hósdagur 8. desember 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 8. desember 2005
9
Innlendismálaráðið
hevur í prinsippinum
fingið ein blanko-
kekk frá danska
Udlændingestyrelsen
um umsiting av út
lendingalógini. Og
menniskjanslig atlit
eru beinleiðis nevnd
í lógartekstinum. Tí
er tað ikki ein hald
góð grundgeving, tá
»strangi« lógartekst
urin verður nýttur
sum orsøk til, at
útlendingar ikki fáa
nýtt arbeiðsloyvi,
soleiðis sum støðan
var við eitt nú
Sladianu Petrovic
Útlendingamálið
Jákup Mørk
Í tvey ár hevur útlendingamál
ið verið ovarliga á breddanum
í føroyskum politikki. Ofta
við ógvusligum yvirskriftum
í ymsu miðlunum. Seinasta
dømið um hetta var, tá
Dag ur og Vika týskvøldið
lýsti ólukkuligu støðuna
hjá Sladianu Petrovic, nú
hendan ikki fekk longt sítt
arbeiðsloyvi.
Ítøkiliga
orsøkin
til
av slagið var, at talan ikki var
um leingjan av arbeiðsloyvi
hjá Sladianu. Umsitingin
í
Innlendismálaráðnum
metti, at nú talan var um n‡tt
arbeiðspláss, so var talan
eisini um nýggja umsókn, og
tí fylgdi viðgerðin strongu
siðvenjuni, sum kom í gildi, tá
Jógvan við Keldu varð settur
sum landsstýrismaður.
Politiska semjan
ikki fylgd
Juridiskt er sum so einki
merkisvert í støðuni hjá
Innlendismálaráðnum.
Danska
útlendingalógin
er í prinsippinum ein lóg,
sum bannar útlendskari
arbeiðsmegi - íbúgvar í
Norðanlondum undantiknir
- at koma til Føroya. Undan
tøkini eru so, um talan er um
mangul upp á arbeiðsmegi,
um talan er um fløskuhálsar á
arbeiðsmarknaðinum, ella um
talan er um elitu-ítróttarfólk,
har vit eisini her í Føroyum
hava fingið eina reglugerð,
sum gevur hesum lagaligar
treytir um innferðarloyvi.
Í prinsippinum merkir
hendan lóggávan eisini, at ein
útlendingur í Føroyum bara
hevur loyvi fyri eitt ár í senn.
Er hesin komin til landið, tá
tørvur er á arbeiðsmegi, so
kann sami útlendingur vís
ast av landinum, so skjótt
sum arbeiðsmegistørvurin er
nøktaður. Ella um talan t.d.
gerst um arbeiðsloysi.
Men hetta er bara í prin
sippinum. Tí eftir rokið,
sum tók seg upp, tá Jógvan
við Keldu nærum setti eitt
útlendingastopp í gildi, varð
ein politisk semja gjørd. Ein
politisk semja, sum staðfesti,
at hóast siðvenjan á økinum
varð gjørd strangari, nú talan
aftur var um arbeiðsloysi í
Føroyum, so skuldi nýggja
siðvenjan ikki vera galdandi,
um talan var um framleingjan
av arbeiðsloyvum. Fólk, sum
vóru ein integreraður partur
av føroyska samfelagnum.
Tann semjan er tó í Inn
lendismálaráðnum tulkað
nakað
væl
strangari,
enn løgtingið ætlaði. Tí
umframt at arbeiðsloyvi
er tíðaravmarkað, er hetta
eisini avmarkað til einstakt
virki. Tað vil siga, at hevur
tú fingið loyvi at arbeiða
á Fiskavirking í Miðvági,
so kanst tú bara arbeiða
her. Og skalt tú skifta
arbeiðspláss, so kann hetta
ikki verða gjørt, fyrr enn
nýtt arbeiðsloyvi er fingið.
Og í førinum við Sladianu
Petrovic, er tað júst her,
at trupulleikin liggur. Inn
lendismálaráðið hevur eftir
egnari tulking staðfest, at
tala n er um nýggja umsókn
um arbeiðsloyvi. Og tí er um
sóknin ikki gingin á møti.
