hósdagur 8. desember 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 8. desember 2005
Bónus hevur latið
upp fimta handilin í
Miðvági. Nógv fólk
vóru og keyptu í gjár,
og tá latið varð upp
í morgun kl. 9 vóru
fyrstu kundarnir
eisini klárir uttanfyri
dyrnar
Handil
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Vágar: - Hetta eru eini
deilig høli – so ljós og so
rúmlig!
Fyrsti kundin í nýggja
Bónus-handlinum í morgun
vóru Elin og Aud Johannesen
úr Miðvági.
Tær hava við spenningi
bíðað eftir at hesin nýggi
og stóri handilin skuldi lata
upp eisini í Vágum.
Tað gjørdi hann so á fyrsta
sinni í gjáramorgunin. Men í
morgun kl. 9 vóru tær báðar
á staðnum, tá dyrnar vórðu
lætnar upp.
Báðar vóru tær á einum
máli um, at hetta er ein
góður handil at keypa í.
Alt er so ljóst herinni, og her
er úrvalið eisini sera stórt, siga
tær báðar við ein munn.
Tær fegnast eisini um, at
handilin hevur hugsað so
nógv um børnini. Í fyrsta lagi
eru serstakir innkeypsvognar
til børn, og í øðrum lagi er
eitt rúm, har børnini kunnu
hyggja eftir teknifilmum, ta
tíðina tey vaksnu keypa seg
lidnan í handlinum.
Umframt henda handilin
í Miðvági og tann stóra
handilin í Havn, kann nevn
ast, at Bónus eisini rekur
handlar í Klaksvík, Glyvrum
og á Tvøroyri.
Gamalt ynski
At Bónus nú letur upp
hesa deildina í Vágum
er eitt gamalt ynski hjá
handilsfyritøkuni.
Stjórin, Niels Mortensen
hevur áður sagt við Sosialin,
at longu áðrenn Vágatunnilin
lat upp fyri trimum árum
síðani, vóru hugsanir frammi
um hetta sama.
Teir valdu tó at bíða eitt
bil, fyri líkasum at síggja,
hvussu alt fór at útvikla seg
í Vágum. Nú mettu teir so, at
stundin var komin til at lata
henda handilin upp.
Og handilin er sera rúm
ligur og ljósur, og sum
kundarnir eisini bíta merki
í beinanvegin. Men hvussu
er so við prísinum?
Jú, sigur Aud. – Hann er
í lagi.
Út frá tí, sum eg havi keypt
her í morgun, so kann eg
bara siga, at prísurin, hann
er í lagi.
Vanliga hevur hon keypt
í Keypsamtøkuni, men nú
hevur hon fingið ein møgu
leika aftrat.
Nú fari eg at hyggja meiri
eftir prísunum og teimum
tilboðunum, sum hesir báðir
handlarnir fara at geva okk
um, sigur honum.
Frammanundan hevur
hon verið noydd at fara av
oynni, um hon skuldi hava
fatur á góðu tilboðunum
hjá Bónus. Men lítil sparing
hevur kortini verið í hesum,
tí hon hevur skula goldið
bæði bensin og fyri at koyra
gjøgnum Vágatunnilin.
- Nú eru tilboðini beint við
hjá okkum, og tað haldi eg er
í fínasta lagi, sigur Aud.
Nú verða fleiri tilboð at velja millum
Tað er bæði ljóst og rúmligt
inni í nýggjasta handlinum
hjá Bónus. Tað leggja
kundarnir eisini merki til
Nógv fólk vitjaðu handilin í gjár, tá hann lat upp. Í morgun
vóru Elin (hm.) og Aud Johannesen úr Miðvági fyrstu
kundarnir
Bygningurin hjá
Emmaus í Klaksvík
verður tikin í nýtslu
sunnudagin - 85 ár
eftir at tað verandi
missiónshúsið varð
vígt. Á møtinum
verður sagt farvæl
við tað gamla,
samstundis sum farið
verður í tað nýggja
missiónshúsið
Samkomur
Orð/myndir: Snorri Brend
Klaksvík: Komandi sunnu
dagur verður serstakur fyri
øll tey, sum hava og hava
havt sína dagligu gongd
til møtir og onnur tiltøk í
Emmaus.
Henda dagin dagin verður
nevniliga seinasta møtið
hildið í Gamla Emmaus-bygn
inginum. Møtið byrjar kl. 18
eins og vanligt hevur verið.
Ætlanin er, at møtið
skal verða so vanligt sum
møguligt, men høvið verður
tó givið fólki at minnast
aftur á tey mongu góðu árini
í gamla húsinum.
Tá hetta møtið er liðugt
verður síðani farið inn í nýggja
Emmaus, sum er bygt beint við
síðuna av. Har verður boðið
til eina hugnaliga samveru
og ein góðan bita, samstundis
sum nýggja húsið verður tikið
í nýtslu.
Gamla Emmaus varð vígt
12. december 1920. Tað
merkir, at síðsta møtið í
húsinum verður dagin fyri
85 ára føðingardagin.
Hetta er eitt av elstu missi
ónshúsunum í landinum og
hevur tænt væl fyri seg. Enn
gongur tó ein tíð, áðrenn gamla
húsið verður tikið niður.
Nú farið verður yvir í nýggja
bygningin, er tað í fyrstu
atløgu kjallarin, sum verður
nýttur. So hvørt sum ráðini
verða, verður miðhæddin, har
sjálvur høvuðssalurin skal vera
og loftið gjørt.
Kjallarin er tó rúmligur
til tey tiltøk, sum húsið er
karmur um gjøgnum vikuna,
verður sagt.
Úr gamla í nýggja Emmaus
Nógv fólk hava havt sína trúføstu gongd í gamla Emmaus. Húsið hevur nú tænt fyri seg, og tí
verður nýggja Emmaus tikið í nýtslu komandi sunnudag
Við triðseinasta møtið í gamla Emmaus sang eitt kór við teimum ungu fólkunum. Hesi eru
framtíðin í missiónshúsinum