Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-07, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2005síða 43

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 7. desember 2005 35 Tórshavnar komm­ una hevur yvirtikið hugnaliga jólabýin, sum Sjónvarp Føroya lat gera í sambandi við Jólakalendaran í ár. Fólk kunnu vitja býin í vikuskiftinum, og tey taka væl undir við tiltakinum Solby A. Eliasen solby@mail.djh.dk Jólaprýði, jólalutir, jóla­tón­ leik, jólagóðgæti og alt sum hoyrir jólunum til er at fáa í Jólabýnum á Reyni í Havn. Tórshavnar kommuna hevur yvirtikið býin fyri at gera hann ein part av jólahugnanum í kommununi. Býurin er op­in fyri almenninginum í viku­skiftinum. Seinasta vikuskiftið var hann opin frá 16 til 19, men tað eydnaðist ikki so væl, tí tá Jólagøtan í Sjónvarpinum byrjaði kl. 18, vildu øll børnini sjálvsagt vera heima. - Tann seinasta tíman vóru ikki nógv fólk eftir, sig­ ur Barbara Danielsen frá Tórshavnar kommunu. Av tí sama er gjørt av, at jólabýurin komandi viku­ skiftið verður opin frá kl. 15 og letur aftur, tá Jólagøtan fer í luftina. Barbara sigur, at áhugin fyri jólasøluni í jólabýnum á Reyni er sera stórur, og tað eru mong, sum hava biðið loyva sær at hava ein bás. Tí umhugsa fyrireikararnir at lata býin upp aðrar tíðir eisini. Eitt nú seinastu vikuna áðrenn jól. Men hetta hava tey ikki endaliga avgjørt enn. Fólk hava tikið sera væl undir við jólabýnum, og jóla­býurin er komin fyri at verða. Tað vil siga, at fólk eisini kunna vænta, at høvi verð­ur at vitja jólabýin í høv­ uðsstaðnum aftur næstu jól. Fólk taka væl undir við jólabýnum Óxäʓ