Og her er politiska semjan
á økinum ikki fylgd. Kann
vera, at løgtingið ikki hevur
hugsað um alskyns juridisk
lokabrøgd, men ætlanin -
intentiónin - í semjuni er
neyvan av fara skeivur av.
Stívrend umsiting
Tað kann væl vera, at orðið
»framleingjan« í politisku
semjuni hevur verið illa valt
juridiskt.
Men samstundis er tað
ein veruleiki, at at Innlend
ismálaráðið uttan stórvegis
hóvasták kundi valt at fylgt
politiska viljanum, hóast
»óhepna« orðavalið.
Tí veruleikin er, at hóast
restriktiva lógartekstin, so
hevur føroyska umsitingin
fingið at kalla fríar teymar frá
danska Útlendingast‡rinum.
Í kunningarskrivi frá 1.
oktober 2004, sum er at
finna á heimasíðuni hjá Inn
lendismálaráðnum, verður
staðfest: »Annars fegnast
landsstýrismaðurin um, at
tað longu nú er líkt til, at
tað fer at liggja væl fyri at
seta ta loysnina í verk, sum
verður funnin eftir ársskiftið,
tí danski integratiónsmála
ráðharrin boðar eisini í bræv
inum frá, at danska stjórnin
metir, at tær reglur, sum skulu
galda í Føroyum, skulu vera í
fullum samljóði við tað, sum
landsstýrið ynskir.«
Tað vil siga, at er føroyski
viljin, at ein herd umsiting
av lóggávuni ikki skal raka
útlendingar, sum longu eru
í landinum, so fer danska
stjórnin ikki at seta seg upp
ímóti hesum.
Í málinum við Sladianu
Petrovic kundi umsitingin
eisini uttan stórvegis hóva
sták komið til, at talan skuldi
verið um longt arbeiðsloyvi.
Eisini hóast talan nú var um
annan arbeiðsgevara.
Eitt nú hevur virkisleiðarin
hjá Fiskavirking, Jason
Johannesen, víst á, at tað var
at kalla vónleyst at fáa fólk
í starv hjá virkinum, hóast
arbeiðstøk fólk vóru skrásett
á Arbeiðsávísingini.
Her er avgerðin hjá
Innlendismálaráðnum
grundað á, at talan er um
ar beiðsloysi í Vágoynni.
Hetta sambært yvirliti frá
ALS og Arbeiðsávísingini.
Danska lógin tosar beinleiðis
um, at loyvi kann gevast,
um fløskuhálsar eru á
arbeiðsmarknaðinum, og
sambært úttalilsunum hjá virk
isleiðaranum, er væl eingin ivi
um, at fløskuhálsar eru.
Menniskjanslig atlit
Og at enda, so kann eisini
staðfestast, at tað í lógar
tekstinum eisini verður
lagt upp til, at atlit kunnu
taka st til menniskjanslig
viðurskifti.
Í grein 9 í útlendingalógini
stendur staðfest, at í umframt
teimum førum, sum fevna um
flóttafólk, kann uppihaldsloyvi
gevast, um »væsentlige
hensyn af humanitær karakter
taler for at imødekomme
ansøgningen«.
Og júst menniskjanslig
at lit eru helst ein av mest
tungtvigandi orsøkunum,
tá persónsmál um útlend
ingalóggávuna ferð eftir
ferð verða drigin gjøgnum
føroysku fjølmiðlarnar.
Sjálvandi kann umsiting
armyndugleikin í hesum førum
staðfesta, at umsóknin snýr
seg um ar beiðsloyvi - og ikki
um varandi uppihaldsloyvi.
Men heldur enn at kunna um
hendan møguleikan, hevur
umsitingarmyndugleikin
í slíkum førum givið boð
um, at umsóknin verður ikki
gingin á møti.
Lóggávan er
eingin forðing
Danska Útlendingastýrið hevur givið tilsøgn um, at Føroyar hava rúmar ræsur at umsita
útlendingalóggávuna. Tí kann staðfestast, at er vilji til at geva útlendingum í Føroyum nýtt
arbeiðsloyvi, so er hetta eingin trupulleiki
Der kan eftir ansøgnin gives opholds
tilladelse på Færøerne til andre
udlændinge:
Hvis udlændingen uden for de i §7, stk.
