Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-07, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2005síða 44

‹ fyrra síða allar 44 síður

Tekstur á síðuni

36 Nr. 235 - 7. desember 2005 8 spurningar um jól Elin Hentze í Stórustovu Hvat er tað besta við jólunum? Tað besta við jólunum er hugn­ in við familjuni. At fara til ym­ isk jóla­­til­­tøk við børn­­un­­um, til jóla­fest í barna­garð­inum, gera jóla­pynt o.s.fr. Vit hava eisini altíð eitt kvøld, har vit øll í familjuni gera marci­pan í nissuhúgvum, með­an vit lurta eftir jólatónleiki ella jóla­ heilsanum. Tað er sera hugna­ ligt:) Hvat er tað keðiligasta við jólunum? Haldi ikki nakað sum so er keði­­ ligt við jólunum. Tó kann man gerast eitt sindur kløkk­ur, tá konto­avritið kemur í januar, tí desember mánaðin er dýrur :) Hvussu helt tú jól sum barn? Tað er ikki so stórur munur á, hvussu eg helt jól sum barn, og so nú. Men nú eru tað børnini, sum fáa all­ar jóla­ gávurnar, og ikke eg:) Jóla­aft­ an hava vit al­tíð hildið saman við babbasa familju, og jóla­ dag saman við familj­uni hjá mammu, og nýggj­ársaftan hjá ommu og abba. Hvussu heldur tú jól í ár? Eg veit faktiskt ikki enn, hvussu jólini verða. Men tað verð­ur neyv­an tann heilt stóra broyt­ ing­in. Ætli at slappa av saman við mínum kæru, eta góðan mat. Má nok eisini rudda út, fyri at fáa pláss fyri øllum gávunum børnini fáa :) Hvat heldur tú um jóla­ resið í desember? Mær dámar væl res, og ikki minni í desember mánaði. Tað at ganga og keypa jóla­gávur, kann vera sera hugna­ligt (um man bara ikki hevur nakað mann­­fólk við sær;) Hevur tú nakrantíð hildið jól uttanlands? Nei, tað havi eg ikki. Vit tos­aðu um at halda jól uttan­lands í ár, men tað varð ikki til nakað. Men fyrr ella seinni verður tað nokk. Eg sigi sum løgmaður, at hevur man familj­una hjá sær, kunnu jól­ini haldast allastaðni. Keypir tú sjálv tínar jólagávur? Ja, eg keypi okkara jólagávur, fyri mammu og tey, og fyri ta einu ommuna, so tað loypir skjótt up. Plagi faktiskt eisini at finna allar tær gávurnar, sum eg sjálv ynski mær, og so sigi eg við familjuna, hvat tey skulu keypa. Tað halda nøk­ur av teimum er nakað tvætl, tí so veit eg longu hvat eg fái. Tað kann so eis­ini vera nakað um tað. Hvat ynskir tú tær í jólagávu? Eg ynski fyrst og fremst at tað verða eina góð og hugnalig jól ... Undir jólatræið? Eitt video­ kamera. Vit høvdu eitt, sum eg brúkti nógv, men tað er kaput, so onki er filmað í langa tíð. Tað sakni eg. Telefon: 317620 • Telefax: 317699 • Heimasíða: www.tt.fo Kontantprísur: Kr. 375,- Hama hátalari Hesin hátalarin er sera vælegnaður til flatskermar, fartelduna og MP3 avspælaran. Kann eisini brúka battaríðir. Hevur 3,5mm jackstikk.