eina motor­súkklu við tveimum sy­lindarum og V-motori, sum nú hevur fingið enn meira hestakreftir og størri snún­ings­moment. V- motor­urin, ið er 2. syl. við 1130 cc og 120 hk, gevur súkkluni ta kraftina, sum skal til fyri at kunna nýta koyrieginleikarnar fult út. Sagt verður at nýggju Street Rod: ”Is born on the track, raised on the street” Fyri at betra um koyri­ egin­leikarnar og komfortin, hevur V-Rod nú fingið nýggj­an ”upside-down” for­ gaffil og ymiskar aðrar juster­ ingar, sum saman við styttri aksilfrástøðu geva lættari stýr­ing og munandi betri koyri­eginleikar í svingum, ið nú kunnu takast við einum hallvinkli heilt niður til 40 stig. Umboð fyri Harley Da­vid­ son í Føroyum er fyritøkan ”HD-fo, ið umboðar donsku Harley Davidson fyri­tøk­una CAPS-HD. Fyri­tøk­an skipar eisini fyri við­líka­haldi, um­vælingum, upp­bygg­ ing av custom­súkkl­um og út­­leig­an av Har­ley motor­ súkkl­um. Um­framt sjálv­ar súkkl­ur­nar út­veg­ar fyri­tøk­ an Har­ley David­son klæðir í besta kvaliteti til vaksin og børn. HD.fo hevur nú fingið serframleitt eina ”super feita” føroyska Harley T- shirt. Hetta er gjørt eftir at stórur eftirspurningur hevur verið eftir hesum T-shirt­um, serliga frá út­lendsk­um ferða­ fólkum, sum vitja her hvørt ár. Eisini skipar fyritøkan fyri motorsúkklutúrum, bæði í Føroyum og uttanlanda. Eitt av endamálunum hjá HD-fo er at geva so nógv­um fólki sum gjørligt møguleikan at ogna sær eina Harley Davidson. HD.fo lýsa t.d. við fólk kunnu gera dreymar sínar til veruleika. Teir bjóða eitt breitt úrval av bæði nýggjum og gomlum HD motorsúkklum umframt service frá dugnaligum  mekanikarum. Somuleiðis hava teir alskyns HD vørulutir bæði til verandi og komandi motorsúkklufjepparar”. Heimskenda amerikanska Harley Davidson motor­ súkklu­verksmiðjan, ið er yv­ir 100 ára gomul, varð stovn­­ að av Bill Har­ley og Arthur Davidson í Mil­waukee í Wis­ consin í USA í 1903. Harley Davidson vórðu millum tær fyrstu hópframleiddu motor­ súkklurnar í heiminum. Við atliti til tann stóra eftir­ spurningin eftir Harley Davidson motorsúkklum, bæði í USA og Evropa, hevur verksmiðjan verið noydd til at hækka framleiðsluna frá 317.000 til yvir 400.000 eind­ir árliga. Harley Davidson own­ er group (HOG) er heim­ sins størsti motor­súkklu­ fe­lagsskapur við meira enn 900.000 lim­um um all­­an heim. Lim­ir í hes­um fe­lagsskapi koma úr øllum samfelagsstættum. Vanligt er at Harley Davidson fe­lags­ skapir gera nakað fyri børn. Her hjá okkum hava teir m.a. savnað pening inn til Barnaheimið í Havn. Meira fæst at vita á heimasíðuni: www.HD.fo Harley Davidson VRSCR Street Rod: Harley til evropearar Harley Davidson VRSCR Street Rod Motorurin Vatnkøldur Revolution V-Twin motorur 1130 cc 2 syl. 60 stig 120 hk (á bakhjólunum) ESFPI Elektroniskari innspræning DOHC Toppferð 225 km/t (5-gir / tannreim) Snúningsmoment 108 Nm v.7.000 o/min Dekkstødd 120/70 ZR 19 (framman) 180/55 ZR 18 (aftan) Bremo bremsir 300 mm dupultar skivur framman Stødd og vekt Longd 243,5 cm Aksilfrástøða 170,0 cm Seturhædd 76,0 cm Eginvekt 292 kg Prísur kr. 219.442,- Søluumboð HD.fo (Harley Davidson í Føroyum) Jónas Broncksgøta 33 FO-100 Tórshavn Tel. 210405 www.HD.fo Ein av Harley fjepparunum Sofus Hansen sigur, at tað ræður um at investera rætt fyrstu ferð, so ein sleppur undan at vera ein ”Wannabe”. Myndatema av súkkluni er at síggja á www.portal.fo V-motorurin við 1130 cc og 120 hk gevur súkkluni ta kraftina, sum skal til fyri at kunna nýta koyrieginleikarnar fult út