1 og 2 (flóttafólk, blðm), nævnte tilfælde
befinder sig i en sådan situation, at væs
entlige hensyn af humanitær karakter
afgørende taler for at imødekomme
ansøgningen
”
tlendingum
akkurát sum vit vilja hava
tey avgreidd.
– Tí er tað eina og aleina
ein spurningur um, hvussu
vit vilja hava, at lógin skal
tulkast og hvat vit leggja í
orðini í lógini.
Hann spyr so hvussu tað
ber til, at innlendismálaráðið
altíð skal leggja seg á tað
avgjørt strangastu og snæv
urskygdu lógartulkingina.
– Eg eri stórliga bangin
fyri, at partapolitikkur er
komin í málið og at fólka
flokkurin ikki vil hava
útlendingamálini avgreitt
fyri at ”prógva”, at lógin er
óbrúkilig, tí hon er donsk
fyri at tvinga eina yvirtøku
ígjøgnum.
– Men danska stjórnin
hevur gjørt greitt, at vit fáa
tað, sum vit vilja hava tað.
Tí stendur tað til okkum at
avgera, hvussu frælst ella
strangt, lógin skal tulkast.
Sostatt er tað beinleiðis
ósatt, at útlendingamálini
nara kunnu umsitast, sum
tey nú verða umsitin.
Hann sigur, at tað, sum nú
fer fram, ber brá av at vera
rasisma.
– Føryoyingar eru vanir at
fara í onnur lond at arbeiða,
ikki minst tá ið tað hevur
staðið á her heima. Tí kunnu
vit ikki loyva okkum at bera
okkum at sum svín ímóti
teimum útlendingum, sum
eru her hjá okkum og blaka
teir av landinum, sum hava
verið her í nógv ár.
samfelagnum
er stór vanærilig skomm fyri
okkum sum tjóð. Hann kravdi,
at fólkaflokkurin, sum umsitur
málð, tekur annað skinn um
bak tí hann staðfesti, at danska
stjórnin hevur greitt boðað frá,
at útlendingapolitikkurin verð
ur umsitin akkurát soleiðis,
sum føroyingar vilja hava, at
hann skal vera umsitin. Tað,
sum fer fram nú, oyðileggur
okkara umdømi uttanlands
og tað er ein vanlukka fyri
Føroyar. Talan er um fólk,
sum hava verið við til at ment
okkara land í ítrótti og tí er tað
ein skandala, at vit vísa teimum
so vanæriliga viðferð. Tað er
ótrúligt, at vit lata útlendskar
familjur sita á pínubonkinum
í mánaðir og ár.
Trupulleikin er, at flokk
urin, sum umsitur málsøkið,
mishandlar tað, og nú er
útlendingamálið
blivið
ein tikkandi bumba undir
føroyska samfelagnum og
tí má tað takast upp í sam
gonguni.
Jákup Vestergaa rd, lands
stýrismaður í innlendismálum,
staðfesti, at tað er ikki rætt, at
vit hava fríar heimildir at gera,
sum vit vilja, tí vit hava eina
danska lóg at halda okkum
til og tað mugu vit halda
okkum innanfyri. Hann vísti
eisini á, at serliga avtalan um
ítróttarfólk verður umsitin,
soleiðis at tað er á markinum til
at fara útum lógina. Hann tók
partvís undir við, at viðferðin
av útlendingum er vanærilig,
tí viðgerðartíðin er ov long,
Kortini vísti hann á, at okkara
útlendingalóg er munandi
linari enn lógin í okkara
grannalondum. Hann staðfesti
eisini, at útfrá orðaskiftinum,
samsvarar útlendingalógin
ikki við tingsins vilja, men
útlendingalógin er donsk og
er gjørd til donsk viðurskifti.
Og tað er stóri trupulleikin,
heldur hann. Men tær avgerðir,
sum eru tiknar, og skulu takast,
mugu vera innanfyri lógarinnar
karmar, legði hann afturat
Løgtingslimir eru at
kalla samdir um, at
útlendingapolitikkurin hjá
landsstýrinum líkist púra
ongum